mánadagur 14. mai 2007síða 23
‹ fyrra síða allar 114 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
[ Nr. 91 - 14. mai 2007 ]
Fremad Amager tapti
Tað gekk illa hjá Fremad Amager í donsku 1. deild um
vikuskiftið. Liðið hevði vitjan av botnliðnum Braband,
sum vann dystin heili 3-0. Longu eftir tríggjar minuttir
fekk ein spælari hjá Fremad Amager reytt kort, og
Braband skoraði upp á frísparkið. Í seinna hálvleiki
skoraði Brabrand tvey mál afturat. Andrew av Fløtum,
Tem Hansen og Jónas Tór Næs spældu allir 90 minuttir
fyri Fremad Amager.
Slagelse javnt í
fyrru finaluni
Danska felagið Slagelse fekk javnleik við sær heimaftur
úr Russlandi, tá ið felagið um vikuskiftið spældi fyrru
finaluna í Champions League í kvinnuhondbólti.
Mótstøðuliðið í finaluni er Lada Togliatti, og nú kann
Slagelse avgera alt á heimavølli. Dysturin um vikuskiftið
endaði við javnleiki 29-29. Tað var líkavið, at Slagelse
vann dystin, tí russiska liðið javnaði stutt fyri leiklok.
Stríðsval var um skriv
arastarvið í ÍSF, tá
ítróttarsambandið
helt aðalfund í gjár
kvøldið. Verandi skriv
ari, John Kjær, fall.
Nýggjur skrivari er
Katrin Joensen, sum
vann atkvøðugreiðslu
na 4022.
Ítróttur
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Í formansfrágreiðingini til
aðalfunddin leygarkvøldið
vísti ÍSF-forsetin millum
annað á týdningin av, at
ítrótturin hevur góðar fígg-
jarligar karmar at virka í.
- Nú stórur dentur verður
lagdur á fólkaheilsu, er
alneyðugt, at ítrótturin við
sínum stóra heilsuliga týdn-
ingi hevur góðar og tryggar
fíggjarligar karmar at virka
í. Tað kundi verið ynskiligt
við eini hægri játtan á fígg-
jarlógini, nú útlit eru fyri,
at stuðulin frá Ítróttavedding
fer at minka, tí minni verður
spælt, segði Heðin Morten-
sen, forseti í ÍSF.
Meðan hann fegnaðist
um skipanina við fríferðum
til ítróttafólk og ávísar batar
í skattaviðurskiftunum hjá
ítróttaleiðarum, verða hesir
batar tó í stóran mun skerdir
av torskildum reglum.
Ítrótturin hevði seinasta
ár avbjóðingar bæði á fjøl-
miðlaøkinum, har ósemja
var um tulkingina av avtalu-
ni við Kringvarpið, og í
samband við Ítróttadómstól-
in og reglurnar fyri hesum
virksemi.
Dopingeftirlitið
hjá
Ítróttasambandi Føroya helt
fram við sínum virksemi,
og tær 12 royndirnar, ið
vóru tiknar í 2006 vóru all-
ar negativar. Ítróttasamband
Føroya tók lut í tveimum
visjónsbólkum hjá Lands-
stýrinum, og er eisini við í
eini verkætlan við eini
ítróttabreyt á einum mið-
námsskúla, skrivar ÍSF í tíð-
indaskrivi.
Víðari stendur, at eisini á
altjóða pallinum hevur Ítrót-
tasamband Føroya verið
virkið
seinasta
árið.
Umframt árliga norðurlend-
ska ítróttafundin varð eisini
luttikið í aðalfundum hjá
Evropeisku
Olympisku
Nevndini, Altjóða Oyggja-
leikanevndini og European
Non Governmental Sports
Organisation. Hetta er ein
evropeiskur
felagsskapur
fyri
ítróttasambond
og
olympiskar nevndir.
Í heyst fer Føroyar at vera
vertur fyri árligu ráðstevnuni
hjá hesum felagsskapinum.
Arbeitt verður við ætlan-
um um at fyriskipa Oyggja-
leikir í Føroyum aftur í
framtíðini.
Nevndarval var eisini á
skránni. Varaforsetin, Petur
Elias Petersen, varð aftur-
valdur uttan mótvalevni.
Til skrivarastarvið var
striðsval. Atkvøðast skuldi
millum skrivaran seinastu
tvey árini, John Kjær, og
fyrrverandi forkvinnuna í
Svimjisambandinum, Kat-
rin Joensen. Tá avtornaði
vann
Katrin
Joensen
atkvøðugreiðsluna 40-22.
Hon tekur tí við sum skriv-
ari í starvsnevndini hjá
Ítróttasambandi Føroya.
ÍF misti í toppstríð
num, og mest óvænt
aða úrslitið hesa ferð
var í Leirvík, har SÍ
fekk fulla úrtøku
Fótbóltur
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
B68 og FSV04 stýra ímóti
Formula deildini, og tað
gongur við rúkandi ferð.
Leygardagin fingu bæði
feløgini trý stig afturat inn
á kontina, og tað munaði
eyka nógv, tá ið næstu kapp-
ingarneytarnir ikki fingu
fult.
