Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-15, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. mai 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 92 - 15. mai 2007 Avloysarin hjá Bárði Nielsen í Fígg­jar­mála­ ráð­num, Magni Laksa­ foss, hevur funnist harð­liga at skatta­pol­i­ tik­­kinum hjá sam­ gong­­u­ni. Tað ger hann fram­vegis. politikkUR Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Spurdur um, hvussu hann fer at seta dám á fíggjar- og skatta­po­li­tikkin hjá sam­ gong­uni, sigur avloysararin hjá Bárði Nielsen, at tað er av­mark­að, hvat hann kann ge­ra upp á sjey-átta mán­að­ ir. - Skattapolitikkin er tor­ ført at gera nakað við, tí hes­ in er rættiliga tætt tengdur at samgonguavtaluni, sum eg sjálvandi verði noyddur at yvirhalda. Hinvegin havi eg góðar møguleikar at á­vir­ ka fíggjarlógina fyri 2008, og tað ætli eg mær at gera, sigur Magni Laksafoss. Hvussu? - Tað fái eg ikki sagt, fyrr enn eg havi sett meg ná­­ greini­­li­­ga inn í, hvussu støð­ an er júst í løtuni. Til dømis við nýtsluni, og um nýtslan skal tálmast. Vit vita heldur ik­ ki, um húsaprísirnir hava topp­að, ella teir framvegis eru á veg uppeftir. Tað er týd­n­i­ng­armikið at vita, hvus­su konjukturstøðan er og gera inntriv út frá hesum. Hin­ veg­i­n, so eru vit í einum val­ári, og tá er rættiliga av­mark­að, hvat ber til at ge­ra, sigur Magni Laksa­ foss, sum er útbúgvin bú­skap­ar­frøð­ingur (cand. polit.) í 1998 á Lærda Há­skúl­an­um í Keyp­man­na­ havn. Hann er í løtuni í ferð við at skriva ein phd-ritgerð um, hvussu vøkstur kann skap­ast í føroyska bús­ka­p­in­ um. Nakað, sum má sigast at vera rættiliga relevant fy­ri starvið sum fígg­ja­r­mála­ ráð­harri. Ritgerðin, sum hann ger ígjøg­num Roskilde Uni­ver­ si­tet­scenter, skuldi vera lið­ ug í ár, men orsakað av nýgg­ja og krevjandi starv­in­ um, verður avhendingin væn­tan­di útsett. Stillar upp til løg­­tings­ valið Magni Laksafoss er 37 ára gam­al, ættaður úr Klaksvík, men búsitandi í Streymnes sam­an konuni Bodil og døt­ run­um Noomi og Tórunn, ið eru ávikavist 14 og átta ára gamlar. Nýggi lands­ stýris­ mað­u­rin var upp­still­ að­ur fyri Sambandsflokkin í Norðoyggjum við løg­tings­ val­ið í 2002, har hann gjørd­ ist nummar trý á Sam­band­ list­an­um við 80 akvøðum. Fram­man­fyri hann vóru Bjørn Kalsø við 192 at­kvøð­ um og John Kári Jakobsen við 116 atkvøðum. Tá Magni Laksafoss still­ ar upp aftur til valið í januar, verð­ur tað ikki í Norð­oygg­ jum, men antin í Norður- el­la Suðurstreymoy. Klokkan 11.15 fyrrapartin í dag útnevndi Jóannes Ei­des­gaard, løgmaðuri, Mag­na Laksafoss til lands­ stýris­ mann í fíggjarmálum. Hann tók við beinanvegin og var á sínum fyrsta lands­ stýrisfundi longu í morgun. Magni heldur fast við atfinningar Ákærunar frá Sambandsflokkinum um avtalubrot fær nú løg­mann til at bíta frá sær. – Tað er ótrúligt, at leiðslan í Sam­ bands­flokk­inum vel­ ur at fremja kara­k­ter­ morð á meg, ístaðin fy­ri at viðganga, at flokk­ur­in hevur gjørt eitt vónleyst val av ein­ um landsstýrismanni, sig­ur Jóannes Ei­des­gaard politikkUR Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Rumblið, um valið av avloysara fyri Bárð Nielsen sum landsstýrismann, held­ ur fram. Tá formaðurin í Sam­bands­flokkinum, Kaj Leo Johannesen, í gjár tók seg aftur sum lands­stýris­ evni, endurtók hann á­kær­ur­ nar móti løgmanni um av­talu­brot, tí hann ikki vildi for­ða fyri, at Heðin Mor­ten­ sen kom á ting fyri Kaj Leo Jo­hanne­sen, sum skuldi í lands­stýr­ið. - Eg haldi tað vera topp­ mált naivt av leiðsluni í Sam­bands­flokk­inum at hal­ da, at eg kann forða fyri, at Heðin Mortensen kemur á ting, tí gjørdi eg tað, hevði eg framt brot á stýris­ skipa­ nar­lóg­ina, og so var eg ikki lø­g­maður longur. Hetta áttu bæði Kaj Leo Johannesen og Lisbeth L. Petersen at vi­ta. Eftir øllum at døma du­ga hvørki fyrrverandi el­­ la núverandi formaðurin í Sam­­band­­s­flokkinum tær po­­­lit­­­is­­ku spælireglurnar. Ístað­­­in velja tey at fremja kar­­ak­ter­­morð á meg sum løg­mann, við at geva mær skuld­­ina fyri teirra mistøk, sig­ ur Jóannes Eidesgaard. Sambært løgmanni fyri­ ligg­ur ongin avtala um leik­ lut­in hjá Heðini Mortensen, ið er triði maður á listanum hjá Sambandsflokkinum og harvið eykamaður hjá bæði Kaj