Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-15, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. mai 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 92 - 15. mai 2007 13 viðmerkingar Nú váttar Sambandið, at nógv umrødda avtalan hjá Kaj Leo Johannesen ikki er til. Tað vistu vit framm­an­ und­an. Jú, víst varð tosað um, hvørt ringvirkningar eftir at nýggj býráðssamgonga bleiv skipað, mundu fara at merkjast í lands­stýr­is­ sam­gong­uni. Í royndunum at tryggja Fólkaflokkinum borg­ar­stjórasessin skrædnaði Sam­bands­flokkurin og Heðin Mort­en­sen gjørdist aftur lim­ ur í Javnaðarflokkinum. Serliga vónsvikin tóktust fólkafloksumboðini at vera – tað var jú Fólkaflokkurin, ið misti borgarstjórasessin á stokkinum. Og vit – tað nógv um­rødda baklandið – frættu, at onkur fólk­a­floks­maður mótvegis lø­g­manni hevði hug at leinkja hend­ing­arnar rundan um bý­ráðs­sam­gong­u­ na saman við lands­stýr­is­sam­ starv­i­num. Tó gjørdist endin, at semja varð um at halda skilna ímillum býráðs- og lands­ stýr­is­sam­gong­u­rnar. Allir part­ar ásannaðu, at ongin hevði gagn av at tvinna hesar saman. Tí bleiv heldur ikki orðadrátturin so ógvusligur – eftir at frustrasjónirnar vórðu luftaðar, fjaraði av aft­ur. Soleiðis kunnu vit siga, at ein útgangur var. Men nøkur avtala bleiv ikki gjørd – vit hoyrdu ikki um hana tá, og Lis­beth Petersen ásannaði í út­varpinum í gjárkvøldi, at “avtalan” var hennara upp­ fatan av útganginum. Nú kunnu sambands­topp­ ar­nir sjálvsagt siga, at eg ikki havi sitið á økslini á løg­manni og tískil ikki kann vita, hvat er sagt í einhvørji samrøðu. Og tað er rætt. Men tó tos­aði eg regluliga við hann um støðuna – eisini um vand­an fyri at málini blivu tvinn­að saman. Ongantíð lá annað á ljóði, enn at sam­ gongupartarnir máttu sann­ før­ast um at halda tingini frá hvørjum øðrum. Undirmeta løgmann og almenning Tá samanum kem­ur er uppáhald sam­bands­for­m­ans­ ins ein ógvuslig undirmeting av løgmanni. Í roynd og veru vil Kaj Leo Johannesen vera við, at løgmaður skal hava gjørt eina avtalu, har hann skal áleggja limi í Javn­að­ar­ flokkinum at umboða annan flokk. Umframt at stríða ímóti stýr­is­skip­an­ar­lógini hevði ein slík avtala verið politiskt sjál­v­morð. Av røttum hevði hann tá – við brestin – ver­ ið koyrdur frá sum floks­for­ mað­ur. Í útivið tvey áratíggju hev­ ur Jóannes Eidesgaard stað­ið frammaliga á politiska pall­i­ num. Hóast mong eru ósamd við honum, havi eg ongan hoyrt siga, at hann ikki dugir pol­it­isku spælireglurnar. Bara tað útihýsir sannlíkið fyri, at hann skal hava gjørt eina so ómøguliga avtalu. Upp­á­haldið er horribult. Hetta vita fólk, og tí er tað eisini ein undirmeting av almenninginum, tá sam­ bands­topp­urin nú roynir at krøkja løgmann upp í hesa sjálvuppfunnu avtalu. Sambandskt avtalulív Vanliga áleggja semjur, av­tal­ ur og samstarv øllum pørtum skyld­ur og rættindi. Tað merkir so eisini, at tá partarnir eftir býráðsvalið semj­ast um at halda býráðs- og