Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-14, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. mai 2007síða 30

‹ fyrra síða allar 114 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 91 - 14. mai 2007 tíðindi Í fyrilestri í Norður­ landahúsinum fríggja­ dagin gav Øyvind Birkeland føroying­ um tey ráð, ikki at lata bankan fara á útlendskar hendur heilt, men at varðveita avgerðarrættin í Føroyum FYRILESTUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað var ein av stóru kanónu­ num í norska fíggjar­heimi­ num, sum legði fyri á tema­ dagnum í Klingruni í Norð­ ur­landahúsinum fríggja­dag­ in, sum Tryggingar­felagið Føroyar skipaði fyri. Øyvind Birkeland er stjóri fyri størsta norska bank­a­num, DnB NOR Kapitalforvaltning, ið hevur 12.000 starvsfólk, umleið 2,2 milliónir privatkundar og 188.000 vinnulívskundar. Bankin umsitur 1.700 milli­ ardir norskar krónur, ið svarar til áleið 35 prosent av marknaðinum, og er sam­ stundis størsta pensjóns­ tryggingarfelag við 900.000 kundum. Øyvind byrjaði við at seta spurningin, um tað hevur nakran týdning, um føroyingar sjálvir stýra bank­anum, ella hann er ein deild av útlendskum stór­ banka. - Tað mest týdningarmikla er, at tit megna at menna føroyska fíggjarsektorin, og tað gera tit við góðum til­ boðum til kundan og ikki minst við kapping á øki­ num, segði Øyvind Birke­ land. - Í so máta hevur tað ikki tann stóra týdningin, um bankin er serføroyskur, ella deild av øðrum banka. Men tað hevur kortini stóran týdn­ing at hava avgerðar­ rættin á føroyskum hondum, tí tá kunnu vit stýra bank­ anum - tað kunnu vit ikki, um hann er ein útlendsk deild, vísti Øyvind Birke­ land á. Sjálvur hevði hann drúgv­ ar royndir innan júst hetta at lata avgerðarrættin av hondum. Fyrst í fylkjunum, tá tey mistu avgerðarrættin á bankunum, tá høvuðs­ sætini fluttu til Oslo, og seinni, tá bankarnir vórðu seldir útlendingum og høv­ uðsskrivstovurnar blivu flutt­ar uttanlands. Taka rættar avgerðir tá ástendur Síðani nevndi bankastjórin fleiri dømir um, har norskir bankar og tryggingarfeløg vórðu seld til útlendskar keyparar, og í dag er Den norske Bank NOR Kapital­ forvaltning einasti nóg stóri norski banki, ið kann taka upp kappingina móti altjóða bankunum á norska markn­ aðinum. Øyvind sá tó ikki hetta, at útlendskir bankar komu á marknaðin, sum ein trupul­ leika, tvørturímóti. - Kappingin er altavger­ andi, bæði fyri kundar, starvs­fólk og eigarar, og eg haldi ikki, at sjálvt tann ídnasti vinstrahalli hevði ynskt gomlu dagarnar aftur, segði Øyvind Birkeland. Men hví metir banka­stjór­ in so, at tað hevur so stóran týdning, at varveita avgerð­ ar­rættin á føroyskum hond­ um? - Tá sólin skínur, og tað eru góðar tíðir, hevur tað ikki so nógv at siga. Tað er, tá óveðrið leikar á, og tíðir­ nar gerast trongar og trupl­ ar, at tað hevur avgerandi týdning, at bankin verður stýrd­ur í egnum landi. Tað er tá, tær stóru avgerðirnar skulu takast, og tá hevur tað alstóran týdning at taka tær røttu avgerðirnar fyri landið og vinnulívið, segði Øyvind Birkeland. Varveitið stýringina Í sambandi við privati­ser­ ingina av Føroya Banka, ið stendur fyri framman, heitti Øyvind tí staðiliga á før­oy­ ingar, um at hugsa seg væl um, áðrenn vit lata bankan fara okkum av hondum. - Verður bankin seldur út­lendingum er tað ein enda­ lig avgerð, og tá vendst ikki aftur. Tí tað verður ómeta­ liga trupult – fyri ikki at siga ógjørligt – at byrja av nýggjum og taka kappingina upp við verandi bankar, segði Øyvind Birkeland. Og tað er eisini orsøkin til, at útlendsku bankarnir keypa seg inn í bankar í øðrum landi – tað lønar seg ikki, ella er so at siga ógjør­ ligt, at taka upp kapping við verandi