Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-15, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. mai 2007síða 34

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 [ Nr. 92 - 15. mai 2007 ] Big Sam til Newcastle Tað verður Sam Allardyce, sum tekur við leysa venjarasessinum í Newcastle. Felagið kunngjørdi í morgun, at trý ára sáttmáli er gjørdur við 52 ára gamla venjaran. Fremsta uppgávan hjá Big Sam verður at fáa skil á hópin í Newcastle, har Obafemi Martins og Charles N’Zogbia ikki vóru partur av seinasta dystinum á kappingarárinum. Og har Michael Owen verður settur í samband við møguliga sølu. Formula-deildin v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 EB/S 9 7 - 0 - 2 18 9 9 21 2 B36 9 6 - 2 - 1 17 7 10 20 3 NSÍ 9 6 - 0 - 3 16 10 6 18 4 HB 9 5 - 2 - 2 21 13 8 17 5 Skála 9 4 - 1 - 4 11 14 -3 13 6 B71 9 3 - 2 - 4 16 14 2 11 7 GÍ 9 3 - 2 - 4 13 19 -6 11 8 KÍ 9 3 - 1 - 5 17 14 3 10 9 AB 9 1 - 2 - 6 12 21 -9 5 10 VB/S 9 1 - 0 - 8 7 27 -20 3 Alt kiksaði Marni Djurhuus var skjót­ur at staðfesta, at EB/­Streymur ikki hevði betri uppiborið mána­ kvøldið. - Har gekk alt galið hjá okkum. Somikið ein­falt er tað. Tit høvdu eisini stór­­ar trupulleikar í álops­­spælinum. Eru tit somikið nógv tengdir at Sorin Anghel? - Eg vil ikki siga, at spæl­ið hjá okkum er púr­asta bundið at hon­ um. Men sjálvandi er sakn­ur, tá ein spælari av hansara slag ikki er tøkur, sigur Marni, sum tó er ivaleysur um, at teir á oddaliðnum reisa seg aftur. - Trýstið á okkum er sjálvandi størri, nú bara eitt stig er á muni. Men vit sóu, tá vit taptu fyri B36, at vit megnaðu at reisa okkum. Og tað vænti eg eisini, at vit gera komandi umfarið, sigur hann. Hatta var munurin HB-liðskiparin, Jákup á Borg, fegnaðist sjálvandi um, at tað eydnaðist HB at fáa samband við oddin aftur. - Trý mál vóru mun­ urin í dag, haldi eg. Fyrst og fremst, so høvdu vit nógv meira at spæla fyri, tí hjá okkum hevði tað alt at siga, at dyst­urin varð vunnin. Megnaðu vit ikki tað, so vóru vit ikki við. Og tað trýstið fekk okkum veruliga at vakna. Og eru tit nú aftur partur av odda­stríð­ num? - Ikki heilt. Men mun­ urin minkaði eitt fitt pettið, og tað er eitt veld­ ugt pluss hjá okkum, segði hann. Tað tók HB eitt gott korter at gera av við EB/Streym. Tá stóð longu 2-0 á talvuni, og gestirnir megnaðu ongan tíð at stríða seg aftur í dystin Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo 16.47 stóð á talvuni, tá Jákup á Borg hevði sent næsta bólt­in í meskarnar handan René Tórgarð í EB/Streyma- málinum. Meira enn nakað, so var hetta ein kraftig undir­strikan frá einum sera uppsettum HB-liði, sum ikki hevði ráð til nakað annað enn ein sigur, skuldu teir gera sær nakra sum helst vón um, at teir aftur í ár skulu hava ein leiklut í oddinum av føroyskum fótbólti. Byrjanin kundi kanska mint um næsta dystin millum liðini í fjør. Ta ferðina kom HB alt fyri eitt á odda 2-0, men tann dagin megnaði EB/Streymur kortini at fáa javnleikin til høldar. Tað megn­aðu teir ikki hesaferð, og í veruleikanum var tað eisini hampuliga langt ífrá. Eisini hóast tað kundi sæð øðrvísi út, um stútarin hjá Egili á Bø stutt eftir 1-0 málið hevði rakt stólpan. Gloymdu bakkarnar Fyrst og fremst, so var úrslitið ein staðfesting av, at HB á degnum átti so nógv betra liðið. Ein orsøk til ágangandi spælið var helst, at Milan Kulic hesa ferð varð settur á beinkin. Eingin ivi er um, at Kulic hevur evnini at