landsstýrissamstarvið frá hvørjum øðrum, skulu all­ir partar medvirka til, at støð­an ikki læsir seg fasta. Allir partar mugu ansa eftir ikki at framprovokera eina konfrontasjón. Um sambandsformaðurin heldur, at hann er friðhalgaður og ikki nýtist at taka atlit fyri sam­starvsfeløgum sínum, kann endin lætt gerast ein fløkja, har eisini gomul sár kunnu skrædna uppaftur. Og ymiskt bendir á, at hetta er hugburður sam­ bands­for­mans­ins. Nú høvi beyðst, leyp hann beint útí – við samlaðum beinum og blundandi leyp hann beint á bláman. Og fekk ta konflikt, sum annars so lættliga kundi verið sloppið undan. Samstundis sum hann tos­ar um gott samstarv og at liva upp til avtalur, hev­ur sambandsformaðurin ong­ an trupulleika av at tann, ið skrivaði undir sam­gong­ u­skjal­ið, nú er uttan fyri samgonguna, men tó fram­ veg­is tinglimur fyri Sam­ bands­flokk­in. Tað hongur ikki saman. So, tað kundi heldur verið Javnaðarflokkurin, sum brast við hurðum og rópti hart um avtalubrot. Tað er ikki altíð stuttligt at síggja ein samstarvpartnarar skjóta seg í fótin – aftur og aftur og umaftur. Avtalunnar dance makabre: Trygging fyri sjálvmálum Næstformaður í Javnaðarflokkinum Bergur P. Dam Sambandsflokkurin er við at gerast in­ter­es­sant­ ur og nýskapandi, men ikki uttan trupulleikar fyri samgonguna og løg­ mann Tað er møguliga eitt sindur við síðuna av at kalla hesa sambandstrio eina tri­­o­logi, men langt burtur er tað ikki, tí hesir tríggir í ein­ leika eru einki minni enn eitt listarverk og nakað av fortíðar-framhaldi í før­oysk­ um politikki. Løgtingssamgongan hevur hild­ið til nógv, løgmaður hev­ur av og á gjørt avtalur, sum kanska eru eitt sindur rufl­ut­ar í kantinum, men at hann hevur givið Kaj Leo Johannesen, formanni Sam­ bands­floksins og Li­s­beth L. Petersen, hvat hon so bein­leiðis hevur við hetta at gera, tað lyfti, um trup­ul­ leik­ar gjørdust av floks­opp­ ort­u­nist­inum, sum fluttur er úr Sam­bands­flokk­i­num til Javn­aðarflokkin, so skuldi hann greiða fløkjnuna, so mót­mæli eg at trúgva tí. Ein festligur flokkur Sjálvandi kann samgongan fáa trupulleikar, tað hevði ong­an glett meiri enn Høgna Hoydal, men at Sam­bands­ flokk­urin er í størri trup­ul­ leik­um, enn hann sjálvur án­a­r, er ein veruleiki. Hann er bara heilt festligur. Fyri tað fyrsta hava vit góð­tik­ið, sum eisini rætt er, at Alfred Olsen ikki er í samgonguni men í Sam­ bands­flokk­i­num. Tó stuðlar hann okkum frá máli til mál. Annað er, at Edmund Jo­ e­n­sen, fyrrverandi floks­for­ mað­ur og sum tá­ver­andi løgmaður, avgjørt segði, at einki mál skuldi leggj­ ast á tingborð, uttan at sam­gong­an var samd, nú í óðum verkum leggur fram á løgting at gera Føroyar til eitt valdømi, har so gott sum flestu samgongutinglimir eru ímóti, er bæði ómoralskt og álátað. Heldur ikki hevur hann gjørt nakrar kon­se­kvens­be­ rokn­ing­ar, kunngerðir ella lagt, sum er er minsta mark, hetta fyri samgonguna. Hetta skal bara skrumblast í­gjøgn­um. Seinasta skotið á buðl­i­num er so, at