Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-14, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. mai 2007síða 23

‹ fyrra síða allar 114 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 [ Nr. 91 - 14. mai 2007 ] Fremad Amager tapti Tað gekk illa hjá Fremad Amager í donsku 1. deild um vikuskiftið. Liðið hevði vitjan av botnliðnum Braband, sum vann dystin heili 3-0. Longu eftir tríggjar minuttir fekk ein spælari hjá Fremad Amager reytt kort, og Braband skoraði upp á frísparkið. Í seinna hálvleiki skoraði Brabrand tvey mál afturat. Andrew av Fløtum, Tem Hansen og Jónas Tór Næs spældu allir 90 minuttir fyri Fremad Amager. Slagelse javnt í fyrru finaluni Danska felagið Slagelse fekk javnleik við sær heimaftur úr Russlandi, tá ið felagið um vikuskiftið spældi fyrru finaluna í Champions League í kvinnuhondbólti. Mótstøðuliðið í finaluni er Lada Togliatti, og nú kann Slagelse avgera alt á heimavølli. Dysturin um vikuskiftið endaði við javnleiki 29-29. Tað var líkavið, at Slagelse vann dystin, tí russiska liðið javnaði stutt fyri leiklok. Stríðsval var um skriv­ a­ra­starvið í ÍSF, tá ít­rót­t­arsambandið helt aðalfund í gjár­ kvøld­ið. Verandi skriv­ ari, John Kjær, fall. Nýgg­jur skrivari er Kat­rin Joensen, sum vann at­kvøðu­greiðs­lu­ na 40-22. Ítróttur Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Í formansfrágreiðingini til að­a­l­funddin leygarkvøldið vís­ti ÍSF-forsetin millum ann­að á týdningin av, at ít­rótt­ur­in hevur góðar fígg­ jar­lig­ar karmar at virka í. - Nú stórur dentur verður lagd­ur á fólkaheilsu, er al­neyð­ugt, at ítrótturin við sín­um stóra heilsuliga týd­n­ ing­i hevur góðar og tryggar fígg­jarligar karmar at virka í. Tað kundi verið ynskiligt við eini hægri játtan á fígg­ jar­lógini, nú útlit eru fyri, at stuðulin frá Ítróttavedding fer at minka, tí minni verður spælt, segði Heðin Mor­ten­ sen, forseti í ÍSF. Meðan hann fegnaðist um skipanina við fríferðum til ítróttafólk og ávísar batar í skattaviðurskiftunum hjá ít­rótta­leiðarum, verða hesir bat­ar tó í stóran mun skerdir av torskildum reglum. Ítrótturin hevði seinasta ár avbjóðingar bæði á fjøl­ mið­la­økinum, har ósemja var um tulkingina av av­tal­u­ ni við Kringvarpið, og í sam­­band við Ít­rótta­dóm­stól­ in og reglurnar fyri hesum virk­semi. Dopingeftirlitið hjá Ítróttasambandi Føroya helt fram við sínum virksemi, og tær 12 royndirnar, ið vó­ru tiknar í 2006 vóru all­ ar negativar. Ítróttasamband Før­oya tók lut í tveimum vis­jóns­bólkum hjá Lands­ stýri­num, og er eisini við í ei­ni verkætlan við eini ít­rótta­breyt á einum mið­ náms­skúla, skrivar ÍSF í tíð­ in­da­skrivi. Víðari stendur, at eisini á al­tjóða pallinum hevur Ítrót­ ta­sam­band Føroya verið virk­ið seinasta árið. Um­framt árliga norð­ur­lend­ ska í­tróttafundin varð eisini lut­tik­ið í aðalfundum hjá Ev­ro­pei­sku Olympisku Nevnd­ini, Altjóða Oygg­ja­ leika­nevnd­ini og European Non Governmental Sports Or­gan­i­sation. Hetta er ein ev­ro­pe­is­kur felagsskapur fy­ri ítróttasambond og o­lymp­is­kar nevndir. Í heyst fer Føroyar at vera vert­ur fyri árligu ráðstevnuni hjá hesum felagsskapinum. Arbeitt verður við æt­lan­ um um at fyriskipa Oygg­ja­ leik­ir í Føroyum aftur í fram­tíð­ini. Nevndarval var eisini á skrán­ni. Varaforsetin, Petur El­ias Petersen, varð af­tur­ vald­ur uttan mótvalevni. Til skrivarastarvið var striðs­val. Atkvøðast skuldi mill­um skrivaran seinastu tvey árini, John Kjær, og fyrr­ve­ra­ndi forkvinnuna í Svim­ji­sambandinum, Kat­ rin Joensen. Tá avtornaði vann Katrin Joensen at­kvøðu­greiðsluna 40-22. Hon tekur tí við sum skriv­ ari í starvsnevndini hjá Ít­rótta­sambandi Føroya. ÍF misti í topp­stríð­ num, og mest ó­vænt­ aða úrslitið hesa