týsdagur 15. mai 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 92 - 15. mai 2007
Brúka fólk tilvildarlig
ar dunkar til ham
straða bensinið, er
stórur vandi fyri at
dunkarnir fara at leka
og at bensinið
eksploderar
Brunatrygd
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Mynd: Jens Kristian Vang
Í berum verkfallsótta hava
fólk lagt bensin inn undir
seg í stórum nøgdum. Men
eru dunkarnir ikki góðkend
ir, er stórur vandi fyri, at
bensini etsar hol á dunkar
nir, so tað lekur út, antin
sum veska ella vandamikil
dampur.
– Goymið bensini í góð
kendum dunkum og brúkið
tað sum skjótast, ljóða ráð
ini frá Brunaumsjónini og
oljufeløgunum.
Bensinsølurnar
kring
landið hava havt úr at gera
seinastu dagarnar, og longu
bilbíðirøðirnar hava víst, at
tað hevur verið um at gera
hjá fólki at fylla tangar og
dunkar við bensini. Og olju
feløgini hava havt um at
vera at fylla olju í tangarnar
á skipum, og hjá privatfólki
og stovnum.
Sambært Niels Juel Natte
stad, stjóra í Statoil Føroya,
so seldu teirra bensinsølur í
gjár eins nógv bensin enn
vanligt.
Vit seldu eins nógv og til
10 dagar, ella einar 300.000
litrar, sigur hann.
Tendrar við brestin
Hann sigur, at um fólk hava
keypt bensin upp í dunkar,
so hevur tað ómetaliga stór
an týdning, at tey ikki liggja
inni við bensini, sum verður
goymt í tilvildarligum íløt
um.
Tendringspunktið hjá
brennievni verður býtt upp
í tríggjar bólkar, har bensin
verður bólkað í eldfimasta
bólkin. Tað kann festa í við
lægri enn 21 stigum, og enn
tá eisini við minusstigum,
sigur Niels Juel Nattestad.
Bensindampur tendrar
við brestin, um neisti kemur
at! Hav tí bensinið í góð
kendum dunkum og undir
uppsýni. Eisini fyri at forða
børnum at koma at tí. Set
eisini frámerki á dunkin, so
øll vita, at her er talan um
bensin, sigur Niels Juel Nat
testad, sum annars heitir á
fólk um at brúka bensini
sum skjótast.
Forskotin søla
Hákun Djurhuus, stjóri í
Føroya Shell, sigur, at sølan
hjá teimum eisini hevur ver
ið góð seinastu dagarnar.
Talan hevur tó ikki verið
um eykasøla, men sølan
hevur forskotið seg nakað.
Nú rokna vit við, at søl
an verður nakað lakari næs
tu vikurnar, tí fólk hava fylt
upp, har tað ber til, sigur
hann.
Báðir oljustjórarnir eru
tó samdir um, at tað hevur
stóran týdning, at ávara
fólk ímóti vandanum við at
goyma bensin í tilvildarlig
um dunkum heima í kjallar
um ella garagum.
Tá fólk bunkra bensin,
ber til at keypa góðkendar
dunkar frá okkum. Verða
vit varug við, at fólk fylla
upp í tilvildarlig íløt, so
gera vit sjálvsagt vart við
tað. Men sum øllum kunn
ugt, so síggja starvsfólkini
á støðunum ikki alt sum
fyriferst úti á uppfyllingar
plássinum, sigur Hákun
Djurhuus.
Fyll bensinið í bilarnar
sum skjótast, og brúkið tað
annars beinanvegin. Ella
ger eitt gerðabýti, so onkur
annar kann brúka tað, sigur
Hákun Djurhuus.
Hann greiðir eisini frá, at
fólk skulu ikki fara í panikk,
um tey hava keypt alt ov
nógv, og stúra fyri at brenna
inni við tí.
Tá ber eisini til at venda
sær til brennistøðina, IRF
ella til bilverksmiðjurnar,
sum kunnu vegleiða um,
hvussu fólk kunnu beina
fyri bensininum, ella goyma
tað trygt, sigur hann.
Bæði oljufeløgini upplýsa
annars, at tað ber ikki til at
lata keypt bensin inn aftur,
tí tá kunnu feløgini ikki
tryggja, at góðskan er í
lagi.
Greiðar reglur
Sambært Búgva Heðinson
Johannesen, málsviðgera í
Brunaumsjónini, so veldst
vandin um, hvussu bensini
verður goymt.
Lóggávan er púra greið.
Tað er bert loyvt at goyma
25 upplagseindir ella litrar
av bensini í kjallaranum
ella í garaguni í senn, og tá
skal tað vera í góðkendum
dunkum. Viðvíkjandi dies
el, er vandin ikki so stórur,
og tá er mest loyvda nøgdin
eisini 25 upplagseindir ella
125 litrar. Tó kanst tú ikki
bæði goyma 25 l av bensini
og 125 l av diesel inni sam
stundis, tað er í mesta lagi
25 upplagseindir av eldfim
un løgi.
Hann sigur, at vandin við
at goyma bensin í ikki góð
kendum dunkum kann vera,
at bensini kann etsa hol á
plastikki. Tá kann tað leka
úr, bæði sum veska, men
eisini sum dampur. Bensin
er sera eldfimt, og tað skal
ikki meira enn ein neisti til
at tendra í. Eru umstøðurnar
goymslurúminum viðvík
jandi iltinnihaldi og hita til
vildar, so er vandi fyri eldi
og spreinging.
Á heimasíðuni hjá Bruna
umsjónini er reglugerðin at
finna: "Serfyriskipan fyri
eldfiman løg, § 3.2.2, a)"
Suspendering ógildað
Rektarin á Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum tók ikki ta røttu avgerðina, tá hon gjørdi av at
suspendera leiðaran á Heilsuskúlanum, Susanne Høgh Olesen, tí nakrir lærarar á
skúlanum høvdu sent rektaranum kæru um leiðaran. Mentamálaráðið hevur tí ógildað
suspenderingina. Ráðið sigur, at deildarleiðarin bleiv ikki hoyrdur, áðrenn hon bleiv
suspenderað, og avgerðin stóð heldur ikki mát við avleiðingarnar av suspendering,
sigur ráðið.
Úr Fólkaflokkinum
Í tvey ár var Heðin D. Poulsen formaður í valfelagnum hjá Fólkaflokkinum í
Suðurstreymoy, og hann hevur eisini verið í Løgtinginum sum varamaður fyri Óla
Breckmann. Men nú hevur hann meldað seg úr Fólkaflokkinum, tí hann er misnøgdur
við politikkin hjá flokkinum. Við Dimmalætting sigur hann, at tað var serliga tann
nýggja búnaðarlógin, sum fekk bikarið at flóta yvir, tí hon er ikki nóg víðgongd og
framskygd.
Hamstrað bensin kann vera brandfella
Beinsinsølurnar hava selt upp
í 10 ferðir so nógv bensin sum
vanligt seinastu dagarnar. Men
verður bensinið ikki goymt
forsvarligt, er stórur vandi fyri
at dampurin festir í og spreingist
Niels Juel Nattestad, stjóri í Statoil, sigur, at tendringspunktið
hjá brennievni verður býtt í tríggjar bólkar, har bensinið kemur
undir eldfimasta bólkin
Hákun Djurhuus, stjóri í Shell, heitir á fólk um at fylla
bensinið í bilarnar sum skjótast, ella at gera eitt gerðabýti, so
onkur annar kann brúka tað