týsdagur 15. mai 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 92 - 15. mai 2007
Vilja hava sálarfrøðing
Foreldur í grønlendsku bygdini Qaanaaq eru vónsvikin av frágreiðingini, sum Karen
Littauer hevur skrivað um viðurskiftini í bygdini. Tey siga, at á einum skeiði fekk Karen
Littauer børini at siga sær, hvussu nógv foreldrini drukku, og hvussu tey høvdu tað, og
børnini sluppu ikki at tosa við foreldrini. Foreldrini siga, at hetta hevur lagt stórt
sálarligt trýst á børnini, og nú vilja tey hava ein sálarfrøðing til bygdina at hjálpa
børnunum.
Millumlendi við sjúklingi
Altjóða flogvøllurin í Keflavík í Íslandi fekk seinnapartin í gjár vitjan av einum stórum
gesti, tá eitt flogfar av slagnum Boeing 777-300 hjá franska flogfelagnum Air France
setti seg har. Flogskiparin bað um loyvi at millumlenda í Keflavík, tí eitt av ferðafólkunum
var vorðið sjúkt. Flogfarið fekk sjálvandi lendingarloyvi, og ferðafólkið slapp á
sjúkrahús í Reykjavík. Boeing 777-300 vigar 300 tons og tekur millum 300 og 400
fólk.
At løgmaður nú royn
ir at skjóta seg inn
undir stýrisskipanar
lógina broytir ikki
tann veruleika, at
avtalan okkara mill
um var púra greið:
Heðin skuldi ikki ger
ast nøkur forðing
POLITIKKUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Formaður Sambandsflok
sins er ikki í iva. Hann, sum
formaður í einum politisk
um flokki, hevði eina avtalu
við Jóannes Eidesgaard,
sum formann í øðrum polit
iskum flokki.
Avtalan var sambært Kaj
Leo púra greið: Kom tað
hartil, at antin hann ella Lis
beth Petersen fóru úr tingin
um av einihvørjari orsøk,
so skuldi Heðin Mortensen
ikki gerast nøkur forðing
fyri, at næsti maður (eftir
Heðin) kom á ting.
Tað, at blanda stýrisskip
anarlóg og annað fyrifallan
di upp í hesa avtalu, heldur
Kaj Leo Johannesen lítið
um.
Tá eg geri eina avtalu við
í hesum føri Jóannes Eides
gaard, so rokni eg við, at
hann hevur sítt bakland í
ordan, og at hann kann hal
da ta avtalu, sum hann ger,
sigur Kaj Leo Johannesen.
Hann dylir heldur ikki
fyri, at hann er vónbrotin av
mátanum, sum Sosialurin
hevur handfarið málið, tí
hann metir ikki, at tað, ið er
ført fram í blaðnum, er í
tráð við veruleikan.
-Eg kenni meg illa av at
fáa so nógvar lortaspannir
oman yvir meg. Men eg
havi valt at líta frameftir og
lata farið vera farið, sigur
Kaj Leo Johannesen.
Trúvirði løgmans
Kaj Leo Johannesen er óg
vuliga vónbrotin av tí, sum
hann nevnir at renna undan
ábyrgd. Tí tað er tað, sum
løgmaður í hansara verð
ger.
Eitt orð er eitt orð, og ein
avtala er ein avtala. Men
sjálvt um avtalan í hesum
føri ikki er innfríað av løg
manni, so fari eg kortini
framyvir at trúgva einum
orði frá einum floksforman
ni, sigur Kaj Leo Johanne
sen.
Hann vísir á, at tá hann
gjørdi hesa avtaluna, so
roknaði hann við, at Jóannes
Eidesgaard hevði tryggjað
sær, at hann kundi halda
tað, sum hann lovaði.
Formaður Sambandsflok
sins metir tí, at tað er løg
maður heldur enn hann
sjálvur, sum hevur ein tru
pulleika við trúvirðinum.
