týsdagur 15. mai 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 92 - 15. mai 2007
tíðindi
Fyri 20 árum búðu
bert 40 fólk í Kunoy,
og lítið bendi á at
bygdini fór at verða
lív lagað í framtíðini.
Í dag er øðrvísi, og ein
hópur av sethúsum
standa í gerð, millum
annað tey hjá klaks
víkinginum Peturi
Svøðstein.
Bygdamenning
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Kunoy: - Ja, her í Kunoy
er gott at vera, slær hann
fast.
Hann hevur verið búsitan
di í bygdini tey seinastu 11
árini, men er nú í ferð við
at byggja sær síni egnu hús
sunnarlaga í bygdini.
Hetta er hann kortini
ikki einsamallur um, tí ein
skal ikki hava verið leingi í
bygdini fyrrenn ein sær tað
sama:
Í minsta lagi fýra onnur
hús eru í gerð, og fleiri
grundir standa til reiðar at
arbeiða víðari við.
- Tað er gott, at tað fer at
koma lív í bygdina, sigur
Petur Svøðstein, sum dagli
ga er formaður á út róðrar
bátinum Líðhamri í Klaks
vík.
Tey eiga eina gentu sum
gongur í 10. flokki og ein
drong sum gongur í 5. flok
ki í Kunoyar skúla.
Byggja nýtt
At Petur nú er farin at bygg
ja sær egin sethús í Kunoy,
kemur ikki av tí at hann á
nakran hátt er heimleysur.
- Eg eigi frammanundan
eini hús niðri í bygdini,
men ynski nú at byggja
mær eini nýggj, sigur
hann.
Petur er upprunaliga úr
Klaksvík, men hevur búð á
Kunoyarvegi í Kunoy lein
gi, í roynd og veru í
samfull 11 ár.
Leggjast skal aftrat, at
kona hansara er ættað hig
ani úr bygdini.
- Og tú veitst, hvussu tað
er!, sigur hann við einum
brosi, nú hann vísir umboð
unum fyri Sosialin runt í
hús um sínum.
Lyklaklárt
Nógv sniðhús eru at velja
millum á marknaðinum í
dag, men hesi húsini hjá
Peturi koma frá Norðsetur í
Hvalvík.
Tá vit tosaðu við Petur
fyri tveimum vikum síðani,
var ikki meiri enn ein
mánaður liðin, síðani teir
byrjaðu at seta húsini upp.
Til støddar eru tey beint
omanfyri 100 fermetrar, og
sjálvur ætlar hann at tey
kunnu sleppa inn í húsini á
norðoyastevnu, sum verður
fyrsta vikuskiftið í juni
mánaði.
- Vit hava biðið um eini
lyklaklár hús, so tá skuldi
alt verið liðugt, sigur Petur,
ikki sørt spentur á málin
um.
Nógv vilja bú
- Vit hava eina heilt ótrúliga
útsikt, sigur Petur
Mynd: Høgni Thomsen
Tað er sjálvandi sera hugaligt at
vita, at kunoyingar vilja seta búgv
her. Men tað er uppaftur betri, um
tey haraftrat koma aðrastaðni frá
”