Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-15, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. mai 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 92 - 15. mai 2007 Brúka fólk til­vild­ar­lig­ ar dunkar til ham­ straða ben­sin­ið, er stór­ur vandi fyri at dunk­ar­nir fara at leka og at bensinið ek­splod­er­ar Brunatrygd Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Mynd: Jens Kristian Vang Í berum verkfallsótta hava fólk lagt bensin inn undir seg í stórum nøgdum. Men eru dunkarnir ikki góð­kend­ ir, er stórur vandi fyri, at ben­si­ni etsar hol á dunk­ar­ nir,­ so tað lekur út, antin sum veska ella vandamikil damp­ur. – Goymið bensini í góð­ kend­um dunkum og brúkið tað sum skjótast, ljóða ráð­ ini frá Brunaumsjónini og oljufeløgunum. Bensinsølurnar kring land­ið hava havt úr at gera sein­as­tu dagarnar, og longu bil­bíði­ røð­irnar hava víst, at tað hevur verið um at gera hjá fólki at fylla tangar og dunk­ar við bensini. Og olju­ fel­øg­ini hava havt um at ve­ra at fylla olju í tangarnar á skipum, og hjá privatfólki og stovnum. Sambært Niels Juel Nat­te­ stad, stjóra í Statoil Føroya, so seldu teirra bensinsølur í gjár eins nógv bensin enn van­ligt. Vit seldu eins nógv og til 10 dagar, ella einar 300.000 litr­ar, sigur hann. Tendrar við brestin Hann sigur, at um fólk hava keypt bensin upp í dunkar, so hevur tað ómetaliga stór­ an týdning, at tey ikki liggja in­ni við bensini, sum verður goymt í tilvildarligum íløt­ um. - Tendringspunktið hjá brenni­ev­ni verður býtt upp í tríggjar bólkar, har bensin verð­ur bólkað í eldfimasta bólk­in. Tað kann festa í við læg­r­i enn 21 stigum, og enn­ tá eisini við minusstigum, sig­ur Niels Juel Nattestad. - Bensindampur tendrar við brestin, um neisti kemur at! Hav tí bensinið í góð­ kend­um dunkum og undir upp­sý­ni. Eisini fyri at forða børn­um at koma at tí. Set ei­si­ni frámerki á dunkin, so øll vita, at her er talan um ben­sin, sigur Niels Juel Nat­ te­stad, sum annars heitir á fólk um at brúka bensini sum skjótast. Forskotin søla Hákun Djurhuus, stjóri í Før­oya Shell, sigur, at sølan hjá teimum eisini hevur ver­ ið góð seinastu dagarnar. Tal­an hevur tó ikki verið um eykasøla, men sølan hev­ur forskotið seg nakað. - Nú rokna vit við, at søl­ an verður nakað lakari næs­ tu vikurnar, tí fólk hava fylt upp , har tað ber til, sigur hann. Báðir olju-stjórarnir eru tó samdir um, at tað hevur stór­an týdning, at ávara fólk ímóti vandanum við at goy­ma bensin í til­vild­ar­lig­ um dunkum heima í kjall­a­r­ um ella garagum. - Tá fólk bunkra bensin, ber til at keypa góðkendar dunk­ar frá okkum. Verða vit varug við, at fólk fylla upp í tilvildarlig íløt, so ge­ra vit sjálvsagt vart við tað. Men sum øllum kunn­ ugt, so síggja starvsfólkini á støðunum ikki alt sum fyri­ferst úti á upp­fyll­ing­ar­ pláss­inum, sigur Hákun Djur­huus. - Fyll bensinið í bilarnar sum skjótast, og brúkið tað ann­a­rs beinanvegin. Ella ger eitt gerðabýti, so onkur ann­ar kann brúka tað, sigur Há­k­un Djurhuus. Hann greiðir eisini frá, at fólk skulu ikki fara í panikk, um tey hava keypt alt ov nógv, og stúra fyri at brenna in­ni við tí. - Tá ber eisini til at venda sær til brennistøðina, IRF el­la til bilverksmiðjurnar, sum kunnu vegleiða um, hvus­su fólk kunnu beina fy­ri bensininum, ella goyma tað trygt, sigur hann. Bæði oljufeløgini upp lýsa ann­ars, at tað ber ikki til at la­ta keypt bensin inn aftur, tí tá kunnu feløgini ikki trygg­ja, at góðskan er í lagi. Greiðar reglur Sambært Búgva Heðinson Jo­hann­e­sen, málsviðgera í Bru­na­­um­sjón­ini, so veldst vand­­in um, hvussu ben­si­ni verður goymt. - Lóggávan er púra greið. Tað er bert loyvt at goyma 25 upp lagseindir ella litrar av bensini í kjallaranum el­la í garaguni í senn, og tá skal tað vera í góðkendum dunk­um. Viðvíkjandi die­s­ el, er vandin ikki so stórur, og tá er mest loyvda nøgdin eisini 25 upp lagseindir ella 125 litrar. Tó kanst tú ikki bæði goyma 25 l av bensini og 125 l av diesel inni sam­ stund­is, tað er í mesta lagi 25 upp lagseindir av eld­fim­ un løgi. Hann sigur, at vandin við at goyma bensin í ikki góð­ kend­um dunkum kann vera, at bensini kann etsa hol á plastik­ki. Tá kann tað leka úr, bæði sum veska, men ei­si­ni sum dampur. Bensin er sera eldfimt, og tað skal ik­ki meira enn ein neisti til at tendra í. Eru umstøðurnar goym­s­lu­rúm­inum við­vík­ jan­di iltinnihaldi og hita til vild­ar, so er vandi fyri eldi og spreinging. Á heimasíðuni hjá Brun­a­ um­sjón­ini er reglugerðin at fin­na: "Serfyriskipan fyri eld­fim­an løg, § 3.2.2, a)" Suspendering ógildað Rektarin á Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum tók ikki ta røttu avgerðina, tá hon gjørdi av at suspendera leiðaran á Heilsuskúlanum, Susanne Høgh Olesen, tí nakrir lærarar á skúlanum høvdu sent rektaranum kæru um leiðaran. Mentamálaráðið hevur tí ógildað suspenderingina. Ráðið sigur, at deildarleiðarin bleiv ikki hoyrdur, áðrenn hon bleiv suspenderað, og avgerðin stóð heldur ikki mát við avleiðingarnar av suspendering, sigur ráðið. Úr Fólkaflokkinum Í tvey ár var Heðin D. Poulsen formaður í valfelagnum hjá Fólkaflokkinum í Suðurstreymoy, og hann hevur eisini verið í Løgtinginum sum varamaður fyri Óla Breckmann. Men nú hevur hann meldað seg úr Fólkaflokkinum, tí hann er misnøgdur við politikkin hjá flokkinum. Við Dimmalætting sigur hann, at tað var serliga tann nýggja búnaðarlógin, sum fekk bikarið at flóta yvir, tí hon er ikki nóg víðgongd og framskygd. Hamstrað bensin kann vera brandfella Beinsinsølurnar hava selt upp í 10 ferðir so nógv bensin sum vanligt seinastu dagarnar. Men verður bensinið ikki goymt forsvarligt, er stórur vandi fyri at dampurin festir í og spreingist Niels Juel Nattestad, stjóri í Statoil, sigur, at tendringspunktið hjá brennievni verður býtt í tríggjar bólkar, har bensinið kemur undir eldfimasta bólkin Hákun Djurhuus, stjóri í Shell, heitir á fólk um at fylla bensinið í bilarnar sum skjótast, ella at gera eitt gerðabýti, so onkur annar kann brúka tað