Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-15, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. mai 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 92 - 15. mai 2007 Arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevarar skrivaðu søgu í morgun, tá ið tey skrivaðu undir ein trý ára sáttmála, sum allir partar eru nøgdir við Semja Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Hetta er frægasti sáttmáli, vit hava fingið í fleiri ár. Hetta er skoðsmálið, sum Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, gev­ur sáttmálanum, sum varð undirskrivað við ar­beiðsgevararnar klokkan hálv­gum níggju í morgun. Og starvsfelagið hennara, formaðurin í Havnar Ar­ beiðs­­mannafelag, Hans Joen­sen, er samdur, tí hann kallar hendan sáttmálan eitt stórt framstig. Kortini vilja arbeiðara­fe­ løgini ikki strekkja seg longri enn til at siga, at tey eru hampiliga væl nøgd við sáttmálan, tí tey kundu altíð ynskt sær okkurt afturat. Hinvegin eru tey sera væl nøgd við, at samfelagið slapp undan einum lemjandi arbeiðsteðgi. Men samstundis hava ar­beiðarafeløgini og ar­beiðs­ gevararnir skrivað arbeiðs­ marknaðarsøgu, tí sáttmálin hesuferð er ein trý ára sátt­ máli og hetta er fyrstu ferð í søguni at tey skrivað undir ein sáttmála ið gongur yvir trý ár. Ingeborg Vinther sigur, at hesi trý árini, sáttmálin fevn­ir um, hækkar lønin nokk so fitt, umframt at eitt prosent verður lagt afturat eftirlønini hvørt ár. Tilsamans er talan um eina hækking upp á góð 11% í lønum og eftirløn­ um. Men harafturat eru við­ bøtur hækkaðar, eins og ískoyti fyri starvsaldur er hækkað. Tað merkir, at tann, sum arbeiðir ávíst ára­ mál í sama arbeiði, fær ser­ liga viðbót. Og skiftir løn­ tak­ari arbeiðsgevara, fylgir starvsaldurin við. Hans Joensen, formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag kallar sáttmálan eitt stórt framstig, tí uttan at hann hevur roknað tað út nágreiniliga, metir hann, at munurin ímillum láglønt og hálønt er minkað eitt sindur. Hann heldur, at ein orsøk til, at tað bar til at finna semju, er tann, at arbeið­ara­ feløgini hava alla tíðina gjørt púra greitt, at tey fóru undir ongum umstøðum at góðtaka eina semju, sum hevði økt enn meiri um stætta­munin í Føroyum. Bæði arbeiðarafeløg­ ini og arbeiðsgevar­ar­ nir rósa semings­ monn­­u­num fyri eitt sera hegnisligt arbeiði semja er um, at teir eiga stóran heiður av, at tað eydnaðist at skriva undir nýggjan sáttmála í morgun Semja Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tá ið tað eydnaðist at finna semju ímillum tey fimm ar­beiðarafeløgini og arbeiðs­ gevararnar í morgun, var tað ikki minst semings­ monnunum fyri at takka. Bæði arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnir rósa sem­ingsmonnunum, Terja Sigurðssyni og Símuni Absa­lonsen fyri avbera hegn­isligt arbeiði. - Semingsmenninir gjørdu eitt gott arbeiði, sigur Ingeborg Vinther. Hon sigur, at semings­ menn­inir gjørdu nógv burtu rúr at ganga ímillum part­ arnar og tí vistu tey alla tíð­ ina, hvat lá á borðinum. - Teir spældu alla tíðina við púra opnum kortum og sostatt kom semings­upp­ skotið ikki óvart á okkum, tá ið tað kom. Tað var ein sera góður máti at arbeiða upp á, sigur Ingeborg Vinth­ er Formaðurin í Havnar Ar­beiðsmannafelag sigur, at Semingsmenninir komu tíðliga við eini skitsu, sum síðani varð bygt út og broytt so hvørt. - Sostatt vistu vit, nokk so nágreiniliga, hvat kom at standa í semingsupp­skoti­ num, longu tá ið tað varð lagt fram, sigur hann. Eisini Jan Mortensen gevur semingsmonnunum heiðurin av, at tað hepnaðist so væl. - Teir eiga avgjørt rós uppiborið fyri at hava gjørt eitt gott arbeiði. Teir ar­beiddu nógv, vóru ógvu­ liga virknir og gingu íðuliga ímillum partarnar. Teir høvdu eisini hugflog og tóku ymisk viðurskifti við, sum ikki eru vanlig at hava við í eini seming, eitt nú spurningin um starvsaldur og skiftivakt. Annars plaga semingar mest at snúgva seg burturav um tímalønir, men alt hetta gjørdi avgjørt sítt til, at tað hepnaðist at finna semju, sigur Jan Mort­ensen. Ongar semingar líkjast Sjálvir hevur Terji Sigurðs­ son ikki so góðan hug til at gera so nógv burturúr teirra leikluti. - Semingsroyndirnar hava verið drúgvari enn tær tykj­ ast, tí vit høvdu samband við partarnar væl áðrenn vit settust á Hotel Føroyum á miðdegi í gjár. - Vit hava havt samband við partarnar hvør í sær í alla farnu viku, sigur hann Hann heldur ikki at teir tilvitað løgdu ein øðrvísi tak­tikk hesuferð, enn teir hava gjørt áður. - Ongar semingsroyndir eru eins og tað eru ongar semingsroyndir, sum eru lættari ella torførari enn aðrar. - Tað, sum gjørdi, at tað endaði við semju, var, at báðir partar kendu sína ábyrgd, hóast teir uppruna­ liga vóru rættiliga ósamdir, sigur Terje Sigurðsson. Sjálvur vil semings­mað­ urin ikki siga, hvussu nógv sáttmálin gevur í lønar­hækk­ ingum og sostatt, hvussu nógv, hann kostar arbeiðs­ gev­arunum. - Tað kann vera ymiskt, hvussu partarnir lesa og tulka sáttmálan, so tað er ikki ein spurningur, sum vit fara at leggja okkum út í, sigur Terje Sigurðsson. Besta semja í fleiri ár Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag og Jóan Páll Joensen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag, ynskja hvørjum øðrum tillukku. Og tað kunnu tey eisini, tí hvørgin teirra eru ónøgd við úrslitið Dugdu væl at leita eftir semjum Allir partar eru samdir um, at semingsmenninir, Símun Absalonsen, ytst høgrumegin og Terje Sigurðsson næstytst høgrumegin, eiga rós uppiborið fyri semingsroyndina. Her gj’gnumganga teir semingsuppskotið við Johan Páll Joensen, formanni í Føroya Arbeiðsgevarafelag, ímeðan Ingeborg Vinther og Hans Joensen lurta eftir