vera ein tann besti spælskiparin í landinum. Men á einum HB-liði, har nógvar og kvik­ ar bóltflytingar altíð hava verið eyðkennið, gerst spæl hansara í nógvar mátar ein seinkandi liður. Og í øðrum lagi tóktust gestirnir ikki at hava lisið serliga væl uppá lektiuna móti HB. Í ár hava B71 og GÍ vunnið útidyst á HB. Í báðum førum hevur mest eyð­sýndi felagsnevnarin verið, at liðini hava hildið bakkarnar heima, so Jákup á Borg og aðrir ikki fáa ov gott pláss at renna á. Men tann parturin kiksaði fullkomuliga hjá EB/Streymi mánakvøldið. Besta dømið um hetta var kanska 2-0 málið. Símun Eliasen hevði flutt seg langt niðan á vøllin, og tí nýttist HB bert eina langa sending, áðrenn Jákup varð sendir avstað. Tað bøtti ikki um støðuna, at Egil á Bø púrasta seldi seg sjálvan, tá hann skuldi tackla, og so var HB- liðskiparin púrasta leysur. Men talan var so sanniliga um nógv onnur dømi um vánaligt bakk-spæl. Gert Han­sen varð ferð eftir ferð yvirspældur við 1-2 send­ ingum høgt uppi á mið­ vøllinum. Í hinum borðinum mátti Símun í fleiri førum kapprenna við Jákup á Borg og Mortan úr Hørg, og tað spælir sjáldan væl av. Størsti møguleikin varð misnýttur EB/Streymur royndi at stríða seg aftur, og í løtum var nakað av ferð á dystinum. Móti endanum av hvørjum hálvleiki var Hans Pauli Samuelsen nær við, og einar tvær spentar støður vóru framm­an fyri HB-málið tíðliga í seinna hálvleiki. Sum heild megnaðu teir tó ov lítið. Ikki minst tí teir sakn­aðu Sorin Anghel. Í øll­ um førum spældu teir, sum var rumenin framvegis í álop­ inum, og tað gagnaði ikki avloysaranum á pláss­inum. Men fyri tað nógva runnu gestirnir seg troyttar í smá­ spæl­inum hjá HB, sum í sín­um lagi hevði fleiri møguleikar at økja. Tá teir so gjørdu tað, var tað við eitt sindur av hjálp frá Ronnie Samuelsen, sum var óheppin at beina innlegg frá Tór- Ingari Akselsen í egið net. Og so var leyst og lið­ugt. HB hevði onkran møgu­leika afturat. Ikki minst møgu­ leikin hjá Jákupi á Borg, sum væl og virðiliga man eiga pláss uppiborið í onkrari fótbóltskavalkadu. Í tí støðuni høvdu meistararnir tó ráð at brenna, og tí mátti eisini hesin møguleikin tak­ast við einum smíli. HB hevði vunnið seg aftur í meist­aradystin, og tað var fyrst og fremst tað, sum var týdningarmikið. Hjá EB/Streymi var talan um ein frammaná, men so heldur ikki meira. Enn er liðið á odda í landskappingini, og kunnu teir halda tí støðuni eini 18 umfør afturat, so er eitt tap í Gundadali væl eisini at liva við. HB-EB/Streymur 3-0 (2-0): Oddaliðið hølvað av Serliga kostaði tað gestunum nógv, at teir góvu kantunum hjá HB alt ov gott pláss at dusa sær á. Her er Tór-Ingar Akselsen enn eina ferð komin fram at stuðla álopinum Mynd: Álvur Haralden EB/S HB HB-EB/Streymur 3-0 (2-0) 1-0: Rógvi Jacobsen, 2. 2-0: Jákup á Borg, 17. 3-0: sjálvmál, 77. Dómari: Dagfinn Olsen HB: Marcyn Dawid – Mortan úr Hørg, Hans á Lag, Rasmus Nolsøe, Tór-Ingar Akselsen – Jákup á Borg, Kári Nielsen, Rókur av Fløtum Jespersen (Emil N. Leifsson, 74.), Páll Mohr Joensen (Milan Kuljic, 60.) – Christian Høgni Jacobsen, Rógvi Jacobsen (Pætur Jørgensen, 82. Gult kort: Rógvi Jacobsen EB/Streymur: René Tórgarð – Gert Hansen, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Símun Eliasen – Rafal Kwiecinski (Teitur Joensen, 78.), Bárður Olsen, Ronnie Samuelsen (Brian Olsen, 78.), Hans Pauli, John Heri Dam (Leif Niclassen, 46.)– Hanus Eliasen Gult kort: Símun Eliasen FAKTA