Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-15, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. mai 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 92 - 15. mai 2007 tíðindi Tritonus stovnaði John Høybye í 1971 og stjórnaði tí í 35 ár. Nýg­gi leiðari kórsins frá á heysti 2006 eitur Nish­i­ki Sano og er av japan­skari ætt. Tritonus hevur í mong ár ver­ið mett som eitt fremstu kór­um í Danmørk. Sang­ skrá­in hevur fevnt um tón­ leik bæði til tað klassiska og tað nútíðar rytmiska. Kór­ið hevur gjørt kon­sert­ ferð­ir víða hvar á europeiska fast­land­in­um, til Onglands, Ís­ra­els, Kina, og Japan Í 1999 varð kórið boðið at lut­ ta­ka í The Duke Ellington Cen­ten­ni­al Festival í Wash­ ing­ton, har tey eisini á øð­r­ um støðum framførdu gitna verk­ið Sacred Concert eftir El­ling­ton, som John Høy­ bye skipaði fyri kór og or­kes­tur, og sum hann fram­ før­di við føroyska kór­ stevnu­kórinum árið eftir, í ár 2000. Seinasta uttan­lands­ ferð kórsins var í apríl sein­ as­ta ár eftir innbjóðing frá In­s­ti­tu­to Curitiba de Arte e Cult­ura í Brasilia. Ikki minst vegna serliga vin­skap­in millum kór­leið­ar­ an John Høybye og okkara Fri­ts Johannesen hevur Trit­ o­nus ofta vitjað hendavegin út í Atlantshav og eisini vest­ur til Íslands. Tritonus hevur luttikið í fleiri altjóða kórkappingum. Nevnast kann, at á The 5th International Choir Competition í Budapest var kórið millum tey 63 úrvaldu av 200, sum søktu. Tritonus vann tá fyrstu virðislønina. Í gitnum Disney-tekni­ film­um sum Vakurleikin og Djór­ið, Aladd in, Po­ca­hont­ as, Klokkarin í Notre Dam o. fl. er tað Tritonus sum hoyr­ist syngjandi. Samanumtikið eitt sera dygd­ar­gott og virkið kór, sum á hvørjum ári heldur 15-20 konsertir íða um í Dan­mørk og hevur latið frá sær hópin av diskum. Nishiki Sano varð fødd ur í Danmørk í 1974. Seks ára gam­al fór hann at spæla klav­er, og áhugin fyri tón­ leiki menti seg ár undan ári. Í 1993 lutaðist honum tal­ ent­legat fra Nørre Gym­nas­ ium. Eftir tónleikavísindaligan les­nað á Københavns Uni­ ver­si­tet og almenna tón­ leika­lin­ju á Det Kgl. Musik­ ko­­ns­ervatorium kom N. Sano sær inn á di­ ri­gent­klass­ an á DKDM, haðan hann leyk endaprógv í 2003. Av lær­a­r­um hansara kunnu nevn­ast professarin Dan- Ol­of Stenlund, Frans Ras­ muss­en, Michael Bojesen, sjón­leik­arin Joen Bille og á sein­ni studium í Japan Seik­ y­o Kim og Tanaka Nobu­ aki. Umfram Tritonus stjórnar Nis­hi­ki Sano eisini øðrum kend­um kórum sum t.d. Aka­dem­isk Kor, Korona- kor­et og Kammerkoret Hym­n­ia. Umframt sín serliga tok­ ka til a cappella kórtónleik hev­ur Nishiki stóran áhuga fy­ri nýskapandi skipanum av eldri tónaverkum. Við sín­um mentanarliga støði bæði í Danmørk og í Japan legg­ur hann seg eftir at sam­ eina tað besta úr hesum báð­ um ymsu tón­leik­a­siða­arv­ um. Um Svanholm Singers verð­ ur stutt greitt frá, at talan er um manskór út um tað van­ li­ga. Tjúgu ungar vælmýktar mans­rødd­ir mynda ein “sound”, sum ber á nýggjar leiðir innan svenska kór­sið­ ven­ju. Við sínari und­run­ar­ vert nákvæmu tónásetan og sín­um dynamiska ljómi let­ ur kórið upp fyri nýggjum dim­en­sjón­um innan kór­tón­ leika­heimin. Við Sofia Söderberg Eber­ hard sum leiðara fremja Svan­holm Singers ný­skap­ an­di konsertir við sterkum boð­ska­pi, ið ber við hjá menn­is­k­jum i øllum ald­ rum. Síðan byrjanina í 1998 hev­ur kórið fimm ferðir ver­ ið á konsertferðum í Japan, hev­ur vunnið fleiri altjóða kór­kapp­ingar í Europa, lagt eft­ir seg fimm diskar og giv­ ið sínum áhoyrarum nýggja mynd av, í hvussu stóran mun kórsangur kann gleða, hug­fan­ga og vekja djúpar kens­lur. Sofia Söderberg Eberhard hev­ur verið leiðari hjá Svan­ holm Singers síðan á heysti 2001. Hon nam sang, kla­ ver, orgul og kórleiðslu á tón­leika­hás­kúlanum í Malm­ö og barokkcello við Kung­li­ga musikhögskolan í Stock­holm. Hon er við­ur­ kend s­um ein av fremstu kór­lei­ð­ar­um í Svøríki og hev­ur vunnið fyrstu di­ ri­gen­ t­virð­islønir á “VII Festival Cor­ale Orlando di Lasso” í Rom (2000), “Hora Can­ tavi” í Pollandi (2002) , “Fourth