ÍF misti tvey stig á stokk-
inum, tá ið fuglfirðingar vit-
jaðu á Sevmýri. Eftir hálvan
tíma legði Elvan Taser ÍF á
odda. Eftir innlegg úr vins-
tru smekkaði útlendski fugl-
firðingurin upp í nettakið.
Síðstu løtuna royndi TB
at trýsta. Óli Johannesen
var í álopinum, og hann átti
uppleggið til málið, sum
Olivur Abrahamsen skoraði,
tá ið vanliga leiktíðin var
farin.
LÍF hevði vitjan av SÍ, og
sørvingar fóru vestur aftur
við øllum stigunum. Støðu-
talvan segði, at LÍF var fav-
orittur, og miðskeiðis í 1.
hálvleiki
legði
Andreas
Lava Olsen LÍF framum.
Leirvíkingar høvdu aðrar
møguleikar í 1. hálvleiki.
Eitt nú sendu teir eina ferð í
stólpan aftanfyri Sunvard
Joensen.
Stutt eftir steðgin javnaði
Jens Erik Rasmussen við
brotssparki, sum varð dømt,
tá ið Jørgen Meitilberg varð
feldur
í
brotsteiginum.
Tveir minuttir seinni var
Jens Erik Rasmussen aftur
upp á spæl, eftir at Jørgen
hevði spælt hann leysan.
Jørgen Meitilbert staðfesti
trivaliga og óvæntaða SÍ úti-
sigurin.
B68 vitjaði HB, og tofta-
menn vóru omaná størsta
partin av tíðini. Øssur Han-
sen átti innleggið úr vinstru,
sum Kristian Anton Andrea-
sen umsetti til 1-0. Fyrstu
løtuna eftir steðgin spruttaði
HB, sum spældi seg fram til
onkran møguleika.
Toftamenn settu nakrar
ungar spælarar inn á vøllin
at spæla síðstu løtuna, og tá
øktu teir til bæði 2-0 og 3-
0. Í báðum førum var talan
um fín langskot. Tað fyrra
syrgdi Jann Ingi Petersen
fyri, og í seinna førinum
var tað innskifti Henning
Joensen, sum var málskjút-
ti.
FSV04 hevði vitjan av
teimum næstbestu í NSÍ.
Heimafavorittarnir
vórðu
kløkkaðir, tá ið NSÍ beinan-
vegin legði seg á odda. Tað
tóktist sum um, at teir á
heimaliðnum steðgaðu upp
fyri rangstøðu, og Sonni L.
Petersen smekkaði úr vins-
tru og í málið.
Miðskeiðis í 1. hálvleiki
javnaði Elfinn Ørvarodd eft-
ir fríspælt frá Andrzej, og
tríggjar minuttir eftir fyrsta
FSV04 málið skoraði Sjúrð-
ur Ellefsen til 2-1. Jovan
Panic átti fríspælingina, og
Sjúrður Ellefsen var mál-
skjútti. Jovan Panic átti
næstsíðsta fótin á, tá ið
Elfinn Ørvarodd økti til 3-
1, og toppskjúttin Andrzej
staðfesti 4-1 sigurin, tá ið
hann eftir innlegg úr høgru
snaraði kring seg sjálvan og
skoraði.
Botnuppgerðin í Gunda-
dali millum B36 og KÍ end-
aði 2-2. Talan var um góða
manning á báðum liðnum.
Heimaliðið
var
leikliga
oman á, men Kristian
Andreasen javnaði fyri KÍ
til 2-2 í síðstu løtu. Sami
miðvallari hevði lagt KÍ
framum 1-0. B36 málini
skoraðu ungu menninir Sig-
urd Carlsen og Kristian í
Garði.
Nýggjur skrivari í ÍSF
Talan var um seinasta aðalfundin hjá John Kjær, sum mátti
lata skrivarasessin til Katrin Joensen
B68 og FSV04 økja um leiðsluna
9. umfar
LÍF-SÍ 1-3 (1-0)
1-0: Andreas Lava Olsen 20.
1-1: Jens Erik Rasmussen br 53.
1-2: Jens Erik Rasmussen 55.
1-3: Jørgen Meitilberg 77.
TB-ÍF 1-1 (0-1)
0-1: Elvan Taser 31.
1-1: Olivur Abrahamsen 90.
HB-B68 0-3 (0-1)
0-1: Kristian Anton Andreasen
0-2: Jan Ingi Petersen
0-3: Henning Joensen
FSV04-NSÍ 4-1 (2-1)
0-1: Sonni L. Petersen 6.
1-1: Elfinn Ørvarodd 23.
2-1: Sjúrður Ellefsen 26.
3-1: Elfinn Ørvarodd 60.
4-1: Andrzej Stretowicz 64.
Reytt kort: Jovan Panic
B36-KÍ 2-2 (1-1)
0-1: Kristian Andreasen 11.
1-1: Sigurd Carlsen 28.
2-1: Kristian í Garði 63.
2-2: Kristian Andreasen 90.
10. umfar 19. mai:
B68-LÍF
B36-FSV04
KÍ-HB
NSÍ-TB
SÍ-ÍF
FAKTA UM 1. DEILD