Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-15, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. mai 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Nr. 92 - 15. mai 2007 - Hesin sáttmálin er tað, vit mugu gjalda fyri at sleppa undan arbeiðssteðgi, siga arbeiðsgevararnar Semja Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Sáttmálin, sum vit skriv- aðu undir í morgun er betri enn sáttmálarnir, sum eru gjørdir á almenna arbeiðs- marknaðinum. Tað staðfestir Jan Morten- sen í Vinnuhúsinum, sum samráðist fyri arbeiðsgev- ararnar. Men hann staðfestir sam- stundis, at hetta var prísurin, sum arbeiðsgevararnir noyddust at gjalda fyri at sleppa undan arbeiðssteðgi. - Ein arbeiðssteðgur er eisini dýrur, so vit vigaðu fyri og ímóti og komu til ta niðurstøðu, at frægasta loysnin var at skriva undir sáttmálan, sigur Jan Morten- sen. - Eitt verkfall varar ofta leingi og hevur stórar avleiðingar og tí var hetta ein javnvág, vit máttu finna og tí gjørdu vit av at skriva undir. Sostatt eru eisini arbeiðs- gevararnir hampiliga væl nøgdir við úrslitið. Men annars er Jan Mort- ensen ikki samdur í, at sokallaða gjógvin ímillum løntakarabólkar, eru so stór og er víðkað. - Gjógvin ímillum lønar- bólkar er ein mýta. Fyri 30 árum síðani var ein hand- verkaraløn 30% hægri enn ein arbeiðaraløn, men í dag er munurin 15%, fyri at nevna eitt dømi, sigur Jan Mortensen. Klokkan 8.30 í morgun und- irskrivaðu Føroya Arbeiðs- gevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini undir nýggjan trý-ára sáttmála, sum tryggjar frið á hesum sáttmálaøkinum fram til mai mánaða 2010. Arbeiðsgevararnir siga, at hjá teimum kostar sátt- málin 9,67 % tilsamans. Eftir semjuni hækkar eft- irlønin 1% um árið í hesum trý ára tíðarskeið- num, men harafturat hækka viðbøturnar fyri starvsaldur og viðbøturnar fyri skiftisvaktir munandi hækkað. Í løtuni er grundlønin 100,80 krónur. Men eftir nýggja sáttmálanum eru lønarhækkingarnar hesar: Arbeiðarafeløgini eru sera fegin um at tímalønt nú fáa eina rættiliga hækking fyri starvsaldur, tí hetta merkir, at nógv arbeiðsfólk koma longu frá 1. mai í ár at fáa trivaliga lønarhækking fyri starvsaldurin afturat tímalønini, so hjá nógvum verður talan um eina trivaliga lønarhækking. Ein tímaløntur við trý ára starvstíð, fer sostatt upp á umleið 104,30 krónur í grundløn um tíman og við fimm ára starvstíð verður grundlønin umleið 105,60 krónur um tíman. Við sjey ára starvstíð verður lønin umleið 106,37 um tíman. Feløgini fegnast eisini um, at viðbótin fyri skiftisarbeiði, tí hon verður Tímalønin hækkar 6,96 krónur 30 ára gamla kvinnan fekk tvey ára treytaleysa fongsulsrevsing og 120.000 skulu dragast inn hjá henni. 22 ára gamli maðurin fekk átta mánaðir handan rimar, og ein 33 ára gamal varð revsaður við hálvt ára fongsulsrevsing. Hjá teimum skulu ávikavist 40.000 og 30.000 krónur dragast inn NaRKO Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Í gjár fall loksins dómur í stóra rúsevnismálinum. Høvuðsákærda kvinnan fekk tvey ára treytaleysa fongsulsrevsing. Hon varð funnin sek í flestu av teimum 34 ákærunum. Dómarin metti, at kvinnan hevði selt meiri enn tey 100 grammini av