Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-15, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. mai 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 92 - 15. mai 2007 17 tíðindi úgva í Kunoy 100 krónur fermeturin Tað hevur víst seg at verið trupult at fáa grundøki í grannabýnum Klaksvík. Hetta kann vera orsøkin til, at fólk vilja flyta til Kunoyar, sum bert liggur góðar 11 kilometrar hagani. Hinvegin er prísurin fyri eitt grundøki ikki ov høgur – bert 100 krónur fyri fermeturin. Og tað ger helst sítt til hetta sama ynskið. - Stykkið hjá mær er 610 fermetrar, og tí kostaði tað mær 61.000 krónur, slær Petur fast. Miðhæddin verður inn- rættað liðug nú, meðan kjallarin má bíða eitt sindur enn. Tvífaldað fólkatal Líkt er til, at fleiri enn Petur og konan hava tikið avgerð um at flyta higar til Kunoyar. Hetta fer uttan iva at ska- pa rættiliga menning í bygdini, og gera sítt til, at hon fer at vaksa uppaftur meiri í framtíðini. Hagtølini prógva eisini hetta sama. Fyri 20 árum síðani búðu einans 40 fólk í Kunoy, meðan talið í feb- ruar mánaði í ár var komið upp á 81. Tann dagin, vit vitjaðu í bygdini, vóru menn í ferð við at smíða minst fýra onnur hús. Og fleiri onnur hava somuleiðis slíkar ætlanir, bæði klaksvíkingar og eysturoyingar. - Tað er sjálvandi sera hugaligt at vita, at kunoy- ingar vilja seta búgv her. - Men tað er uppaftur bet- ri, um tey haraftrat koma aðrastaðni frá. Soleiðis kann bygdin bara vaksa enn meiri, sigur Petur og vísir á húsini beint niðanfyri hjá sær. - Hasin, hann er úr Klaks- vík! Friðarligt og gott Orsøkirnar til at fólk bæði í og úr Kunoy yvirhøvur vilja búseta seg í hesi bygdini, sum mong meta sum fjarskotna, eru fleiri. Bygdin liggur bert 15 minuttir við bili frá Klaks- víkini, og tí ber væl til at búgva her og hava arbeiði har ella aðrastaðni. Petur nevnir sjálvur, at her er gott at vera, tað er friðarligt og so er Kunoy eitt sera veðurgott pláss. - Ein kemur ikki uttanum at nevna ta heilt ótrúligu útsiktina, sum vit hava her. Jú, her er gott at vera. - Øll tosa um tað vakra vesturskinið, sum er her. Men eg veit líka, - júst tað irriterar meg grensileyst, tá eg siti og hyggi eftir Premier League í sjónvarpinum. - Tað fáa vit so einki ann- að gjørt við, enn at draga gardinurnar fyri!, sigur hann við einum brosi. Ein kemur ikki uttanum at nevna ta heilt ótrúligu útsiktina, sum vit hava her ” Húsini hjá Peturi eru frá Norðsetur. Tey verða liðug til norðoyastevnu Mynd: Høgni Thomsen