formaður Sam­bands­ floks­ins ikki hevur gjørt sær tann ómak – og heldur ikki nakar í Sambandsflokkinum – ja, kanska Edmund og Jo­han, at hugsa um, at Heðin Mortensen ikki fór at taka sætið, sum hann eftir øllum demokratiskum reglum eig­ ur, tað tykist løgið. So frætt áttu teir at kent hann. Gev samgonguni frágreiðing Sjálvur haldi eg, at her eig­ur at samankallast til samgongufund, so vit, sum man­nað samgonguna, um ikki ann­að, fáa eina frágreiðing um, hvat gongur fyri seg og fáa snara kósini, so vit ikki enda úti á streymasjógvi ella enn verri í andøvsíðuni av berum óumhugsni. – Sam­ bands­flokkurin má í hesum víð­fevndu átøkum fáa loyst sínar trupulleikar. Men alt í alt, haldi eg, at sam­bands­trioin Edmund, Al­fred og Kaj Leo eftir øll­um listarligum reglum kann met­ ast við eina trilogi, og hon er avgjørt ikki óinteresant, men ikki uttan trupulleikar fyri sam­gonguna og løgmann. Sambandstrilogiin Edmund, Alfred og Kaj Leo Løgtingsmaður Fólkafloksins Jógvan við Keldu 1. Er einki mar fyri, hvussu ljótar illbønir, ið verða lisnar í útvarinum? 2. Er hetta føroyska ment­ anin, ið lovar okkum gjøgn­ um útvarpið? N. B. Ungdómur er við­ brekin og tekur skjótt eftir tí, sum fram verður borið Opin spurningur til kringvarpsstjóran Sólvit simonsen Nýggja føroyska fløgan hjá Teiti, Káta Hornið, kom seinnapartin í gjár í handlarnar. Hetta er fyrsta fløgan á føroyskum hjá Teiti sum einstaklingi. Tónleikur Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Teitur hevur ferðast kring allan heimin við sín­um tónleiki, og báðar ensk­mæltu fløgurnar hjá Teiti hava givið dámliga havn­ar­manninum nógvar fjepp­ar­ar í fjarskotnum lond­um. Men hóast Teit­ur hevur verið sera lítið í Føroyum, síð­an hann fyrstu ferð royndi sítt flog á altjóða tón­ leik­a­pall­i­num, so hev­ ur listarmaðurin al­tíð skrivað sangir á før­oysk­ um, og á nýggju fløguni sleppa vit at hoyra nakr­ a­r av hesum. Teitur gav fyri nøkrum árum síð­an saman við Niclas Johannesen fløguna Sól­ in & Regni út, á hesi fløgu fingu vit innlit í hvussu Teitur ljóðar á før­oysk­um. Men hetta var áðrenn yrkisleiðin hjá Teiti veruliga tók dik á seg, eisini var her tal­a­n um bólkin Sólin & Regni, og ikki um Teit sum einstakling. Kristian Blak frá plát­u­ fel­ag­num Tutl, sigur við Planet.fo, at fløgan varð koyrd út í handlarnar í gjár, og at fyrst í juni er ætlanin at skipa fyri útgávu tiltøkum í Før­ oy­um. Teitur er í løtuni stadd­ur í Onglandi har ensk­mælta fløgan Stay Und­er The Stars nýliga er útgivin. Í sambandi við út­gáv­ una av Stay Under The Stars stovnaðu Teitur og um­boðsmaður hansara Christ­ian Ulf-Hansen eg­ið plátufelag, men hó­ast hetta hevur Teitur valt, at givið hesa fløg­ una út hjá føroyska plát­ u­fel­ag­num TUTL, og hann leggur heldur ikki skjól á, at henda fløga er gjørd bert til føroyska og íslendska marknaðin. Teitur hevur lagt eitt lag av nýggju fløguni Havn­in er ein lítil bygd, á myspace síðu sína my­space.com/teitur Káta Hornið komið í handlarnar