Leo Johannesen og Lis­ beth L. Petersen. Eftir kommunuvalið í no­­ vem­­ber 2004 varð Heðin Mor­­ten­­sen tveittur úr Sam­ bands­­flokk­­inum, tí hann val­­di at skipa býr­áðs­sam­ gon­gu við Javnaðarflokkin og Tjóðveldisflokkin. - Eg kann vátta, at vit høvdu fund, har vit prátaðu við Heðin Mortensen fyri at royna at umganga, at støð­ an í býráðnum ikki fekk á­virk­an á samgonguna, sum tá var nýggj. Og Heðin Mor­ ten­sen hevur eisini hildið orð og givið samgonguni frið, men sjálvandi hevur hann fullan rætt til at krevja ting­sess­in í eini slíkari støðu sum hesari. Tað fái eg onki gjørt við, og hetta átti Sambandsflokkurin at vita. Í stýriskipanarlógini stendur heilt greitt, at tingsessurin er persónligur, og at tað er tann valdi og aleina hann, ið avger, um sessurin skal verða hansara ella ikki, sig­ ur Jóannes Eidesgaard. Skelkaður Fær hetta fylgjur fyri sam­ gong­una? - Tað vóni eg ikki, tí eg haldi, vit higartil hava havt eitt gott samstarv, sjálvt um tað onkuntíð hevur verið ósem­ja millum ávísar sam­ gon­­gu­­tingmenn, sigur Jóan­ nes Eidesgaard. Men kanst tú liva við slík­ um ákærum móti tær sum løg­man­ni? - Eg haldi, tað er meiri ein spurningur, um Sam­ bands­flokk­urin kann liva við einum samgonguleiðara, sum teir ákæra fyri av­talu­ brot. Sjálvur velji eg at trúg­ va, at tað er politisk ó­vitin­ heit, at bæði Kaj Leo og Lisbeth halda meg kunna ger­an nakað við ein inn­an­ hýs­is trupulleika í Sam­ bands­flokk­inum. Við at vel­ ja eitt umboð í Suðurstreymi, er flokkurin sjálvur komin sær í hesa støðuna. Tað áttu tey at vita frammanundan. Er eri skelkaður av, at tey ge­va mær skuldina fyri teir­ ra egnu mistøk og enntá krev­ja av mær, at eg skal bró­ta lógina, sigur Jóannes Ei­des­gaard. Spurdur um, hvat hann held­ur um nýggja lands­ stýris­ mann­in, sum altso ikki gjørdist Kaj Leo Jo­han­ ne­sen, men Magni Laksa­ foss, sigur løgmaður, at hann ikki kennir Magna nak­að serligt. Men, sigur hann: - Tað er ongin ivi um, at fak­l­igu førleikarnir eru í lagi, og hetta er altíð ein fyri­mun­ur, tá ein skal taka við so krevjandi posti. Nak­ að annað er so, at hann skal læra tað politiska hand­verk­ ið, men tað skal nokk koma. Har er hann sjálvandi altíð væl komin at leita sær ráð hjá okkum øðrum, sigur Jóannes Eidesgaard. Løgmaður: Kaj Leo fremur karaktermorð á meg Jóannes Eidesgaard, løgmaður, sigur seg vera skelkaðan av ákærunum frá leiðsluni í Sambandsflokkinum, sum vil hava hann at bróta stýrisskipanarlógina. Kortini ætlar hann ikki, at hetta skal fáa fylgjur fyri samgonguna Savnsmynd - Eg eri fegin um hen­ da møguleikan at fara út í Fíggjarmálaráðið at royna teori’irnar av í praksis. - Hetta er ein spenn­an­ di avbjóðing, sigur Mag­ni Laksáfoss. Ráðharri Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Fyrrapartin í dag fór Magni Laksá­foss úr Sam­bands­ flokk­inum í ar­­beiðs­hand­s­k­ a­r­­nar sum nýggjur fígg­jar­ má­la­ráðharri. Á skránni var fyrst ein lands­stýris­ fundur, síðani mót­tø­ka í Tinganesi fyri fjøl­mið­ la­fólki og seinni fyri starvs­fólkum sínum í Fígg­ jar­málaráðnum. Fyrsta uppgávan hjá Mag­ na verður at hyggja eftir, hvus­su búskapurin veruliga er fyri í løtuni og hvørji út­lit eru fyri tað komandi ár­ið. - Tað er í veruleikanum het­ta, sum avger, hvussu karm­ur­in verður fyri eina kom­an­di fíggjarlóg. - Hetta verður eisini størs­ ta uppgáva mín sum fígg­jar­ m­á­la­ráð­harri, sigur Magni Laksá­foss. Fakliga væl fyri Á samkomuni í Tinganesi nýt­ti løgmaður høvið at be­ra fram øll góðynski til nýggja fígg­ja­­rm­ál­ar­áð­har­r­ an. - Vit hava havt ein góðan fígg­jar­málaráðharra, og tí set­ur tað krøv til tann, sum skal loysa Bárður av. - Men í Magna hava vit fing­ið ein góðan mann, sum fakliga er væl fyri til het­ta krevjandi starvið. Við hon­um verður henda upp­ gáv­an røkt til fulnar, sigur Jó­an­nes Eidesgaard um nýgg­ja starvsfelaga sín. Skotbráðið hjá Magna at seta síni fingramerki á land­ s­ins fíggjarpolitikk er stutt, tí val verður til løgtingið í sein­ as­ta lagi í januar koman­ di ár. - Hóast tíðarskeiðið ikki er langt, so gleði eg meg til upp­gáv­una, sigur Magni. Fyrsti fundur hjá fígg­ jar­mála­ráð­harranum - Skotbráðið hjá mær er stutt, sigur Magni Laksáfoss, sum her verður tráspurdur av tíðindafólki Mynd: Jens Kr. Vang