Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-15, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. mai 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 92 - 15. mai 2007 13 viðmerkingar Nú váttar Sambandið, at nógv umrødda avtalan hjá Kaj Leo Johannesen ikki er til. Tað vistu vit framman­ undan. Jú, víst varð tosað um, hvørt ringvirkningar eftir at nýggj býráðssamgonga bleiv skipað, mundu fara at merkjast í landsstýris­ samgonguni. Í royndunum at tryggja Fólkaflokkinum borgarstjórasessin skrædnaði Sambandsflokkurin og Heðin Mortensen gjørdist aftur lim­ ur í Javnaðarflokkinum. Serliga vónsvikin tóktust fólkafloksumboðini at vera – tað var jú Fólkaflokkurin, ið misti borgarstjórasessin á stokkinum. Og vit – tað nógv umrødda baklandið – frættu, at onkur fólkafloksmaður mótvegis løgmanni hevði hug at leinkja hendingarnar rundan um býráðssamgongu­ na saman við landsstýrissam­ starvinum. Tó gjørdist endin, at semja varð um at halda skilna ímillum býráðs­ og lands­ stýrissamgongurnar. Allir partar ásannaðu, at ongin hevði gagn av at tvinna hesar saman. Tí bleiv heldur ikki orðadrátturin so ógvusligur – eftir at frustrasjónirnar vórðu luftaðar, fjaraði av aftur. Soleiðis kunnu vit siga, at ein útgangur var. Men nøkur avtala bleiv ikki gjørd – vit hoyrdu ikki um hana tá, og Lisbeth Petersen ásannaði í útvarpinum í gjárkvøldi, at “avtalan” var hennara upp­ fatan av útganginum. Nú kunnu sambandstopp­ arnir sjálvsagt siga, at eg ikki havi sitið á økslini á løgmanni og tískil ikki kann vita, hvat er sagt í einhvørji samrøðu. Og tað er rætt. Men tó tosaði eg regluliga við hann um støðuna – eisini um vandan fyri at málini blivu tvinnað saman. Ongantíð lá annað á ljóði, enn at sam­ gongupartarnir máttu sann­ førast um at halda tingini frá hvørjum øðrum. Undirmeta løgmann og almenning Tá samanum kemur er uppáhald sambandsformans­ ins ein ógvuslig undirmeting av løgmanni. Í roynd og veru vil Kaj Leo Johannesen vera við, at løgmaður skal hava gjørt eina avtalu, har hann skal áleggja limi í Javnaðar­ flokkinum at umboða annan flokk. Umframt at stríða ímóti stýrisskipanarlógini hevði ein slík avtala verið politiskt sjálvmorð. Av røttum hevði hann tá – við brestin – ver­ ið koyrdur frá sum floksfor­ maður. Í útivið tvey áratíggju hev­ ur Jóannes Eidesgaard staðið frammaliga á politiska palli­ num. Hóast mong eru ósamd við honum, havi eg ongan hoyrt siga, at hann ikki dugir politisku spælireglurnar. Bara tað útihýsir sannlíkið fyri, at hann skal hava gjørt eina so ómøguliga avtalu. Uppáhaldið er horribult. Hetta vita fólk, og tí er tað eisini ein undirmeting av almenninginum, tá sam­ bandstoppurin nú roynir at krøkja løgmann upp í hesa sjálvuppfunnu avtalu. Sambandskt avtalulív Vanliga áleggja semjur, avtal­ ur og samstarv øllum pørtum skyldur og rættindi. Tað merkir so eisini, at tá partarnir eftir býráðsvalið semjast um at halda býráðs­ og landsstýrissamstarvið frá hvørjum øðrum, skulu allir partar medvirka til, at støðan ikki læsir seg fasta. Allir partar mugu ansa eftir ikki at framprovokera eina konfrontasjón. Um sambandsformaðurin heldur, at hann er friðhalgaður og ikki nýtist at taka atlit fyri samstarvsfeløgum sínum, kann endin lætt gerast ein fløkja, har eisini gomul sár kunnu skrædna uppaftur. Og ymiskt bendir á, at hetta er hugburður sam­ bandsformansins. Nú høvi beyðst, leyp hann beint útí – við samlaðum beinum og blundandi leyp hann beint á bláman. Og fekk ta konflikt, sum annars so lættliga kundi verið sloppið undan. Samstundis sum hann tosar um gott samstarv og at liva upp til avtalur, hevur sambandsformaðurin ong­ an trupulleika av at tann, ið skrivaði undir samgong­ uskjalið, nú er uttan fyri samgonguna, men tó fram­ vegis tinglimur fyri Sam­ bandsflokkin. Tað hongur ikki saman. So, tað kundi heldur verið Javnaðarflokkurin, sum brast við hurðum og rópti hart um avtalubrot. Tað er ikki altíð stuttligt at síggja ein samstarvpartnarar skjóta seg í fótin – aftur og aftur og umaftur. Avtalunnar dance makabre: Trygging fyri sjálvmálum Næstformaður í Javnaðarflokkinum Bergur P. Dam Sambandsflokkurin er við at gerast interessant­ ur og nýskapandi, men ikki uttan trupulleikar fyri samgonguna og løg­ mann Tað er møguliga eitt sindur við síðuna av at kalla hesa sambandstrio eina triologi, men langt burtur er tað ikki, tí hesir tríggir í ein­ leika eru einki minni enn eitt