Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-15, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. mai 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 92 - 15. mai 2007 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Tann 17. mai Kristi­himmal­ ferðardag og fram til 23 mai, hevur Rannvá Holm Mortensen framsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Sýndar verða 24 ný­prentaðar plakatir, og evnið er eitt úrslit av einum tríggjar mánaðar longum uppihaldi í India Framsýningin letur upp 17. mai klokkan 15 til 18, og verður opin allar dagar somu tíðir, uttan leygardag, tá verður opið millum klokk­an 13. og 18. Rannvá Holm Mortensen í Smiðjuni Tzð er einki sum bendir á, at málið ikki er handfarið á vanligan hátt. Nakað annað er so, at tað nokk hevur verið naivt at hildi, at Jóannes Eidesgaard kann gera eina avtalu upp á nakkan av Heðini Mortensen, sigur Bjørn á Heygum, sakførari POLITIKKUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Bjørn á Heygum, sakførari og fyrrverandi løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, held­ur ikki, at málið um nýggja landsstýrismannin hjá Sambandsflokkinum er hand­farið øðrvísið enn vanligt er. - Málið er viðgjørt innan­ hýsis í flokkinum, og har er mann so komin til eina niðurstøðu. Og tað er púra vanlig mannagongd, sigur Bjørn á Heygum. Sakførtarin vísir á, at málið er íkomið, tí Bárður Nielsen vælsaktans hevur fingið eitt tilboð, sum hann ikki hevur kunna sagt nei til. - Tað er einki sum bendir á, at tað liggja nakrar politiskar grundgevingar atanfyri, so í so máta kann ein bara gera sínar egnu niðurstøður um, hví hann valdi at leggja frá sær, sigur Bjørn á Heygum. Hann heldur, at málið er handfarið eftir bókini, men tað var kortini ikki neyð­ ugt hjá Kaj Leo Johanne­ sen at fara út í æsir við grundgevingunum fyri, at hann ikki fór í lands­stýris­ sessin kortini. - Tað var ikki neyðugt at útbasunera tað, vísir Bjørn á Heygum á. Løgmaður onga heimild Viðvíkjandi spurninginum um, hvør skuldi taka sæt­ ið á tingi fyri Kaj Leo Johannesen, heldur fyrr­ver­ andi tingmaður Sambands­ floksins, at tað var eitt sindur naivt at halda, at løgmaður kundi gera eina avtalu upp á nakkan av Heðini Mort­en­ sen. - Heðin er valdur per­són­ liga, og ein tingsessur fylgir ikki flokkinum, men tí, ið valdur er. Og løgmaður hev­ ur onga heimild av gera nakra avtalu vegna Heðin Mort­ensen, sjálvt um teir nú eru í sama flokki, sigur Bjørn á Heygum. Hóast tað nokk er í sam­ bandi við spurningin um næsta mann á listanum, at menn eru farnir skeiv­ir, so heldur Bjørn á Heyg­um kortini, at málið er rætt handfarið frá Sambands­ floksins síðu. Bjørn á Heygum heldur, at vanlig mannagongd er nýtt í sambandi við nýggja landsstýrismannin. Bjørn á Heygum, sakførari: Einki út yvir tað vanliga Hanus Vilhelm: Triðja universi­ tets­ prógvið Hanus Vilhelm, ættaður úr Hoyvík, hevur tann 14. mai 2007 tikið prógv sum siviløkonomur, HD í fígging, á Ålborg Universiteti. Frammanundan, í 2000, hevur hann hað­ ani lokið prógv sum sivil­verkfrøðingur við ser­greinum innan virkis­ skipanir og í 2002 lokið prógv sum datalogur. Til dagliga arbeiðir hann sum framleiðsluleiðari á stóru, altjóða hátøkni-fyri­ tøkuni Coloplast A/S.