Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-15, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. mai 2007síða 19

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 92 - 15. mai 2007 19 tíðindi Um tú ert fyltur 18 ár og dugir enskt, kanst tú upp á fýra vikur læra til ferðaleiðara og fáa eitt spennandi og læruríkt arbeiði, segði Súsanna Gunnarsson frá ”Service & Co” í Spania á fundi í Miðlahúsinum Temakvøld Magnus Gunarsson maggi@sosialurin.fo Einasta treyt fyri at koma inn á skandinaviska ferða­ leiðaraskúlan ”Service & Co” í Santa Súsanna, nær­ hendis Barcelona í Spania, er at tú ert fyltur 18 ár, og at tú kanst tosa enskt, segði Súsanna Gunnarsson á ferða­ leiðarakvøldinum í Miðla­ húsinum mánakvøldið, sum føroyska ferðaskrivstovan ”Tora Tourist Traffic” og ”Service & Co” skipaðu fyri. Súsanna er lærari á Service og Co, ið er ein ferðaleiðaraskúli, sum við ”garanti” kann bjóða arbeiði til allar teir góðkendu næm­ ingarnar. Tað merkir, at tá tú hevur fingið títt prógv sum ferðaleiðari, kanst tú síggja fram til eitt spennandi arbeiði í útlandinum, sigur Súsanna. Næmingar, sum fáa prógv á skúlanum, kunnu rokna við at verða kontaktaðir av teimum stóru ferðaskrivstovunum í Skandinavia, sum bjóða teimum arbeiði. Umleið hálvthundrað før­ oyingar hava millum ár og dag gingið á hesum skúla. Føroyingar eru væl umtóktir. Teir hava góð við­ urskifti til tey Skandanavisku málini, teir kunnu tosa við øll og skilja danskt, norskt og svenskt, og tað er ein fyrimunur hjá teimum stóru ferðaliðunum, sigur Sús­ anna, ið sjálv hevur fingið sína útbúgving á skúlanum. Skúlin skipar fyri trimum skeiðum upp á fýra vikum um árið. Millum 110 og 160 næmingar luttaka hvørja ferð. Hóast flestu næmingarnir eru ungir, eru tað eisini nógv tilkomin fólk, sum læra til ferðaleiðara. Næmingarnir mennast nógv persónliga og læra at framføra seg, sigur Súsanna. Í Føroyum er tað Tora Tourist Traffic v. Sámal Bláhamar, sum umboða ferðaleiðaraskúlanum hjá Service & Co. í Barcelona. Sámal, sum sjálvur gekk á skúlanum í 2002, sigur, at skúlin er vorðin meira viðkomandi hjá okkum, nú ein av lærarunum á skúlanum er føroyingur. Upplýsingar um skúlan eru at finna á: www.guide. fo. Áhugaði kunnu venda sær til ferðaskrivstovuna Tora Tourist Traffic á tel. 215667. Súsanna er í Før­ oyum til hósdagin 17. mai, og kunnu áhugað ringja til hana á tel. 58 82 48. Spennandi og mennandi at vera ferðaleiðari Starvið sum ferðaleiðari er spennandi og læruríkt, segði Súsanna Gunnarsson frá ”Service & Co” í Barcelona á fundi í Miðlahúsinum Sámal Bláhamar frá ferðaskrivstovuni “Tora Tourist Traffic” og Ólavur Poulsen frá “Lakeside Sightseeing” á Vatnsoyrum Góður stemningur í Miðlahúsinum mánakvøldið, tá skandinaviski ferðaleiðaraskúlin ”Service & Co”og Tora Tourist Traffic skipaðu fyri ferðaleiðarakvøldi “Team Her Sonissos 2005”. Súsanna er uttast til vinstru Skandinavisk mynd frá Service & Co. Anna (svensk), Súsanna (føroysk/norsk) og Pauline (donsk)