International Ma­de­ toja Competition” í Finn­lan­ di (2005) og á “45th Seg­hiz­ zi Concorso Intermazionale di Canto Corale” í Italia (2006). Hennara tulkingar av kórtónleiki saman við Svan­holm Singers hava veitt teimum hópin av heið­ urs­løn­um. SUMMAR­FES­TI­ VALURIN Tíðindaskriv Føroya Tele og Summarfestivalurin hava í dag undirskrivað ein tríára sáttmála, sum skal verða grundklangurin í einum mennandi og spennandi samstarvi innan tónleik, tøkni, undirhald og ungdómsmentan. Føroya Tele hevur verið ein av stuðlunum og samstarvspørtunum hjá Summarfestivalinum, síðani tiltakið fyrstu ferð fór av palli august 2004. Føroya Tele sær týdningin í, at Summarfestivalurin roynir at byggja brýr ímillum ættarliðini, sum árliga kunnu hittast á víðaveingi í Klaksvík á einum rimmar festivali, har tónleikur, undirhald og góðar upplivingar verða settar í hásæti. - Vit vilja við sáttmálanum leggja lunnir til, at S u m m a r f e s t i v a l u r i n frameftir stevnir høgt og breitt, soleiðis at tey vitjandi fáa klassaupplivingar, sum kunnu kveikja og skapa sambond millum ung eins væl og tilkomin, sigur Richard Mortensen stjóri á FT Samskifti. Vit hava ta vón og seta eisini okkara álit á, at Summarfestivalurin vil gera sítt ítasta fyri at liva upp til ta ábyrgd, at allir føroyingar hava uppiborið at hoyra og síggja kendar og góðar tónleikabólkar á palli í egnum landi – og at væl skipaði tiltøk skapa samveru og neyðuga samskiftið allari tjóðini at frama. Føroya Tele hevur við hesum gjørt ein trý ára sáttmála við Summarfestivalin, sum er galdandi árini 2007, 2008 og 2009. Í døgunum 17.-19. mai verður størsta kórtiltak nakrantíð áður í okkara tónleikasøgu. Sum tað sæst á skránni, verða tiltøkini ymsastaðni í landinum. SKRÁ Hósdagur 17. mai 2007 kl. 08.30 Insskriving kl. 09.00-10.15 Býurin bjóðar vælkomin og síðan felags kórsangur kl. 10.15-13.00 Verkstovur kl. 13.00-15.00 Døgverði í Badmintonhøllini kl. 15.30 Koncertforeningens Kor, Kammer­ kor­et Aalborg Universitet og Tórs­ havn­ar Kamarkór við bussi til Klaks­­vík­ar og Gøtu. Konsertir verða í Christians kirkjuni og Gøtu kirk­ju kl 19.30 kl. 15.30-17.00 Verkstovur kl. 17.30 Nátturði í Badmintonhøllini og kór­ upp­stilling í NLH kl. 19.30 Konsert í Norðurlandahúsinum við Ljó­mi, Svanholm Singers, Havnar­ kór­in­um, Tritonus og Kris­ti­li­ga Sangkórinum – 24.00 ‘Aftersinging’ í Norðu­r­lan­da­hús­in­ um Fríggjadagur 18. mai 2007 kl. 09.00 – 10.15 Felags kórsangur í Norður­lan­da­hús­ in­um kl. 10.15 – 13.00 Verkstovur kl. 13.00 – 15.00 Døgverði í Badmintonhøllini kl. 15.30 Svanholm Singers, Tritonus og Havnar­kórið við bussi inn á Toftir og Fuglafjarðar. Konsertir verða í Fríð­riks kirkjuni og Fuglafjarðar kirk­ju kl 19.00 kl. 15.30 – 17.00 Verkstovur kl. 17.30 Nátturði í Badmintonhøllini og kór­ upp­stilling í NLH kl. 19.00 Konsert í Norðurlandahúsinum við Tórshavnar Kamarkóri, Koncert­for­ en­ing­ens Kor, Kammerkoret Aal­ borg Universitet og Dreing­ja­kór­in­ um undir Brúnni kl. 21.30 Orgulkonsert í Vesturkirkjuni við Ste­fano Vasselli, organisti við Skt. Pauls Cathedral. Bussar koyra frá Norðurlandahúsinum – 24.00 ‘Aftersinging’ í Norð­ur­landa­ hús­ inum Leygardagur 19. mai 2007 kl. 09.00 – 11.30 Verkstovur kl. 11.30 – 13.30 Døgverði í Badmintonhøllini kl. 15.00 – 16.30 Aðalroynd kl. 17.00 Konsert í Norðurlandahúsinum við verkstovukórunum og felags­kór­in­ um kl. 19.00 Veitsla í Badmintonhøllini Kammerkoret, Aalborg Universitet hevur sítt støði í Musikstuderendes Kammerkor, sum við tilknýti til Aalborg Universitet varð stovnað í 1995 við tí endamáli at geva tónleikalesandi høvi til at fremja kórsang á høgum støði. Í sínum virksemi hevur kórið mest lagt seg eftir nútíðar norðurlendskum kórtónleiki, men hevur eisini havt klassisk stórverk á skránni, eitt nú Mozarts Requiem í samarbeiði við Det jyske Kammerkor, sum Mogens Dahl stovnaði í 1982, og Aalborg Symfoniorkester í 1998. Føroya Tele og Summar­fest­i­ val­ur­­in gera tríára sáttmála Kórstevnur Føroya 40 ár: Størsta kór­til­ tak nakrantíð Svanholm Singers Kammerkoret, Aalborg Universitet Tritonus