Kaj Leo Johannesen legg
ur tó dent á, at hetta málið
nú er farið afturum, og at
hann nú vil líta frameftir
heldur enn at vevja í tí
sama. Og sum nevnt hevur
hann ikki mist trúnna upp á
at eitt orð er eitt orð, og ein
avtala er nakað, ein kann
rokna við og líta á.
Tað var naivt at hug
sa, at Heðin Morten
sen skuldi latið sín
persónliga tingsess
frá sær til ein av argas
tu politisku fíggindun
um, heldur Sjúrður
Skaale,
samfelagsfrøðingur
POLITIKKUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
-Kaotiskt!
Soleiðis skýrir Sjúrður
Skaale, samfelagsfrøðingur,
málið
um
setanina
av
nýggja landsstýrismannin
um hjá Sambandsflokk
inum.
- Málið tykist ógvuliga
illa umhugsað. Tað var
naivt av Sambandsflokk
inum at halda, at Heðin
Mortensen skuldi latið sín
tingsess til ein av argastu
politisku fíggindum sínum,
Høgna Mikkelsen, sigur
Sjúrður Skaale.
Hann heldur samstundis,
at tað er beinleiðis tragiskt,
at eitt persópnsmál nú
skuggar yvir eitt so álvars
ligt mál sum lógina um vin
nuligan fiskiskap, ið liggur
í tinginum í løtuni.
- Tað má sigast at vera
harmiligt, at stríð og agg
millum persónar skal fáa
alla umrøðuna, meðan eitt
so álvarsligt mál sum lógin
um vinnuligan fiskiskap
púra verður sett í aðru røð.
Tað átti at fingið umrøðu
heldur enn Heðin, Jóannes,
Kaj Leo ella Høgni, sigur
Sjúrður Skaale.
Hetta er sama skilið sum
undir síðstu samgongu, tá
persónsmál eisini kávaðu út
yvir politiska innihaldið,
heldur Sjúrður Skaale.
Bara menn
Talan er bara um glantrileik
við ongum innihaldi, og tað
verður ikki betri av, at fjøl
miðlarnir glaðbeintir bera
brenni á bálið.
- Politikarar eins væl og
fjølmiðlarnir áttu at víst
størri ábyrgd. Teir áttu at
hugsa seg betri um, tí tað,
sum fer fram nú, er ikki til
gagns fyri nakran, sigur
Sjúrður Skaale.
Hann heldur eisini, at tað
lekur álvarsliga millum teo
ri og praksis hjá Sambands
flokkinum, tí teir tosa um
javnstøðu, men tá til stykkis
kemur, er bara talan um
mannfólk.
- Teir hava havt eini tíggju
evnir til landsstýrisfólk, og
ikki eitt tað einasta konufólk
er ímillum. Tað samsvarar
illa við tað, sum teir siga
seg vilja, vísir Sjúrður Skaa
le á.
Hann viðgongur tó, at
fjølmiðlarnir eiga sín rætt
til at útnytta slík persónsmál,
tí tað er nakað, ið øll kunnu
fyrihalda seg til, og tí eisini
nakað, ið selur fleiri bløð.
Men tað stutta av tí langa er
kortini, at Sambandsflokk
urin átti at kanna sítt bak
land betri, áðrenn meldað
var út um nýggjan fíggjar
málaráðharra, metir samfel
agsfrøðingurin.
Kaj Leo Johannesen, formaður Sambandsfkoksins:
Avtalan var púra greið
Sjúrður Skaale, samfelagsfrøðingur:
Málið illa umhugsað
Kaotiskt, heldur Sjúrður
Skaale um støðuna hjá Sam
bandsflokkinum í sambandi
við setan av nýggjum lands
stýrismanni.
Kaj Leo Johannesen, formaður Sambandsfloksins, vil lata farið
vera farið, og heldur líta frameftir.