Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-14, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. mai 2007síða 25

‹ fyrra síða allar 114 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 [ Nr. 91 - 14. mai 2007 ] Fenerbacheu eru meistarar Mótstøðuliðið hjá B36 í europisku meistarakappingini seinasta summar, Fenerbache, vann um vikuskiftið turkiska meistaraheitið. Enn eru tvey umfør eftir at spæla, men tá Besiktas tapti 3-0 móti Bursaspor, va rein 2-2 javnleikur móti Trabzonspor nóg mikið hjá Fenerbache. Verjandi meistararnir úr Galatasary høvdu eisini ein lítlan møguleika at gera seg galdandi, men hendan mistu teir við javnleiki móti Antalyaspor. Warnock í øðini Venjarin hjá Sheffield United, Neil Warnock, er í øðini inn á Liverpool og Manchester United. Tey bæði feløgini hava í nøkrum avgerandi dystum spart fleiri av føstu spælarunum, og hetta kostaði dýrt hjá Sheffield United. Undir øllum umstøðum tapti Liverpool fyrr í mánaðinum 1-0 móti Fulham, og sunnudagin vann West Ham 1-0 útidystinum móti nýkosnu meistarunum. – Eg eri vónbrotin av Manchester United, men um ikki annað, so kendi eg teir spælarar, sum teir sendu á vøllin. Tá Liverpool spældi móti Fulham, vóru tveir spælarar við, sum eg als ikki kendi, sigur Warnock. Tá ið seinasta leik­um­ far av ensku Premier Lea­g­ue var á skránni í gjár, stríddust feløgini í botninum um nógv mei­ra enn bara stig og heið­ur. Luttøkan í Prem­ier League er verd so nógvar peng­ ar, at bara at yvirliva í deild­ini er ein stór­sig­ ur fyri eitthvørt felag Premier League Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Sunnudagin endaði enska Prem­ier League, og á sein­ as­ta leikdegnum var stórur spenn­ing­ur í botnstríðnum, har trý feløg stríddust fyri at sleppa undan niður­flyt­ ing. Dysturin á vøllinum var sum vanligt í 90 minuttir, men stríðið um plássini í Prem­ier League er nógv mei­ra enn bert eitt stríð um stig og heiður. Fyri tey fe­løg­­ini, sum lógu til at fly­ ta niður, var seinasta um­far­ ið eisini spurningur um slak­ar 300 milliónir krónur. Pengarnir í Premier Leag­ ue eru øgiligir, og við nýgg­ ju sjónvarpsavtaluni, sum kem­ur í gildi næsta kapp­ing­ ar­ár, fáa tey aftastu feløgini í Premier League eitt grund­ gjald á næstan 300 milliónir krón­ur fyri at taka lut í Prem­ier League. Fyri fel­øg­ ini, sum eru at finna í hinum en­da­n­um av deildini, er grund­gjald­ið upp í 550 mil­ li­ón­ir krónur, og afturat hes­ um koma allar hinar inn­tø­ kur­nar. Jú, Premier League er tað gyl­ta fótbóltslandið, har øll tey 20 feløgini, sum taka lut, á ein hátt eru vinnarar, og tí stóð nógv upp á spæl á vøll­inum sunnudagin. Sheffield var taparin Undan seinasta leikumfari var tað greitt, at Watford og Charl­ton skuldu flyta niður í næstbestu deildini. Spenn­ ing­ur var tí um triðja nið­ur­ flyt­ing­ar­plássi, har Wigan, Shef­f­ield United og West Ham øll vóru í vanda. Úr­slit­ ini av seinastu dystunum var avgerandi fyri, hvat av lið­un­um skuldi flyta niður. Tað gjørdi ikki støðuna min­ni spenta, at júst Wigan og Sheffield United hittust í seinasta dystinum, og tað var greitt undan hesum dyst­ in­um, at tað liðið, sum tapti hend­an dystin, mátti flyta nið­ur. West Ham skuldi so roy­na at gera sítt í trupla út­i­ dyst­in­um ímóti Manchester Uni­ted. Úrslitini av dystunum í gjár lagaðu seg soleiðis, at Shef­field United gjørdist stó­ri taparin og flutti niður. Wig­an vann nevniliga dyst­ in ímóti Sheffield United, og samstundis vann West Ham ímóti Manchester Uni­ ted. Brotsspark trygg­ jaði sigurin Øll málini í dystinum mil­l­ um Wigan og Sheffield Uni­ ted komu í fyrra hálvleiki. Pa­ul Scharner legði Wigan fram um eftir 14 minuttir, men Joanthen Stead javnaði í 38. minutti. Avgerandi mál­ið gjørdi verjuspælarin Dav­id Unsworth, tá ið hann beint fyri hálvleikssteðgin skor­aði við brotssparki. Seinasta korterið mátti Wig­an spæla við 10 monn­ um, eftir at Le McCulloch varð útvístur, men Wigan stóð ímóti stóra trýstinum frá Sheffield United. Í dystinum millum Man­ chest­er United og West Ham kom bert eitt mál, og tað gjørdi argentinski spæl­ ar­in Carlos Tevez. Hann fór fram við fleiri, áðrenn hann skor­aði við einum góðum sko­ti. Hann setti harvið punk­t­ um fyri einum rimmar come­back hjá West Ham, sum fyri bert fáum vikum síð­ani líktist einum vísum nið­ur­flyt­ara. Men íslendska felag­ið í Premier League megn­aði at koma afturíaftur, og fangaðurin var óførur á Old Trafford, tá ið felagið hevði tryggjað sær plássið í Prem­ier League næsta kapp­ ing­ar­ár. 90 minuttir um 300 milliónir Pengar í Premier League Premier League í Ong­ lan­di er tann fót­bólts­ kapp­ing­ini í heiminum, har flest pengar eru í um­fa­ri. Ein uppgerð hjá De­loit­te vísir, at í 2004/05 vóru inn­tøk­ur­ nar í Premier League um­leið 15 milliardir krón­ur - og tað eru 40 pro­sent meira enn tann næst­rík­as­ta deildin, Ser­ ia A í Italia. Útlit eru til enn fleiri inn­tøk­ur hjá teimum 20 fe­løg­un­um í Premier Lea­gue næsta kapp­ing­ ar­ár. Tá kemur nýggja sjón­varps­av­talan nevni­li­ g­a í gildi. Feløgini Sky og Setanta hava gjørt av­tal­ur við Premier Lea­ gue fyri næstu trý árini. Sky skal gjalda 15 mill­i­ ar­dir fyri 92 dystir um ár­ið, og Setanta slakar 5 mill­i­ar­dir fyri 46 dystir. Rætt­in­d­ini til útlendskar sjón­varps­rásir fara at ge­va umleið 7 milliardir krón­ur, og harafturat ko­ma eisini inntøkur fy­ri internet og te­le­fon­ rætt­in­di. Tað stóð nógv á hjá hesum monnum í gjár. Vinstru megin venjarin hjá Sheffield United, Neil Wanock, og høgru megin venjarin hjá Wigan, Paul Jewell. Liðini spældu avgerandi dyst, og Wigan vann Mynd: Polfoto