týsdagur 15. mai 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 92 - 15. mai 2007
15
Karolina Berg, vanliga nevnd Linnebeth, ættað av
Toftum, búsitandi í Tórshavn andaðist á Gerðisgarði
í Skálavík leygardagin 12. mai, 84 ára gomul.
Kistan kemur heim í Ebenezer týskvøldið kl.
18.00. Jarðarferðin verður úr Ebeneser mikudagin
kl. 14.00
Elisa Larsen, fødd Mikkelsen, Tórshavn, fer til
gravar frá Østre kirkegårdskapel í Ålborg mikudagin
16. mai klokkan 11. Tey, sum vilja minnast Lisu,
kunnu lata eina peningagávu til Skovbrynet, Bøgen
Roden 18. Spar Nord Bank, Registreringsnummar:
9035 Kontonummar: 45.68.94.81.36.
Heini Hansen, Hoyvík, ættaður úr Sandavági, and
aðist mánadagin 14. mai, 71 ára gamal. Jarðarferðin
verður kunngjørd seinri.
Andlát og jarðarferðir
nøvn
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu hjálpsemi og
samkenslu, tá ið kæra mamma, vermamma, omma
og langomma okkara
Margretha Weihe
ættað av Nesi,
búsitandi í sambýlinum Gøtubrá
doyði og varð jarðað.
Takk til prestarnar, tulk, kirkjutænarar og fyri tann
vakra sangin og tykkum, sum stóðu fyri ervinum.
Tøkk til Gøtubrá, heimarøktina og tykkum, sum
vitjaðu, ringdu og skrivaðu.
Takk fyri blómur, kransar og peningagávur
til Gamlagerði.
Takk til tykkum, sum fylgdu henni til hennara
seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Ruth, Jóhan og Marjun
Á ársaðafundi í febru
ar mánað og lima
fundi fyrst í mars
mánað í ár, varð
avgerð tikin um, at
gera verandi MC-fel
ag um til eitt lokalt,
føroyskt MC-felag við
øðrum navni eisini
Tíðindaskriv
Nýggja navnið er: “Cross-
Bikers MC Føroyar”, og
varð eisini nýggj nevnd
vald á aðalfundinum at taka
sær av felagnum. Nevndin
hevur ikki skipað seg enn,
men samtykt var, at verandi
leiðarin Victor Carlsen, í
høvuðsheitunum kemur at
taka sær av at leiða nýggja
felagið frameftir.
Cross-Bikers MC Føroyar
er ein falagsskapur í arbeiðir
á tvørkirkjuligum grundarlag,
og erinhvør, ið játtar Kristus
sum Harra, vælkomin at
gerast limur. Limagjaldið er
ásett at verða 400,- kr. um
árið fyri stakar persónar og
600,- kr. um árið fyri pør.
Góða samstarvið, sum
hevur verið við Holy Riders
í Norra kemur sjálvsagt at
halda fram. Eisini verður
nýggja, føryska felagið lagt
undir altjóða felagsskapin,
kallaður “Biker Church”,
sum samskipar allar kristi
ligar MC-felagsskapir, fyri
tað mesta í Europa.
Nýggj heimasíða
Sum eitt neyðugt samskift
islið, hevur felagið fingið
egna heimasíðu á alnetinum,
og finnist henda á: www.
cross-bikers.com , ein heima
síða sum spakuliga fer at
verða bygd upp við øllum
upplýsandi um felagið og
virksemið annars. Eisini
verða upplýsingar at finna
um aðrar kristiligar mc-
felagsskapir, eins og myndir
frá tiltøkum fara eisini at
verða vístar.
MC-Dagur í Vágum.
Tað fyrsta tiltakið, sum
nýggja felagið fer at skipa
fyri, er leygardagin 26. mai,
ein sokallaður MC-Dagur
í Vágum, har hesin fer at
verða hildin í Missónshús
inum “Libanon” í Sørvági.