bankar uttan ígjøgnum ein longu eksister­ andi banka. Men tað er samstundis av alstórum týdningi, at polit­ iska valdið sendir út eitt greitt signal um, hvat tað er, teir vilja við privatiser­ ingini. Har mugu ikki koma ymsar útmeldingar. Somu­ leið­is má tað almenna út­ vega sær neyðuga før­leik­an og verða handilsliga sinnað í sínum krøvum sum ánari mótvegis bankanum. - Men tað ivist eg ikki í fer at lata seg gera, tí vit hava ongantíð upplivað nakra politiska uppíbland­ ing frá norsku myndug­leiku­ num, heldur ikki tá vinstra­ sosialistarnir áttu fíggjar­ málaráðharran fyri nøkrum árum síðani, sigur Øyvind Birkeland. Hann mælir tí til at savna allar góðar kreftir og leggja doyðin á at varveita av­gerð­ arrættin á føroyskum hond­ um. Eisini fyri at varveita ta servitan, sum er í einum føroyskum banka. - Tað krevur kreftir, vilja, treiskni og hugflog, skal tað eydnast. Men verður høv­ uðssætið skipað í øðrum landi, fer tað at drena landið fyri servitan á økinum, og tað verður ógvuliga trupult at fáa fatur á aftur, segði Øy­vind Birkeland, stjóri í DnB NOR í Klingruni í Norð­­ur­landahúsinum fríggja­­­dagin. Um eitthundrað áhoyrarar høvdu leitað sær niðan í Norður­ landahúsið at hoyra norsku stjórarnar siga frá royndum sínum innan norska fíggjar­- heimin FYRILESTUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tey vóru har. Elitan innan føroyskt vinnulív. Umframt fleiri onnur eis­ini. Í fleng kunnu vit nevna Poul Mohr, Jákup Sólstein, Bjarti Mohr, Gunnar Mohr, Meinhard Jacob­sen... Onkrir politikarar, nøk­ur bankafólk – og so Heðin Morten­sen. Øll lurtaðu við andakt, bert smá­vegis avbrotin av hissini fartele­fonum, sum ringdu í ótíð. Tilkom­nir menn, sum av gloymsku høvdu latið hana verið tendraða, og sum í febrilskheit ikki fingu sløkt hana, so hon ringdi út. Men norsku gestarøðararnir tóku alt við »ophøjet ro« sum danir taka til. Gjørdist skramblið av telefonum ov hart, bíðaðu teir siðiligir, til mannamúgvan aftur untist at hoyra teir. Eftir báðar fyrilestrarnar var dúg­liga spurt, og tað vóru áhuga­ verdir og viðkomandi spurningar, tí hetta var skilafólk, ið sat og lýddi á í Klingdruni hendan dag­ in. Gestirnir báðir, Øyvind Birke­ land frá DnB NOR og Helge Leiro Baadstad frá Gjensidige, góvu sær góðar stundir at svara, og svarini vóru útdýpandi og greið. Aftaná, at Gunnar í Liða hevði takkað gestarøðarum og áhoyrar­ um, var »som sig hør og bør« bjóða til pinnamat og okkurt lesk­andi afturvið. Og har gekk prátið dúgliga í góða løtu. Øll tóktust nøgd, og hví ikki. Góðir fyrilestrar, uttan at ein tann einasti so mikið sum geispaði, pinnamatur við víni – ein góður máti at enda arbeiðs­vikuna uppá. Ein góður máti at byrja vikuskiftið uppá. Meðan Føroya Banki kundi vísa á eitt avlop eftir skatt uppá 44 milliónir krónur fyrsta ársfjóðring í ár, hevði kappingar­ neyt­in, Eik Banki, eitt avlop áljóðandi 120,5 milliónir í sama tíðar­skeiði. Men Føroya Banki vinnur alt sítt avlop í Føroyum FÍGGJARVIRKSEMI Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað gongur strúkandi í før­ oyski fíggjarverðini fyri tíðina. Peningastovnarnir boða frá óvanliga stórum avlopi, og tað er vanliga ein ábend­ ing um, hvussu stendur til í restini av samfelagnum. Húsa­prísirnir fara til himm­ als, og tað er fyri stóran part at takka vælvildini frá peningastovnunum at fíggja. Stóru peningastovnarnir fyrireika seg til børsskrá­ set­ing á Virðisbræva­markn­ að Før­oya og Københavns Børs­fond, og ein av treytu­ num fyri hesum er, at lagd­ ur verða fram ársfjórðings­ Stórur áhugi fyri fíggjar­magnatum Stjóri í størsta bankanum í Noregi: um einskiljingina av Føroya Banka: – Latið ikki avgerðarrættin av hondum Føroya Banki b