Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-15, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. mai 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 92 - 15. mai 2007 Vilja hava sálarfrøðing Foreldur í grønlendsku bygdini Qaanaaq eru vónsvikin av frágreiðingini, sum Karen Littauer hevur skrivað um viðurskiftini í bygdini. Tey siga, at á einum skeiði fekk Karen Littauer børini at siga sær, hvussu nógv foreldrini drukku, og hvussu tey høvdu tað, og børnini sluppu ikki at tosa við foreldrini. Foreldrini siga, at hetta hevur lagt stórt sálarligt trýst á børnini, og nú vilja tey hava ein sálarfrøðing til bygdina at hjálpa børnunum. Millumlendi við sjúklingi Altjóða flogvøllurin í Keflavík í Íslandi fekk seinnapartin í gjár vitjan av einum stórum gesti, tá eitt flogfar av slagnum Boeing 777-300 hjá franska flogfelagnum Air France setti seg har. Flogskiparin bað um loyvi at millumlenda í Keflavík, tí eitt av ferðafólkunum var vorðið sjúkt. Flogfarið fekk sjálvandi lendingarloyvi, og ferðafólkið slapp á sjúkrahús í Reykjavík. Boeing 777-300 vigar 300 tons og tekur millum 300 og 400 fólk. At løgmaður nú royn­ ir at skjóta seg inn undir stýrisskip­anar­ lógina broytir ikki tann veruleika, at avtalan okkara mill­ um var p­úra greið: Heðin skuldi ikki ger­ ast nøkur forðing POLITIKKUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Formaður Sambandsflok- sins er ikki í iva. Hann, sum formaður í einum politisk- um flokki, hevði eina avtalu við Jóannes Eidesgaard, sum formann í øðrum polit- iskum flokki. Avtalan var sambært Kaj Leo púra greið: Kom tað hartil, at antin hann ella Lis- beth Petersen fóru úr tingin- um av einihvørjari orsøk, so skuldi Heðin Mortensen ikki gerast nøkur forðing fyri, at næsti maður (eftir Heðin) kom á ting. Tað, at blanda stýrisskip- anarlóg og annað fyrifallan- di upp í hesa avtalu, heldur Kaj Leo Johannesen lítið um. Tá eg geri eina avtalu við í hesum føri Jóannes Eides- gaard, so rokni eg við, at hann hevur sítt bakland í ordan, og at hann kann hal- da ta avtalu, sum hann ger, sigur Kaj Leo Johannesen. Hann dylir heldur ikki fyri, at hann er vónbrotin av mátanum, sum Sosialurin hevur handfarið málið, tí hann metir ikki, at tað, ið er ført fram í blaðnum, er í tráð við veruleikan. -Eg kenni meg illa av at fáa so nógvar lortaspannir oman yvir meg. Men eg havi valt at líta frameftir og lata farið vera farið, sigur Kaj Leo Johannesen. Trúvirði løgmans Kaj Leo Johannesen er óg- vuliga vónbrotin av tí, sum hann nevnir at renna undan ábyrgd. Tí tað er tað, sum løgmaður í hansara verð ger. Eitt orð er eitt orð, og ein avtala er ein avtala. Men sjálvt um avtalan í hesum føri ikki er innfríað av løg- manni, so fari eg kortini framyvir at trúgva einum orði frá einum floksforman- ni, sigur Kaj Leo Johanne- sen. Hann vísir á, at tá hann gjørdi hesa avtaluna, so roknaði hann við, at Jóannes Eidesgaard hevði tryggjað sær, at hann kundi halda tað, sum hann lovaði. Formaður Sambandsflok- sins metir tí, at tað er løg- maður heldur enn hann sjálvur, sum hevur ein tru- pulleika við trúvirðinum. Kaj Leo Johannesen legg- ur tó dent á, at hetta málið nú er farið afturum, og at hann nú vil líta frameftir heldur enn at vevja í tí sama. Og sum nevnt hevur hann ikki mist trúnna upp á at eitt orð er eitt orð, og ein avtala er nakað, ein kann rokna við og líta á. Tað var naivt at hug­ sa, at Heðin Morten­ sen skuldi latið sín p­ersónliga tingsess frá sær til ein av argas­ tu p­olitisku fíggindun­ um, heldur Sjúrður Skaale, samfelagsfrøðingur POLITIKKUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo -Kaotiskt! Soleiðis skýrir Sjúrður Skaale, samfelagsfrøðingur, málið um setanina av nýggja landsstýrismannin- um hjá Sambandsflokk- inum. - Málið tykist ógvuliga illa umhugsað. Tað var naivt av Sambandsflokk- inum at halda, at Heðin Mortensen skuldi latið sín tingsess til ein av argastu politisku fíggindum sínum, Høgna Mikkelsen, sigur Sjúrður Skaale. Hann heldur samstundis, at tað er beinleiðis tragiskt, at eitt persópnsmál nú skuggar yvir eitt so álvars- ligt mál sum lógina um vin- nuligan fiskiskap, ið liggur í tinginum í løtuni. - Tað má sigast at vera harmiligt, at stríð og agg millum persónar skal fáa alla umrøðuna, meðan eitt so álvarsligt mál sum lógin um vinnuligan fiskiskap púra verður sett í aðru røð. Tað átti at fingið umrøðu heldur enn Heðin, Jóannes, Kaj Leo ella Høgni, sigur Sjúrður Skaale. Hetta er sama skilið sum undir síðstu samgongu, tá persónsmál eisini kávaðu út yvir politiska innihaldið, heldur Sjúrður Skaale. Bara menn Talan er bara um glantrileik við ongum innihaldi, og tað verður ikki betri av, at fjøl- miðlarnir glaðbeintir bera brenni á bálið. - Politikarar eins væl og fjølmiðlarnir áttu at víst størri ábyrgd. Teir áttu at hugsa seg betri um, tí tað, sum fer fram nú, er ikki til gagns fyri nakran, sigur Sjúrður Skaale. Hann heldur eisini, at tað lekur álvarsliga millum teo- ri og praksis hjá Sambands- flokkinum, tí teir tosa um javnstøðu, men tá til stykkis kemur, er bara talan um mannfólk. - Teir hava havt eini tíggju evnir til landsstýrisfólk, og ikki eitt tað einasta konufólk er ímillum. Tað samsvarar illa við tað, sum teir siga seg vilja, vísir Sjúrður Skaa- le á. Hann viðgongur tó, at fjølmiðlarnir eiga sín rætt til at útnytta slík persónsmál, tí tað er nakað, ið øll kunnu fyrihalda seg til, og tí eisini nakað, ið selur fleiri bløð. Men tað stutta av tí langa er kortini, at Sambandsflokk- urin átti at kanna sítt bak- land betri, áðrenn meldað var út um nýggjan fíggjar- málaráðharra, metir samfel- agsfrøðingurin. Kaj Leo Johannesen, formaður Sambandsfkoksins: Avtalan var p­úra greið Sjúrður Skaale, samfelagsfrøðingur: Málið illa umhugsað Kaotiskt, heldur Sjúrður Skaale um støðuna hjá Sam­ bandsflokkinum í sambandi við setan av nýggjum lands­ stýrismanni. Kaj Leo Johannesen, formaður Sambandsfloksins, vil lata farið vera farið, og heldur líta frameftir.