Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-14, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. mai 2007síða 39

‹ fyrra síða allar 114 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Aalborg er ein býur við alskyns møguleikum, og eitt av teimum tingunum, sum veruliga hevur blómað síðstu árini, er ítróttarlívið í býnum. Bæði í fótbólti, hondbólti, íshockey og øðrum ítróttargeinum eru úrslitini hjá Aalborg fram úr SUMMARKAPPINGIN Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Aalborg, sum liggur út til Lim­ fjørð­in, er størsti býurin í Norður­ jútlandi. Har búgva á leið 120.000 fólk, og tað eru bert tríggir býir í Danmark, nevniliga Keypmanna­ havn, Odense og Aarhus, sum eru størri enn Aalborg. Altantic Airways hevur ikki altíð flogið til Aalborg, men í ár hava teir gjørt av, at hava tveir túrar til Aalborg um vikuna í summ­arhálvuni. Hetta gleðir helst nógvar føroyingar í Norðurjútlandi, tí talið av føroyingum í hesum øki­ num er stórt. Við teimum tveimum túrunum á Aalborg um vikuna verð­ur helst lættari hjá øllum før­ oy­ingunum í Norðurjútlandi at koma heim í summar. Aalborg er annars ein býur við at kalla øllum neyðugum møgu­ leikum. Eitt av tingunum, sum tó hevur blómað í Aalborg síðstu árini, er ítróttarlívið, og her eiga vit føroyingar tveir leikarar á besta fótbóltsliðnum í býnum, AaB. Jón Rói og Súni í AaB AaB byrjaði fyri nøkrum árum síðani eitt skipað arbeiði í felag­ num, har fótbóltur, hondbóltur og íshockey bleiv lagt undir eitt og sama felag. Ætlanin var at bøta um úrslitini í ítróttinum hjá bý­ num, og hetta arbeiði hevur rætti­ liga borið frukt. Fótbóltsfelagið, AaB, hevur í nógv ár verið at talt millum bestu liðini í Danmark. Teir hava vunnið nógv meistaraheiti, og bæði í 1995 og í 1999 eydnaðist teimum at fáa danska meistaraheitið til Aal­borg. Síðstu árini hevur úrtøkan tó verið heldur soltin hjá AaB. Okk­ urt árið hava teir akkurát megnað at hóra undan eini niðurflyting, men síðani felagið byrjaði við skip­aða arbeiðnum fyri fáum árum síðani, er vend tó komin í aftur. Úrslitini eru blivin betri og betri, og í ár liggja teir og kempa um heiðurs­merki. Teir báðir føroysku landsliðsleik­ ararnir, Súni Olsen og Jón Rói Ja­cobsen, eru partar av AaB- liðnum í ár, og serliga Súni hevur verið nógv við eftir jól. Hann hevur spælt á høgra bakki hjá lið­ num, sum í løtuni liggur á einum fjórða plássi í bestu donsku deild­ ini. Munurin upp til OB á øðrum plássi er tó bert trý stig, nú tríggir dystir eru eftir at leika, so bæði Súni og Jón Rói hava ein møgu­ leika at vinna heiðursmerki í Super­liguni. Góð úrslit á øðrum frontum Tað gongur tó ikki bara gott í fót­ bóltinum. Hondbólturin blómar eisini í býnum, og besta kvinnu­ liðið í hondbólti endaði á einum triðja plássi í grundspælinum í ár. Hetta gav teimum eitt pláss í hálv­ finalunum, men her taptu tær fyri Viborg. Menninir hava eisini verið væl við í ár. Teir endaðu á einum sjeynda plássi, og tí rukku teir ikki hálv­­finalunum. Hetta er tó eitt gott úrslit hjá monnunum í Aalborg, sum hava eitt rættiliga ungt og spennandi lið. AaB hevur eisini eitt rættiliga nýtt lið við í bestu íshockeydeildini í Danmark, men eisini her eru úrslitini góð. AaB endaði á einum triðja plássi í ár, og sostatt hava teir ognað sær bronsuheiðurs­merk­ ini her. Aalborg eigur eisini eina ør­grynnu av øðrum góðum ítróttar­ fólki í býnum, og møguleikarnir fyri at íðka ítrótt eru eisini góðir. Aalborg hevur m.a. nógvar golf­ banar bæði fyri tey, sum vilja hugna sær og fyri royndar golf­ spælarar. Harafturat eru feløg í býnum, sum skipað fyri súkklu­ túrum kring Aalborg, tú kanst fara fiskitúrar við bátum av havnarlag­ num í Aalborg, og so eru strendur tætt við, har tú kanst royna teg í bæði vindsurfing, kitesurfing og á vatnski. Puntur nummar 6 av 23 Aalborg: Blómandi ítróttarlív í býnum Súni Olsen og Jón Rói Jacobsen eru báðir partar av blómandi ítróttarlívinum í býnum. Teir spæla nevniliga báðir við besta fótbóltsliðnum hjá AaB, sum hevur ein góðan møguleika at tryggja sær heiðursmkeri í Superliguni í ár