mánadagur 14. mai 2007síða 29
‹ fyrra síða allar 114 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 91 - 14. mai 2007
29
tíðindi
Stutt Sagt
Grannar berjast
Í gjár vóru harðir bardagar
millum afghanskar og pak
istanskar stjórnarhermenn
á marknaleiðini millum
tey bæði londini. Afghans
kar keldur siga, at bardag
arnir vóru teir harðastu í
fleiri áratíggju, og at fleiri
túsund sivilfólk eru farin
at hjákpa stjórnarhermonn
unum ímóti fíggindanum.
Afghonsku keldurnar vil
ja vera við, at tað vóru
pakistanar, sum byrjaðu
bardagarnar, men tað siga
pakistanar ikki. Pakistan
ska herleiðslan sigur, at
afghanskir hermenn fóru
at skjóta eftir fleiri mark
nastøðum hjá pakistanska
herinum, og at sjey afg
hanskir hermenn lótu lív í
skotbardaganum, sum tók
seg upp aftaná.
Kongur deyður
Kongurin í tí lítla oyggja
ríkinum Samoa, Malietoa
Tanumafili II, doyði um
vikuskiftið, 94 ára gamal.
Malitua bleiv kongur í
Samoa, tá landið fekk
sjálvsstýri frá Ný Sælandi
í 1962. Í sambandi við
deyða kongs segði ný
sælendski forsætisráðharr
in, Helen Clark, at Malitua
hevði stýrt Samoa við vís
dómi og innliti. Malitua
var kongur í samfull 45
ár. Bara teilendski kongur
in, Bhumibol Adulyadej,
og bretska drotningin,
Elisabeth II, hava sitið
longri á trúnuni enn Mail
tua. Bhumibol hevur verið
kongur í 61 ár, og Elisa
beth hevur sitið á bretsku
trúnuni í skjótt 55 ár. Sam
oa er einar 1.400 fjórðing
ar
norðan
fyri
Ný
Sæland.
SPD størstur
Sosialdemokratiski flokk
urin í Týsklandi vann
landspartavalið í Bremen
um vikuskiftið. Flokkurin
fekk millum 37 og 38 pro
sent av atkvøðunum, teir
kristiligu demokratarnir í
CDU fingu góð 25 pro
sent, og Tey Grønu fingu
góð 16 prosent. Bæði
SPD og CDU høvdu aftur
gongd, men roknað verður
við, at SPD fer at skipa
landspartastjórn
saman
við øðrum av hinum flokk
unum. Bremen er tann
minsti av teimum 16 týsku
landspørtunum, og har
hevur verið lutfalsliga
stórt arbeiðasloysi.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
-Verði eg ikki valdur, havi eg ikki verið nóg
dugnaligur. Húðaliturin er ikki tað avgerandi
(Barrask Obama).
útlond
Hóast meirilutin hjá
samgonguni er tann
minsti, sum hugsast
kann, so bendir alt á,
at íslendska stjórnin
verður sitandi.
Stjórnarflokkarnir fingu 13
atkvøður færri enn and
støða, men vallógin ger, at
samgonguflokkarnir fáa 32
tingmenn og andstøðuflokk
arnir 31. Sostatt kann av
røttum sigast, at sigurin hjá
samgonguni var so tepur,
sum hann kundi vera, um
tað yvirhøvur ber til at tosa
um sigur. Í prosentum fingu
samgonguflokkarnir
48,3
prosent av atkvøðuinum og
andstøðan 48,4.
Tann stóri samgonguflok
kurin, Sjálfstæðisflokkurin,
hevði eitt gott val. Hann
fekk tríggjar tinglimir aftur
at og hevur nú 25. Haraftur
ímóti fekk hin samgongu
flokkurin, Framsóknarflokk
urin, ein frammaná. Flokk
urin misti fimm tingmenn
og hevur nú bara sjey, og
tað var júst nóg mikið til at
tryggja samgonguni meiri
lutan í Altinginum.
Umboð fyri teir báðar
samgonguflokkarnar høvdu
fund um støðuna í gjár. Und
an valinum søgdu leiðandi
fólk í Framsóknarflokkin
um, at fekk flokkurin eitt so
vánaligt útslit, sum mein
ingakanningarnar spáddu,
so fór flokkurin neyvan at
halda fram í stjórnini.
Flokkurin gekk eitt sera
vánaligt úrslit, og floksfor
maðurin sjálvur varð ikki
afturvaldur. Kortini vænta
íslendskir
fjølmiðlar,
at
stjórnin verður sitandi. Tað
hevur ljóðað, at samgongan
møguliga fór at bjóða ein
um av andstøðuflokkunum
uppí, men tað hendir neyv
an kortini.
24 nýggj andlit eru í
Altinginum, og 20 av teim
um 63 tinglimunum eru
kvinnur. Undan valinum
vóru tær 19.
Stjórnin verður helst sitandi
Geir H. Haarde verður helst
sitandi sum forsætisráðharri.
Skuldi tað hent, at
demokratiski
flokkurin vrakar
Barrack Obama, so
hevur tað einki við
hansara húðalit at
gera. Tað heldur hann
í hvussu er sjálvur.
Demokratiski flokkurin í
USA kann koma í eina
sjáldsama støðu, tá hann
skal taka støðu til, hvør skal
umboða flokkin á forseta
valinum næsta ár, tí tey
bæði sterkastu valevnini
víkja frá tí vanliga.
Verður Hillary Clinton
uppstillað, kunnu amerikan
ararnir fyri fyrstu ferð nak
rantíð fáa eina kvinnu til
forseta, og verður Barrack
Obama uppstillaður, kunnu
amerikanararnir fáa sín
fyrsta svarta forseta.
Mong halda, at júst húða
liturin kann vera tað, sum
forðar Obama at vinna,
men tað heldur hann ikki
sjálvur. Í samrøðu við sjón
varpið ABC í gjár segði
Obama, at hann fer ikki at
geva húðalitinum skyldina,
verður hann vrakaður sum
forsetavalevni hjá demokrat
unum.
Eg hugsi ikki so nógv
um hatta, men eg veit, at
tað eru veljarar, sum ikki
vilja hava ein littan forseta,
segði Barrack Obama.
Hevur verju
Blaðið New York Daily
News skrivaði um vikuskift
ið, at Secret Service hevur
sett fólk at halda eyga við
Barrack Obama alt sam
døgrið, tí vandi kann vera
fyri, at fólk við rasistiskum
hugsjónum fara at gera seg
inn á hann. Blaðið nevnir,
at á onkrum kjaksíðum á
alnótini hava rasistar umrøtt
spurningin at geva Obama
somu lagnu sum Abraham
Lincoln, ið bleiv myrdur í
1865, tí hann ætlaði at geva
teimum svørtu í USA
atkvøðurætt.
Húðaliturin ikki avgerandi
Barrack Obama.