Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-15, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. mai 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 92 - 15. mai 2007 tíðindi Fyri 20 árum búðu bert 40 fólk í Kunoy, og lítið bendi á at bygdini fór at verða lív lagað í framtíðini. Í dag er øðrvísi, og ein hóp­ur av sethúsum standa í gerð, millum annað tey hjá klaks­ víkinginum Peturi Svøðstein. Bygdamenning Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Kunoy: - Ja, her í Kunoy er gott at vera, slær hann fast. Hann hevur verið bú­sitan- di í bygdini tey seinastu 11 árini, men er nú­ í ferð við at byggja sær síni egnu hú­s sunnarlaga í bygdini. Hetta er hann kortini ikki einsamallur um, tí ein skal ikki hava verið leingi í bygdini fyrrenn ein sær tað sama: Í minsta lagi fýra onnur hú­s eru í gerð, og fleiri grundir standa til reiðar at arbeiða víðari við. - Tað er gott, at tað fer at koma lív í bygdina, sigur Petur Svøðstein, sum dagli- ga er formaður á ú­tróðrar- bátinum Líðhamri í Klaks- vík. Tey eiga eina gentu sum gongur í 10. flokki og ein drong sum gongur í 5. flok- ki í Kunoyar skú­la. Byggja nýtt At Petur nú­ er farin at bygg- ja sær egin sethú­s í Kunoy, kemur ikki av tí at hann á nakran hátt er heimleysur. - Eg eigi frammanundan eini hú­s niðri í bygdini, men ynski nú­ at byggja mær eini nýggj, sigur hann. Petur er upprunaliga ú­r Klaksvík, men hevur bú­ð á Kunoyarvegi í Kunoy lein- gi, í roynd og veru í samfull 11 ár. Leggjast skal aftrat, at kona hansara er ættað hig- ani ú­r bygdini. - Og tú­ veitst, hvussu tað er!, sigur hann við einum brosi, nú­ hann vísir umboð- unum fyri Sosialin runt í hú­sum sínum. Lyklaklárt Nógv sniðhú­s eru at velja millum á marknaðinum í dag, men hesi hú­sini hjá Peturi koma frá Norðsetur í Hvalvík. Tá vit tosaðu við Petur fyri tveimum vikum síðani, var ikki meiri enn ein mánaður liðin, síðani teir byrjaðu at seta hú­sini upp. Til støddar eru tey beint omanfyri 100 fermetrar, og sjálvur ætlar hann at tey kunnu sleppa inn í hú­sini á norðoyastevnu, sum verður fyrsta vikuskiftið í juni mánaði. - Vit hava biðið um eini lyklaklár hú­s, so tá skuldi alt verið liðugt, sigur Petur, ikki sørt spentur á málin- um. Nógv vilja bú - Vit hava eina heilt ótrúliga útsikt, sigur Petur Mynd: Høgni Thomsen Tað er sjálvandi sera hugaligt at vita, at kunoyingar vilja seta búgv her. Men tað er uppaftur betri, um tey haraftrat koma aðrastaðni frá ”