ferð var í Leirvík, har SÍ fekk fulla úrtøku Fótbóltur Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo B68 og FSV04 stýra ímóti For­mula deildini, og tað gong­ur við rúkandi ferð. Leyg­ar­dagin fingu bæði fe­løg­ini trý stig afturat inn á kontina, og tað munaði ey­ka nógv, tá ið næstu kapp­ ing­ar­neytarnir ikki fingu fult. ÍF misti tvey stig á stokk­ in­um, tá ið fuglfirðingar vit­ jaðu á Sevmýri. Eftir hálvan tíma legði Elvan Taser ÍF á od­da. Eftir innlegg úr vins­ tru smekkaði útlendski fugl­ firð­ingurin upp í nettakið. Síðstu løtuna royndi TB at trýsta. Óli Johannesen var í álopinum, og hann átti upp­legg­ið til málið, sum Oliv­ur Abrahamsen skoraði, tá ið vanliga leiktíðin var far­in. LÍF hevði vitjan av SÍ, og sør­ving­ar fóru vestur aftur við øllum stigunum. Støðu­ talv­an segði, at LÍF var fav­ orit­tur, og miðskeiðis í 1. hálv­leiki legði Andreas La­va Olsen LÍF framum. Leir­vík­ingar høvdu aðrar mø­gu­leik­ar í 1. hálvleiki. Eitt nú sendu teir eina ferð í stólp­an aftanfyri Sunvard Jo­en­sen. Stutt eftir steðgin javnaði Jens Erik Rasmussen við brots­sparki, sum varð dømt, tá ið Jørgen Meitilberg varð feld­ur í brotsteiginum. Tveir minuttir seinni var Jens Erik Rasmussen aftur upp á spæl, eftir at Jørgen hevði spælt hann leysan. Jør­gen Meitilbert staðfesti triva­liga og óvæntaða SÍ út­i­ sigu­rin. B68 vitjaði HB, og tofta­ menn vóru omaná størsta part­in av tíðini. Øssur Han­ sen átti innleggið úr vinstru, sum Kristian Anton And­rea­ sen umsetti til 1-0. Fyrstu løt­una eftir steðgin spruttaði HB, sum spældi seg fram til onkr­an møguleika. Toftamenn settu nakrar ung­ar spælarar inn á vøllin at spæla síðstu løtuna, og tá øk­tu teir til bæði 2-0 og 3- 0. Í báðum førum var talan um fín langskot. Tað fyrra syrg­di Jann Ingi Petersen fy­ri, og í seinna førinum var tað innskifti Henning Joen­sen, sum var mál­skjút­ ti. FSV04 hevði vitjan av teim­um næstbestu í NSÍ. Heima­fav­orittarnir vórðu kløkk­aðir, tá ið NSÍ bein­an­ veg­in legði seg á odda. Tað tók­tist sum um, at teir á heima­li­ðnum steðgaðu upp fyri rangstøðu, og Sonni L. Peter­sen smekkaði úr vins­ tru og í málið. Miðskeiðis í 1. hálvleiki javn­aði Elfinn Ørvarodd eft­ ir fríspælt frá Andrzej, og tríggjar minuttir eftir fyrsta FSV04 málið skoraði Sjúrð­ ur Ellefsen til 2-1. Jovan Pan­ic átti fríspælingina, og Sjúrð­ur Ellefsen var mál­ skjút­ti. Jovan Panic átti næst­síðs­ta fótin á, tá ið El­finn Ørvarodd økti til 3- 1, og toppskjúttin Andrzej stað­festi 4-1 sigurin, tá ið hann eftir innlegg úr høgru snar­aði kring seg sjálvan og skor­aði. Botnuppgerðin í Gunda­ da­li millum B36 og KÍ end­ aði 2-2. Talan var um góða mann­ing á báðum liðnum. Heima­liðið var leikliga om­an á, men Kristian An­drea­sen javnaði fyri KÍ til 2-2 í síðstu løtu. Sami mið­vall­ari hevði lagt KÍ fram­um 1-0. B36 málini skor­a­ðu ungu menninir Sig­ urd Carlsen og Kristian í Garði. Nýggjur skrivari í ÍSF Talan var um seinasta aðalfundin hjá John Kjær, sum mátti lata skrivarasessin til Katrin Joensen B68 og FSV04 økja um leiðsluna 9. umfar LÍF-SÍ 1-3 (1-0) 1-0: Andreas Lava Olsen 20. 1-1: Jens Erik Rasmussen br 53. 1-2: Jens Erik Rasmussen 55. 1-3: Jørgen Meitilberg 77. TB-ÍF 1-1 (0-1) 0-1: Elvan Taser 31. 1-1: Olivur Abrahamsen 90. HB-B68 0-3 (0-1) 0-1: Kristian Anton Andreasen 0-2: Jan Ingi Petersen 0-3: Henning Joensen FSV04-NSÍ 4-1 (2-1) 0-1: Sonni L. Petersen 6. 1-1: Elfinn Ørvarodd 23. 2-1: Sjúrður Ellefsen 26. 3-1: Elfinn Ørvarodd 60. 4-1: Andrzej Stretowicz 64. Reytt kort: Jovan Panic B36-KÍ 2-2 (1-1) 0-1: Kristian Andreasen 11. 1-1: Sigurd Carlsen 28. 2-1: Kristian í Garði 63. 2-2: Kristian Andreasen 90. 10. umfar 19. mai: B68-LÍF B36-FSV04 KÍ-HB NSÍ-TB SÍ-ÍF FAKTA UM 1. DEILD