Samkoman har bakkar til
takinum 100% upp við øll
um praktiskum stuðli. Á
skránni verður Grill-Party,
felagskoyring runt Vágoynna,
MC-spøl og –kappingar. Kl.
18.00 verður náttverði fyri
mc-koyrarunum, og kl. 19.30
verður ein Gospelkonsert
hildin í salinum kl. 19.30,
har 3 luttakandi bólkar vera
at hoyra. Øll eru hjartliga
vælkomin at vera við, og
tiltakið er ókeypis.
Sjálvt tiltakið byrjar kl.
13.30 og endar tiltakið, tá
konsertin er liðug við ein
um drekkamunni. Øll MC-
feløgini í Føroyum hava fing
ið eina meira nágreiniliga
skrá at ganga eftir í samband
við koyringina vestur.
Cross-Bikers MC Føroyar:
Holy Riders MC Føroyar skift navn
Dagurin
16.mai eitur Sára. Dagurin hevur navn eftir konu
Ábrahams. Hebraiska navnið merkir høvdingafrú.
Í Írlandi verður dagurin hildin til minnis um munkin
Sankta Brandan, sum doyði í árinum 578. Tiltikin
gjørdist hann av frásøgnunum um sjóferðir sínar, og
hann fekk eisini navnið Navigator, ið júst mekir sjófari
ella siglingarmaður. Hann og felagar hansara løgdu
avstað at leita eftir tí lovaða landinum, og hildið verður,
at teir komu líka til Norðuramerika. Sagt verður frá, at
Brandan á ferðum sínum kom til Seyðaoyggjarnar, sum
uttan iva eru Føroyar. Í Kirkjubø er ein Brandansvík, og
í Skálavík hava vit staðarnøvnini Brandansbrekka og
Brandansjørð.
Í Kirkjubø varð um 1420 bygt eitt minniskapell fyri
Sankta Brandan. Hann er fyrsti navnnevndi maður, ið
her hevur verið, men um eina brandansmessu eææa ein
brandansdag hjá okkum vita vit einki at siga.
Bókhald- og roknskap
arstovan BKV v.Terja
Dalsgaard læt upp
skrivstovu á Argja
boðagøta 7 á Argjum
týsdagin 24. apríl
Tíðindaskriv
BKV er ein sjálvstøðugt rokn
skaparstova, sum eisini fæst
við ognarmekling, ið setir
ynski kundans og vegleiðing
fremst, tá ið tað snýr seg um
roknskapartænastur, og at
selja sethús, bátar, bilar v.m.
Eitt fólk burturav kemur at
taka sær av ognarmeklingar
virkseminum.
Fyrstu tíðina verður
BKV-skrivstovan á Argjum
opin týsdagar og hósdagar
frá kl. 09.00 til 16.30, men
málið er, at opið verður allar
arbeiðsdagar frá kl. 09.00 til
16.30. Vit hava tó telefontíð
allar vikudagar. Vit eru
at hitta á telefon 219376,
361376 og telefax 361309
og á teldupostadressuni
bkv@post.olivant.fo
Á heimasíðu okkara,
www.bkv.fo lýsa vit nærri
okkara virksemið.
Heimasíðan hja BKV er
kanska eitt sindur øðrvísi enn
hjá øðrum virkjum, tí hon
hevur ein tíðindaportal við
tíðindum úr Sandoy, Íslandi,
Hetlandi og oyggjunum sunn
anfyri. Trý fólk eru, sum
síggja til, at portalurin altíð
verður dagførdur. Heimasíða
okkara er rættiliga væl
vitjandi, og er skrásett hjá
Gallup Føroyar
Í ár eru tað 23 ár síðani
BKV varð stovnað á Sandi.
Virksemið í Sandoynni held
ur fram við somu upplat
ingartíðum; mánadag til fríggj
adag kl. 08.00 til 17.00.
BKV v.Terja Dalsgaard:
Nú lata vit upp á meginøkinum
Terji Dalsgaard, stjóri á BKV
BKV v.Terja Dalsgaard hevur latið upp skrivstovu á
Argjaboðagøtu 7