Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-15, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. mai 2007síða 20

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 tíðindi Nr. 92 - 15. mai 2007 – Vit mugu vísa trupla næminginum ljósið við endan á tunlinum, heldur enn at virka sum eitt mótkoyrandi tok, sigur Ingvald á Kamarinum. Tí sigur hann eisini, at truplu næmingarnir skulu úr skúlanum, og at ein serskúli skal setast á stovn til hesar í Føroyum SKÚLI Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo – Takið truplu næmingarnar úr fólkaskúlanum. Teir skulu als ikki vera í skúla, sigur Ingvald á Kamarinum. – Tað sigur seg sjálvt, at ein flokkur við 24 næming­ um, harav tveir hava atferðar­ trupulleikar, ikki riggar sum hann skal. Teir báðir truplu næmingarnir fara við nógvari orku, og so er lítið gott eftir til hinar 22 næmingarnar. Tá eru báðir næmingabólkarnir við sviðusoð, og tað er lær­arin eisini, sum hevur brúkt alla sína orku til eina uppgávu, sum einki úrslit sæst av. Tað segði Ingvald á Kamarinum við Sosialin í nov­embermánaði, og tað sigur hann framvegis. Nú vitjar hann í Føroyum og mikukvøldið heldur hann kunn­andi fund í Miðla­hús­ inum í Vágsbotni, har hann fer at greiða frá støðuni, trupli næmingurin er í í fólkaskúlanum. Ingvald fer at siga frá sínum royndum og frá tilboðnum, hansara skúli bjóðar í Danmark, um­framt at hann eisini sigur, hvat hann heldur kann gerast í Føroyum, fyri at bøta um støðuna. Lættari at vera mongolur Ingvald á Kamarinum hev­ur drúgvar royndir við so­kall­ aðum truplum næmingum, hann kennir støðu teirra og veit eisini, hvussu foreldrini hava tað í slíkum førum. – Um vit seta tað grovt upp, so er tað lættari við mong­olum, tí teirra brek eru sjónlig. Atferðartruplu næmingarnir hava eingi sjónlig brek, men kortini passa teir als ikki inn í skipanina, vísir Ingvald á Kamarinum á. Hann sigur somuleiðis, at trupulleikarnir við hesum næmingum á ongan hátt eru nýggir. – Teir hava altíð verið, men fyrr vóru hesir dreingir sendir til skips, og vóru rættir menn, tá teir komu aftur. Hetta kann man ikki bara í dag, staðfestir Ing­ vald á Kamarinum. Men tí er tað umráðandi at geva næmingunum aðrar “succes- upplivingar”, heldur hann. – Tað er ikki næmingurin, sum er trupulleikin. Tað fær tað ongantíð verið, og tí mugu vit vísa honum ljós­ið við endan á tunlinum, heldur enn at virka sum eitt mót­ koyrandi tok, sigur Ingvald á Kamarinum. Serskúli betri loysn fyri øll Ingvald á Kamarinum mæl­ ir tí til, at seta á stovn ein ser­skúla í Føroyum. Ein skúla fyri atferðartruplar næm­ingar. Tað hevði loyst nógvar trupulleikar, sum føroyski fólkaskúlin í dag stríðist við. – Næmingarnir, sum eftir eru í vanliga fólkaskúlanum, høvdu fingið meiri burtur úr, tí nú hevði lærarin meiri tíð til teir. Lærarin hevði eisini verið betri upplagdur, tí hann hevur størri yvirskot nú hann ikki skal brúka so nógva orku upp á truplu næmingarnar. Og teir truplu næmingarnir fáa nú eisini munandi meiri burtur úr, hava teir fingið eitt serligt tilboð har teirra tørvur verður nøktaður, sig­ ur Ingvald á Kamarinum. Hann heldur, at hetta hevði verið ein betri loysn fyri allar partar. Etiskur og moralskur spurningur Spurdur um, hvat hann sjálvur fær burtur úr at reka ein skúla sum Fjordskolen, svarar Ingvald stutt og greitt, at hann ongan fíggjarligan vinning fær. – Eg vinni ongar pengar upp á hetta, og eg kann heldur ikki draga tað av í skatti í Danmark. Men eg mangli einki og havi alt, so fyri meg er tað ein spurningur um etikk og moral, og so haldi eg tað eisini vera syndarligt at síggja, hvussu nógv børn hetta snýr seg um, sigur Ing­vald á Kamarinum, sum miku­kvøldið verður at hoyra í Miðlahúsinum. Takið trupla næmingin úr skúlanum Ingvald í Miðla­húsinum Mikukvøldið klokkan 20 vitjar Ingvald á Kam­ar­inum í Miðla­húsinum. Ingvald er útbúgvin sosial­pedagogur og stjóri á Fjordskolen í Danmark, sum er ein serskúli fyri atferðartruplar næm­ingar. Við sær í Miðlahúsið hevur hann Ulrik Jensen, sum er útbúgvin lærari og starvast á Fjordskolen. Teir báðir fara í felag at greiða frá trupla næmingin og støðu hansara. Frá teirra royndum og frá til­boðnum, ið hansara skúli bjóðar í Danmark. Eisini siga teir sína hugs­an um, hvat teir meta kann gerast í Føroyum, fyri at bøta um støðuna. Ulrik Jensen og Ingvald á Kamarinum fara mikukvøldið at tosa um atferðartruplar næmingar, støðu teirra og hvat skal gerast Mynd: Álvur Haraldsen Føroyskur tónleikur í Íslandi Nú hálvur annar mánaði er fráliðin síðan Atlantic Music Event varð hildið í Íslandi, er føroyskur tónleikur enn at hoyra í íslendskum útvarpi. Høgni Lisberg og lagið Just Dig er á A-rotatión á Rás 2, og sostatt eitt av mest spældu løgunum í Íslandi. Lagið Louis Louis hjá Teiti er í B-rotatión, ið merkir at lagið verður spælt nóg, men tó ikki líka ofta sum Just Dig. Harumframt er eisini ein upptøka við Jógvan Hansen úr X-Factor í b-rotatión, lagið Hvern einasta dag.