týsdagur 15. mai 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 92 - 15. mai 2007
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Tann 17. mai Kristihimmal
ferðardag og fram til 23 mai,
hevur Rannvá Holm Mortensen
framsýning
í
Smiðjuni
í
Lítluvík.
Sýndar verða 24 nýprentaðar
plakatir, og evnið er eitt úrslit av
einum tríggjar mánaðar longum
uppihaldi í India
Framsýningin letur upp 17.
mai klokkan 15 til 18, og verður
opin allar dagar somu tíðir, uttan
leygardag, tá verður opið millum
klokkan 13. og 18.
Rannvá Holm
Mortensen í
Smiðjuni
Tzð er einki sum
bendir á, at málið ikki
er handfarið á
vanligan hátt. Nakað
annað er so, at tað
nokk hevur verið
naivt at hildi, at
Jóannes Eidesgaard
kann gera eina avtalu
upp á nakkan av
Heðini Mortensen,
sigur Bjørn á
Heygum, sakførari
POLITIKKUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Bjørn á Heygum, sakførari og
fyrrverandi løgtingsmaður
fyri
Sambandsflokkin,
heldur ikki, at málið um
nýggja landsstýrismannin
hjá Sambandsflokkinum
er handfarið øðrvísið enn
vanligt er.
Málið er viðgjørt innan
hýsis í flokkinum, og har
er mann so komin til eina
niðurstøðu. Og tað er púra
vanlig mannagongd, sigur
Bjørn á Heygum.
Sakførtarin vísir á, at málið
er íkomið, tí Bárður Nielsen
vælsaktans hevur fingið eitt
tilboð, sum hann ikki hevur
kunna sagt nei til.
Tað er einki sum bendir á,
at tað liggja nakrar politiskar
grundgevingar atanfyri, so í
so máta kann ein bara gera
sínar egnu niðurstøður um,
hví hann valdi at leggja frá
sær, sigur Bjørn á Heygum.
Hann heldur, at málið er
handfarið eftir bókini, men
tað var kortini ikki neyð
ugt hjá Kaj Leo Johanne
sen at fara út í æsir við
grundgevingunum fyri, at
hann ikki fór í landsstýris
sessin kortini.
Tað var ikki neyðugt at
útbasunera tað, vísir Bjørn
á Heygum á.
Løgmaður onga
heimild
Viðvíkjandi spurninginum
um, hvør skuldi taka sæt
ið á tingi fyri Kaj Leo
Johannesen, heldur fyrrver
andi tingmaður Sambands
floksins, at tað var eitt sindur
naivt at halda, at løgmaður
kundi gera eina avtalu upp
á nakkan av Heðini Morten
sen.
Heðin er valdur persón
liga, og ein tingsessur fylgir
ikki flokkinum, men tí, ið
valdur er. Og løgmaður hev
ur onga heimild av gera
nakra avtalu vegna Heðin
Mortensen, sjálvt um teir
nú eru í sama flokki, sigur
Bjørn á Heygum.
Hóast tað nokk er í sam
bandi við spurningin um
næsta mann á listanum, at
menn eru farnir skeivir, so
heldur Bjørn á Heygum
kortini, at málið er rætt
handfarið frá Sambands
floksins síðu.
Bjørn á Heygum heldur,
at vanlig mannagongd er
nýtt í sambandi við nýggja
landsstýrismannin.
Bjørn á Heygum, sakførari:
Einki út yvir tað vanliga
Hanus Vilhelm:
Triðja
universi
tets
prógvið
Hanus Vilhelm, ættaður
úr Hoyvík, hevur tann
14. mai 2007 tikið prógv
sum
siviløkonomur,
HD í fígging, á Ålborg
Universiteti.
Frammanundan,
í
2000, hevur hann hað
ani lokið prógv sum
sivilverkfrøðingur við
sergreinum innan virkis
skipanir og í 2002 lokið
prógv sum datalogur.
Til dagliga arbeiðir hann
sum framleiðsluleiðari á
stóru, altjóða hátøknifyri
tøkuni Coloplast A/S.