listarverk og nakað av fortíðar­framhaldi í føroysk­ um politikki. Løgtingssamgongan hevur hildið til nógv, løgmaður hevur av og á gjørt avtalur, sum kanska eru eitt sindur ruflutar í kantinum, men at hann hevur givið Kaj Leo Johannesen, formanni Sam­ bandsfloksins og Lisbeth L. Petersen, hvat hon so beinleiðis hevur við hetta at gera, tað lyfti, um trupul­ leikar gjørdust av floksopp­ ortunistinum, sum fluttur er úr Sambandsflokkinum til Javnaðarflokkin, so skuldi hann greiða fløkjnuna, so mótmæli eg at trúgva tí. Ein festligur flokkur Sjálvandi kann samgongan fáa trupulleikar, tað hevði ongan glett meiri enn Høgna Hoydal, men at Sambands­ flokkurin er í størri trupul­ leikum, enn hann sjálvur ánar, er ein veruleiki. Hann er bara heilt festligur. Fyri tað fyrsta hava vit góðtikið, sum eisini rætt er, at Alfred Olsen ikki er í samgonguni men í Sam­ bandsflokkinum. Tó stuðlar hann okkum frá máli til mál. Annað er, at Edmund Jo­ ensen, fyrrverandi floksfor­ maður og sum táverandi løgmaður, avgjørt segði, at einki mál skuldi leggj­ ast á tingborð, uttan at samgongan var samd, nú í óðum verkum leggur fram á løgting at gera Føroyar til eitt valdømi, har so gott sum flestu samgongutinglimir eru ímóti, er bæði ómoralskt og álátað. Heldur ikki hevur hann gjørt nakrar konsekvensbe­ rokningar, kunngerðir ella lagt, sum er er minsta mark, hetta fyri samgonguna. Hetta skal bara skrumblast ígjøgnum. Seinasta skotið á buðlinum er so, at formaður Sambands­ floksins ikki hevur gjørt sær tann ómak – og heldur ikki nakar í Sambandsflokkinum – ja, kanska Edmund og Johan, at hugsa um, at Heðin Mortensen ikki fór at taka sætið, sum hann eftir øllum demokratiskum reglum eig­ ur, tað tykist løgið. So frætt áttu teir at kent hann. Gev samgonguni frágreiðing Sjálvur haldi eg, at her eigur at samankallast til samgongufund, so vit, sum mannað samgonguna, um ikki annað, fáa eina frágreiðing um, hvat gongur fyri seg og fáa snara kósini, so vit ikki enda úti á streymasjógvi ella enn verri í andøvsíðuni av berum óumhugsni. – Sam­ bandsflokkurin má í hesum víðfevndu átøkum fáa loyst sínar trupulleikar. Men alt í alt, haldi eg, at sambandstrioin Edmund, Alfred og Kaj Leo eftir øllum listarligum reglum kann met­ ast við eina trilogi, og hon er avgjørt ikki óinteresant, men ikki uttan trupulleikar fyri samgonguna og løgmann. Sambandstrilogiin Edmund, Alfred og Kaj Leo Løgtingsmaður Fólkafloksins Jógvan við KelDu 1. Er einki mar fyri, hvussu ljótar illbønir, ið verða lisnar í útvarinum? 2. Er hetta føroyska ment­ anin, ið lovar okkum gjøgn­ um útvarpið? N. B. Ungdómur er við­ brekin og tekur skjótt eftir tí, sum fram verður borið Opin spurningur til kringvarpsstjóran Sólvit SimonSen Nýggja føroyska fløgan hjá Teiti, Káta Hornið, kom seinnapartin í gjár í handlarnar. Hetta er fyrsta fløgan á føroyskum hjá Teiti sum einstaklingi. Tónleikur Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Teitur hevur ferðast kring allan heimin við sínum tónleiki, og báðar enskmæltu fløgurnar hjá Teiti hava givið dámliga havnarmanninum nógvar fjepparar í fjarskotnum londum. Men hóast Teitur hevur verið sera lítið í Føroyum, síðan hann fyrstu ferð royndi sítt flog á altjóða tón­ leikapallinum, so hev­ ur listarmaðurin altíð skrivað sangir á føroysk­ um, og á nýggju fløguni sleppa vit at hoyra nakr­ ar av hesum. Teitur gav fyri nøkrum árum síðan saman við Niclas Johannesen fløguna Sól­ in & Regni út, á hesi fløgu fingu vit innlit í hvussu Teitur ljóðar á føroyskum. Men hetta var áðrenn yrkisleiðin hjá Teiti veruliga tók dik á seg, eisini var her talan um bólkin Sólin & Regni, og ikki um Teit sum einstakling. Kristian Blak frá plátu­ felagnum Tutl, sigur við Planet.fo, at fløgan varð koyrd út í handlarnar í gjár, og at fyrst í juni er ætlanin at skipa fyri útgávu tiltøkum í Før­ oyum. Teitur er í løtuni staddur í Onglandi har enskmælta fløgan Stay Under The Stars nýliga er útgivin. Í sambandi við útgáv­ una av Stay Under The Stars stovnaðu Teitur og umboðsmaður hansara Christian Ulf­Hansen egið plátufelag, men hóast hetta hevur Teitur valt, at givið hesa fløg­ una út hjá føroyska plát­ ufelagnum TUTL, og hann leggur heldur ikki skjól á, at henda fløga er gjørd bert til føroyska og íslendska marknaðin. Teitur hevur lagt eitt lag av nýggju fløguni Havnin er ein lítil bygd, á myspace síðu sína myspace.com/teitur Káta Hornið komið í handlarnar