amfeta- mini, sum hon játtaði at hava móttikið frá einum dana og síðani selt í Før- oyum. Dómarin metti somuleiðis, at grundarlag er fyri at krevja, at 120.000 krónur skulu dragast inn frá henni. Pen- ingur, sum hon hevur vunnið við rúsevnissøl- uni. Kvinnan hevur sitið varðhaldsfongslað síðani hon varð handtikin 1. desember í fjør, og ákærin kravdi í gjár, at kvinnan framhaldandi skal sita varðhaldsfongslað, til hon hevur og verji hennara hava gjørt av, um dómurin skal kærast ella ikki. Hes- um mótmælti verjin ikki. Átta mánaðir og 30.000 kr Ein 22 ára gamal maður fekk átta mánaða treyta- leysa fongsulsrevsing, og hald skal leggjast á 30.000 krónur. Hann varð funnin sekur í øllum 24 ákæru- num, har tær flestu snúðu seg um, at hann hevði virkað sum millum maður hjá høvuðsákærdu kvinn- uni. 22 ára gamli maðurin varð saman við 30 ára gomlu kvinnuni, og einum 20 ára gomlum manni, hvørt dómur fellur seinni, handtikin í einum bili tann 1. desember í fjør. Fram til 9. januar sat hann varðhaldsfongslaður, og hesar seks vikurnar verða nú drignar frá dóminum. Umframt fongsulsrevsing- ina skulu 30.000 krónur dragast inn frá tí 22 ára gamla. Ein 33 ára gamal maður fekk eisini dóm í gjár. Hann varð ákærdur í trim- um førum, og varð dømd- ur eitt hálvt ára treytaleysa fongsulsrevsing. Í hansara føri snúðu allar ákærurnar seg um hassj, smugling, sølu og keyp av hesum. Hjá honum verður hald lagt á 40.000, umframt at hann, eins og hini dømdu, skal rinda sakarmáls- kostnaðin. Ein 20 ára gamal maður er eisini ákærdur í stóra rúsevnismálinum, men har er dómurin útsettur, soleiðis at kriminalfor- sorgin fær gjørt ein persónskanning av hon- um, sum møguliga kann virka til, at hann fær ein treytaðan dóm. Ákærin ikki ónøgd Ákærin kravdi uppruna- liga, at 30 ára gamla kvinna fekk hálvttriðja ára fongsulsrevsing, og at 22 ára gamli maður fekk millum 10 og 11 mánaðir handan rimar. Revsingarnar til hesi bæði gjørdust tó nakað lægri, meðan 33 ára gamli maðurin fekk hálvt ára fongsulsrevsing, sum eisini var kravið hjá ákæra- num. – Eg vil siga, at eg ikki eri ónøgd. Prógvini, vit høvdu vóru eitt sindur ósikkur, men eg eri fegin um, at dómarnir liggja munandi tættari mínum krøvum, enn teimum hjá verjunum, segði Linda Hesselberg, ákæri, tá vit spurdu hana, um hon var nøgd við dómarnar, sum fullu stutt eftir klokkan trý í gjár. Hon hevur tó ikki gjørt av, um hon fer at kæra dómin. Tað fer hon at taka støðu til ein av næstu døgunum. Stóra rúsevnismálið: Dømd tilsamans 38 mánaðir handan rimar Prísurin fyri at sleppa undan arbeiðssteðgi Grundlønin 1. mai 2007 hækkar grundlønin 2,22 krónur 1. mai 2008 hækkar grundlønin 2,32 krónur 1. mai 2009 hækkar grundlønin 2,42 krónur Starvstíð Eftir 3 ára starvstíð er viðbótin 1,25 % av grundlønini Eftir 5 ára starvstíð er viðbótin 2,50 % av grundlønini Eftir 7 ára starvstíð er viðbótin 3,25 % av grundlønini Hetta var prísurin vit máttu gjalda fyri at sleppa undan arbeiðssteðgi, tí hann er eisini dýrur, segði Johan Páll Joensen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag, ytst høgrumegin, tá ið hann skrivaði undir nýggja sáttmálan. Næst honum sita Ingeborg Vinther og Hans Joensen tíðindi