Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-15, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. mai 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 92 - 15. mai 2007 17 tíðindi úgva í Kunoy 100 krónur fermeturin Tað hevur víst seg at verið trupult at fáa grundøki í grannabýnum Klaksvík. Hetta kann vera orsøkin til, at fólk vilja flyta til Kun­oy­ar, sum bert liggur góðar 11 kilometrar hag­ani. Hinvegin er prísurin fyri eitt grundøki ikki ov høg­ur – bert 100 krónur fyri fermeturin. Og tað ger helst sítt til hetta sama ynskið. - Stykkið hjá mær er 610 fermetrar, og tí kostaði tað mær 61.000 krónur, slær Petur fast. Miðhæddin verður inn­ rætt­að liðug nú, meðan kjall­ar­in má bíða eitt sindur enn. Tvífaldað fólkatal Líkt er til, at fleiri enn Petur og konan hava tikið avgerð um at flyta higar til Kun­oy­ar. Hetta fer uttan iva at ska­ pa rættiliga menning í bygd­ini, og gera sítt til, at hon fer at vaksa uppaftur meiri í fram­tíð­ini. Hagtølini prógva eisini het­ta sama. Fyri 20 árum síð­ani búðu einans 40 fólk í Kun­oy, meðan talið í feb­ ru­ar mánaði í ár var komið upp á 81. Tann dagin, vit vitjaðu í bygd­ini, vóru menn í ferð við at smíða minst fýra onn­ur hús. Og fleiri onnur hava so­mu­leið­is slíkar ætlanir, bæði klaksvíkingar og eys­tur­oy­ing­ar. - Tað er sjálvandi sera huga­ligt at vita, at kun­oy­ ing­ar vilja seta búgv her. - Men tað er uppaftur bet­ ri, um tey haraftrat koma að­ra­stað­ni frá. Soleiðis kann bygdin bara vaksa enn mei­ri, sigur Petur og vísir á hús­ini beint niðanfyri hjá sær. - Hasin, hann er úr Klaks­ vík! Friðarligt og gott Orsøkirnar til at fólk bæði í og úr Kunoy yvirhøvur vilja bú­se­ta seg í hesi bygdini, sum mong meta sum fjar­skot­na, eru fleiri. Bygdin liggur bert 15 min­utt­ir við bili frá Klaks­ vík­ini, og tí ber væl til at búg­va her og hava arbeiði har ella aðrastaðni. Petur nevnir sjálvur, at her er gott at vera, tað er frið­ar­li­gt og so er Kunoy eitt sera veðurgott pláss. - Ein kemur ikki uttanum at nevna ta heilt ótrúligu út­sik­ti­na, sum vit hava her. Jú, her er gott at vera. - Øll tosa um tað vakra ves­tur­skin­ið, sum er her. Men eg veit líka, - júst tað ir­ri­ter­ar meg grensileyst, tá eg siti og hyggi eftir Premier Leag­ue í sjónvarpinum. - Tað fáa vit so einki ann­ að gjørt við, enn at draga gard­in­ur­nar fyri!, sigur hann við einum brosi. Ein kemur ikki uttanum at nevna ta heilt ótrúligu útsiktina, sum vit hava her ” Húsini hjá Peturi eru frá Norðsetur. Tey verða liðug til norðoyastevnu Mynd: Høgni Thomsen