mánadagur 14. mai 2007síða 39
‹ fyrra síða allar 114 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Aalborg er ein býur við
alskyns møguleikum, og
eitt av teimum tingunum,
sum veruliga hevur
blómað síðstu árini, er
ítróttarlívið í býnum. Bæði
í fótbólti, hondbólti,
íshockey og øðrum
ítróttargeinum eru
úrslitini hjá Aalborg fram
úr
SUMMARKAPPINGIN
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Aalborg, sum liggur út til Lim
fjørðin, er størsti býurin í Norður
jútlandi. Har búgva á leið 120.000
fólk, og tað eru bert tríggir býir í
Danmark, nevniliga Keypmanna
havn, Odense og Aarhus, sum eru
størri enn Aalborg.
Altantic Airways hevur ikki
altíð flogið til Aalborg, men í ár
hava teir gjørt av, at hava tveir
túrar til Aalborg um vikuna í
summarhálvuni. Hetta gleðir helst
nógvar føroyingar í Norðurjútlandi,
tí talið av føroyingum í hesum øki
num er stórt. Við teimum tveimum
túrunum á Aalborg um vikuna
verður helst lættari hjá øllum før
oyingunum í Norðurjútlandi at
koma heim í summar.
Aalborg er annars ein býur við
at kalla øllum neyðugum møgu
leikum. Eitt av tingunum, sum tó
hevur blómað í Aalborg síðstu
árini, er ítróttarlívið, og her eiga
vit føroyingar tveir leikarar á
besta fótbóltsliðnum í býnum,
AaB.
Jón Rói og Súni í AaB
AaB byrjaði fyri nøkrum árum
síðani eitt skipað arbeiði í felag
num, har fótbóltur, hondbóltur og
íshockey bleiv lagt undir eitt og
sama felag. Ætlanin var at bøta
um úrslitini í ítróttinum hjá bý
num, og hetta arbeiði hevur rætti
liga borið frukt.
Fótbóltsfelagið, AaB, hevur í
nógv ár verið at talt millum bestu
liðini í Danmark. Teir hava vunnið
nógv meistaraheiti, og bæði í
1995 og í 1999 eydnaðist teimum
at fáa danska meistaraheitið til
Aalborg.
Síðstu árini hevur úrtøkan tó
verið heldur soltin hjá AaB. Okk
urt árið hava teir akkurát megnað
at hóra undan eini niðurflyting,
men síðani felagið byrjaði við
skipaða arbeiðnum fyri fáum
árum síðani, er vend tó komin í
aftur. Úrslitini eru blivin betri og
betri, og í ár liggja teir og kempa
um heiðursmerki.
Teir báðir føroysku landsliðsleik
ararnir, Súni Olsen og Jón Rói
Jacobsen, eru partar av AaB
liðnum í ár, og serliga Súni hevur
verið nógv við eftir jól. Hann
hevur spælt á høgra bakki hjá lið
num, sum í løtuni liggur á einum
fjórða plássi í bestu donsku deild
ini. Munurin upp til OB á øðrum
plássi er tó bert trý stig, nú tríggir
dystir eru eftir at leika, so bæði
Súni og Jón Rói hava ein møgu
leika at vinna heiðursmerki í
Superliguni.
Góð úrslit á øðrum
frontum
Tað gongur tó ikki bara gott í fót
bóltinum. Hondbólturin blómar
eisini í býnum, og besta kvinnu
liðið í hondbólti endaði á einum
triðja plássi í grundspælinum í ár.
Hetta gav teimum eitt pláss í hálv
finalunum, men her taptu tær fyri
Viborg.
Menninir hava eisini verið væl
við í ár. Teir endaðu á einum
sjeynda plássi, og tí rukku teir
ikki hálvfinalunum. Hetta er tó
eitt gott úrslit hjá monnunum í
Aalborg, sum hava eitt rættiliga
ungt og spennandi lið.
AaB hevur eisini eitt rættiliga
nýtt lið við í bestu íshockeydeildini
í Danmark, men eisini her eru
úrslitini góð. AaB endaði á einum
triðja plássi í ár, og sostatt hava
teir ognað sær bronsuheiðursmerk
ini her.
Aalborg
eigur
eisini
eina
ørgrynnu av øðrum góðum ítróttar
fólki í býnum, og møguleikarnir
fyri at íðka ítrótt eru eisini góðir.
Aalborg hevur m.a. nógvar golf
banar bæði fyri tey, sum vilja
hugna sær og fyri royndar golf
spælarar. Harafturat eru feløg í
býnum, sum skipað fyri súkklu
túrum kring Aalborg, tú kanst fara
fiskitúrar við bátum av havnarlag
num í Aalborg, og so eru strendur
tætt við, har tú kanst royna teg í
bæði vindsurfing, kitesurfing og
á vatnski.
Puntur nummar 6 av 23
Aalborg:
Blómandi ítróttarlív í býnum
Súni Olsen og Jón Rói Jacobsen eru báðir partar av blómandi ítróttarlívinum í býnum. Teir spæla
nevniliga báðir við besta fótbóltsliðnum hjá AaB, sum hevur ein góðan møguleika at tryggja sær
heiðursmkeri í Superliguni í ár