týsdagur 15. mai 2007síða 29
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
vinnusíðurnar
Nr. 92 - 15. mai 2007
– Tað at smíða skip, hóast
tey ikki eru so øgiliga stór,
hevur alstóran týdning
fyri okkum fyri at
varðveita førleikan segði
Gunnar Mohr,
skipasmiðjustjóri, tá
Fiskaklettur varð latin
eigarunum
Skipasmíð
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Hóast tað ikki er av størstu
skipum, sum er latið byggja á
Tórshavnar Skipasmiðju gjøgnum
árini, so var tað kortini ein stór
løta leygardagin, tá nýggjasta
farið í flotanum, ein trolbátur til
reiðaríið Malinsfjall við Bjarna
Kass varð doypt. Gunnar Mohr,
stjóri takkaði Bjarna Kass,
reiðara fyri tað álit hann hevur
víst Skipasmiðjuni við at lata tey
smíðja skipið, sum skal á land
leiðina at fiska frá 1. juni.
– Hetta er fyri okkum, sum
starvast á Skipasmiðjuni ein stór
løta sum altíð, tá skip verða latin
ein slíkan góðan dag. Sáttmálin
varð undirskrivaður 17. juli í fjør
og skuldi skipið handast
flaggdagin eins og gjørt hevur
verið við tveimum av teimum
seinastu skipunum.
Hetta gekk ikki eftir ætlan.
Skrokkurin, sum skuldi koma úr
Pólandi 21. november í fjør kom
hann ikki fyrr enn 6. februar. Tá
vóru góð ráð dýr, men leiðsla og
starvsfólk settu seg saman og
funnu eina loysn, so báturin
kundi fara á landleiðina sum
ætlað 1. juni, og tað fer nú at
eydnast. Nú eru vit í
veruleikanum eina viku
frammanfyri ætlanina segði
Gunnar Mohr, sum var bæði
errin og rørdur av, at tað bar til.
Tey fingu sett tvey skifti á, og
tað hevur verið ótrúligt ágrýtni og
entusiamsa at fáa tíðarætlanina at
halda.
– Vit hava eisini gjørt okkara
besta fyri at fáa bátin so
effektivan sum gjørligt. Eg má
siga, at tað at smíða skip hóast
tey ikki eru so øgiliga stór, hevur
alstóran týdning fyri okkum fyri
at varðveita førleikan á virkinum,
hjá undirveitanum og øllum
handverkinum at smíða skip sum
heild. Hóast skipið ikki er stórt
so skal førleikin til kortini. Og tí
er tað gott, at vit hava fingið
skipasmíð í gongd aftur eisini
inni á Skála við tí avtalu vit hava
fingið við Landsfelag
Handverkara. Eg vóni tað verður
til eydnu fyri okkum øll, reiðarí,
flotan, vinnuna og samfelagið
sum heild segði Gunnar Mohr.
Eftir hesi orð gav gumman Bjørg
Kass snøgga trolbátinum navnið
Fiskaklettur.
Frá stóru løtuni á byrggjuni
leygardagin, har mong vórðu
savnað
Stóran týdning fyri at
halda førleikan við líka,
at tað eisini verða bygd
smærri skip
Kend andlit vóru at síggja á bryggjuni henda dagin
Bjarni Kass og gumman at Fiskakletti Bjørg Kass saman við skipasmiðjustjóranum og dóttrini.
Eisini týdning at smíða smærri skip