mánadagur 14. mai 2007síða 25
‹ fyrra síða allar 114 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
[ Nr. 91 - 14. mai 2007 ]
Fenerbacheu eru meistarar
Mótstøðuliðið hjá B36 í europisku meistarakappingini seinasta
summar, Fenerbache, vann um vikuskiftið turkiska meistaraheitið.
Enn eru tvey umfør eftir at spæla, men tá Besiktas tapti 3-0 móti
Bursaspor, va rein 2-2 javnleikur móti Trabzonspor nóg mikið hjá
Fenerbache. Verjandi meistararnir úr Galatasary høvdu eisini ein
lítlan møguleika at gera seg galdandi, men hendan mistu teir við
javnleiki móti Antalyaspor.
Warnock í øðini
Venjarin hjá Sheffield United, Neil Warnock, er í øðini inn á
Liverpool og Manchester United. Tey bæði feløgini hava í nøkrum
avgerandi dystum spart fleiri av føstu spælarunum, og hetta
kostaði dýrt hjá Sheffield United. Undir øllum umstøðum tapti
Liverpool fyrr í mánaðinum 1-0 móti Fulham, og sunnudagin
vann West Ham 1-0 útidystinum móti nýkosnu meistarunum. – Eg
eri vónbrotin av Manchester United, men um ikki annað, so kendi
eg teir spælarar, sum teir sendu á vøllin. Tá Liverpool spældi móti
Fulham, vóru tveir spælarar við, sum eg als ikki kendi, sigur
Warnock.
Tá ið seinasta leikum
far av ensku Premier
League var á skránni í
gjár, stríddust feløgini
í botninum um nógv
meira enn bara stig og
heiður. Luttøkan í
Premier League er
verd so nógvar peng
ar, at bara at yvirliva í
deildini er ein stórsig
ur fyri eitthvørt felag
Premier League
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Sunnudagin endaði enska
Premier League, og á sein-
asta leikdegnum var stórur
spenningur í botnstríðnum,
har trý feløg stríddust fyri
at sleppa undan niðurflyt-
ing.
Dysturin á vøllinum var
sum vanligt í 90 minuttir,
men stríðið um plássini í
Premier League er nógv
meira enn bert eitt stríð um
stig og heiður. Fyri tey
feløgini, sum lógu til at fly-
ta niður, var seinasta umfar-
ið eisini spurningur um
slakar 300 milliónir krónur.
Pengarnir í Premier Leag-
ue eru øgiligir, og við nýgg-
ju sjónvarpsavtaluni, sum
kemur í gildi næsta kapping-
arár, fáa tey aftastu feløgini
í Premier League eitt grund-
gjald á næstan 300 milliónir
krónur fyri at taka lut í
Premier League. Fyri feløg-
ini, sum eru at finna í hinum
endanum av deildini, er
grundgjaldið upp í 550 mil-
liónir krónur, og afturat hes-
um koma allar hinar inntø-
kurnar.
Jú, Premier League er tað
gylta fótbóltslandið, har øll
tey 20 feløgini, sum taka
lut, á ein hátt eru vinnarar,
og tí stóð nógv upp á spæl á
vøllinum sunnudagin.
Sheffield var taparin
Undan seinasta leikumfari
var tað greitt, at Watford og
Charlton skuldu flyta niður
í næstbestu deildini. Spenn-
ingur var tí um triðja niður-
flytingarplássi, har Wigan,
Sheffield United og West
Ham øll vóru í vanda. Úrslit-
ini av seinastu dystunum
var avgerandi fyri, hvat av
liðunum skuldi flyta niður.
Tað gjørdi ikki støðuna
minni spenta, at júst Wigan
og Sheffield United hittust
í seinasta dystinum, og tað
var greitt undan hesum dyst-
inum, at tað liðið, sum tapti
hendan dystin, mátti flyta
niður. West Ham skuldi so
royna at gera sítt í trupla úti-
dystinum ímóti Manchester
United.
Úrslitini av dystunum í
gjár lagaðu seg soleiðis, at
Sheffield United gjørdist
stóri taparin og flutti niður.
Wigan vann nevniliga dyst-
in ímóti Sheffield United,
og samstundis vann West
Ham ímóti Manchester Uni-
ted.
Brotsspark trygg
jaði sigurin
Øll málini í dystinum mill-
um Wigan og Sheffield Uni-
ted komu í fyrra hálvleiki.
Paul Scharner legði Wigan
fram um eftir 14 minuttir,
men Joanthen Stead javnaði
í 38. minutti. Avgerandi
málið gjørdi verjuspælarin
David Unsworth, tá ið hann
beint fyri hálvleikssteðgin
skoraði við brotssparki.
Seinasta korterið mátti
Wigan spæla við 10 monn-
um, eftir at Le McCulloch
varð útvístur, men Wigan
stóð ímóti stóra trýstinum
frá Sheffield United.
Í dystinum millum Man-
chester United og West
Ham kom bert eitt mál, og
tað gjørdi argentinski spæl-
arin Carlos Tevez. Hann fór
fram við fleiri, áðrenn hann
skoraði við einum góðum
skoti.
Hann setti harvið punkt-
um fyri einum rimmar
comeback hjá West Ham,
sum fyri bert fáum vikum
síðani líktist einum vísum
niðurflytara. Men íslendska
felagið í Premier League
megnaði at koma afturíaftur,
og fangaðurin var óførur á
Old Trafford, tá ið felagið
hevði tryggjað sær plássið í
Premier League næsta kapp-
ingarár.
90 minuttir um 300 milliónir
Pengar í
Premier
League
Premier League í Ong-
landi er tann fótbólts-
kappingini í heiminum,
har flest pengar eru í
umfari. Ein uppgerð hjá
Deloitte
vísir,
at
í
2004/05 vóru inntøkur-
nar í Premier League
umleið 15 milliardir
krónur - og tað eru 40
prosent meira enn tann
næstríkasta deildin, Ser-
ia A í Italia.
Útlit eru til enn fleiri
inntøkur hjá teimum 20
feløgunum í Premier
League næsta kapping-
arár. Tá kemur nýggja
sjónvarpsavtalan nevnili-
ga í gildi. Feløgini Sky
og Setanta hava gjørt
avtalur við Premier Lea-
gue fyri næstu trý árini.
Sky skal gjalda 15 milli-
ardir fyri 92 dystir um
árið, og Setanta slakar 5
milliardir fyri 46 dystir.
Rættindini til útlendskar
sjónvarpsrásir fara at
geva umleið 7 milliardir
krónur, og harafturat
koma eisini inntøkur
fyri internet og telefon-
rættindi.
Tað stóð nógv á hjá hesum monnum í gjár. Vinstru megin venjarin hjá Sheffield United, Neil Wanock, og høgru megin venjarin hjá
Wigan, Paul Jewell. Liðini spældu avgerandi dyst, og Wigan vann
Mynd: Polfoto