Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-15, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. mai 2007síða 28

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 vinnusíðurnar Nr. 92 - 15. mai 2007 - Latið fiskidagaskip- anina koyra, sum hon ger og ikki blíva við at gera broytingar alla tíðina, so man ongan- tíð veit, um man er keyptur ella seldur. Stórt sæð er hon góð nokk. Tað hava verið alt ov nógv ótrygg signal frá politikar- unum um, hvussu fiskivinnan skal rekast, og tað ger, at teir, sum hava við fiskiskip at gera, fáa ikki lagt nakrar ætlanir um hvussu teir skulu reka fiski- vinnuna fram ígjøg- num tíðina sigur Bjarni Kass, reiðari á nýggjasta farinum í flotanum, Fiskakletti Fiskivinna Jan Müller jan@sosialurin.fo – Hetta man vera ein tann størsti dagurin hjá mær, men tað er heldur ikki vist, at hetta verður tann seinasti báturin sigur reiðarin á Fiskakletti, Bjarni Kass, sum síðani hann fór til skips hevur bæði ført og átt fleiri skip. Eru tey nevnd eru tey kend: Smaragd, Safir, Jasp­ is, Ametyst, Topas, Sardis, Fiskaklettur og Varðin. Nógv er broytt øll hesi árini, og í dag er Bjarni reið­ ari á Varðanum og nú nýggja Fiskakletti. Bjarni er fegin um nýggja farið. Heldur tað riggar væl og sær fram til at fara fyrsta túrin á landleiðina um ikki so nógvar dagar. Fiskaklettur er 113 tons, hann er 21,30 metrar langur og 5,75 metrar breiður. Prísurin er 13 mill. kr. Teir verða 4 mans við. Fiskaklettur skal fiska fyri 7 til 7,5 mill. kr. um árið. Tað átti at borið til við verandi prísum og fiski­ døgum. Rætt at byggja nýggj skip Bjarni Kass heldur sjálvur, at tað er eisini rætt at byggja nýggj skip. – Fyri seks árum síðani vóru tað næstan bara træ­ skip, sum trolaðu á land­ leiðini. Nú eru bert nøkur heilt fá eftir. So tað hevur verið sunt og skilagott, at menn hava bygt nýggj skip. Man kundi sjálvandi ynskt, at skipini vórðu bíligari. Men eg vil siga, at vit sum heild hava ein góðan og tíðarhóskandi fiskiflota, og her hugsi eg ikki minst um umstøðurnar hjá fiskimonn­ um. Hvat heldur Bjarni Kass so um støðuna hjá fiskivinn­ uni í dag! Hann svarar, at hon sum heild er nokkso stabil. Tað hava verið góðar tíðir. Tendensurin er so tann, at tað ikki longur gongur uppeftir, men heldur ikki niður. Sjálvur heldur hann tað ikki vera ov váðiligt at gera slíka íløgu í nýtt fiskiskip. Tá man hevur við fiskiskip at gera so veit man jú aldrin. Tað vil altíð vera ein satsn­ ingur eisini. Men sum prísurin er og fiskaríið hevur verið og við verandi oljuprísi, so eigur tað at bera til. Hinvegin, fer oljuprísurin upp og fiska­ prísirnir niður, so hongur tað ikki saman. Men sum viðurskiftini eru nú, so heldur Bjarni tað er í lagi. Latið fiskidagaskipan fáa frið Hvørji góð ráð hevur Bjarni so at geva okkara politikar­ um, nú vit so smátt eru far­ in inn í eitt valár! – Lata fiskidagaskipanina koyra sum hon ger. Og ikki blíva við at gera broytingar alla tíðina, so man ongantíð veit, um man er keyptur ella seldur. Stórt sæð er hon góð nokk. Tað hava verið alt ov nógv ótrygg signal frá politikarunum um, hvussu fiskivinnan skal rek­ ast, og tað ger, at teir, sum hava við fiskiskip at gera, fáa ikki lagt nakrar ætlanir um hvussu teir skulu reka fiskivinnuna fram ígjøgnum tíðina. Bjarni Kass heldur størsta trupulleikan í fiskivinnuni í dag vera manningarspurn­ ingin. – Vilja føroyingar ikki manna skipini, so mugu vit fáa útlendingar inn. Her hugsi eg serliga um línu­ flotan. Har er tað ein stórur trupulleiki at fáa fólk. Og tí er ikki nakað annað val enn at fáa útlendingar umborð. Tað eigur heldur ikki at vera nakrar trupulleiki at føroyingar og útlendingar arbeiða saman umborð á okkara fiskiskipum. Latið fiskidaga- skipan fáa frið Stóran týdning fyri at halda førleikan við líka, at tað eisini verða bygd smærri skip