Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-15, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. mai 2007síða 34

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 [ Nr. 92 - 15. mai 2007 ] Big Sam til Newcastle Tað verður Sam Allardyce, sum tekur við leysa venjarasessinum í Newcastle. Felagið kunngjørdi í morgun, at trý ára sáttmáli er gjørdur við 52 ára gamla venjaran. Fremsta uppgávan hjá Big Sam verður at fáa skil á hópin í Newcastle, har Obafemi Martins og Charles N’Zogbia ikki vóru partur av seinasta dystinum á kappingarárinum. Og har Michael Owen verður settur í samband við møguliga sølu. Formula-deildin v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 EB/S 9 7 - 0 - 2 18 9 9 21 2 B36 9 6 - 2 - 1 17 7 10 20 3 NSÍ 9 6 - 0 - 3 16 10 6 18 4 HB 9 5 - 2 - 2 21 13 8 17 5 Skála 9 4 - 1 - 4 11 14 -3 13 6 B71 9 3 - 2 - 4 16 14 2 11 7 GÍ 9 3 - 2 - 4 13 19 -6 11 8 KÍ 9 3 - 1 - 5 17 14 3 10 9 AB 9 1 - 2 - 6 12 21 -9 5 10 VB/S 9 1 - 0 - 8 7 27 -20 3 Alt kiksaði Marni Djurhuus var skjótur at staðfesta, at EB/­Streymur ikki hevði betri uppiborið mána­ kvøldið. ­ Har gekk alt galið hjá okkum. Somikið einfalt er tað. Tit høvdu eisini stór­­ar­­ tr­­upulleikar­­ í álopsspælinum. Er­­u tit somikið nógv tengdir­­ at Sor­­in Anghel? ­ Eg vil ikki siga, at spælið hjá okkum er púrasta bundið at hon­ um. Men sjálvandi er saknur, tá ein spælari av hansara slag ikki er tøkur, sigur Marni, sum tó er ivaleysur um, at teir á oddaliðnum reisa seg aftur. ­ Trýstið á okkum er sjálvandi størri, nú bara eitt stig er á muni. Men vit sóu, tá vit taptu fyri B36, at vit megnaðu at reisa okkum. Og tað vænti eg eisini, at vit gera komandi umfarið, sigur hann. Hatta var munurin HB­liðskiparin, Jákup á Borg, fegnaðist sjálvandi um, at tað eydnaðist HB at fáa samband við oddin aftur. ­ Trý mál vóru mun­ urin í dag, haldi eg. Fyrst og fremst, so høvdu vit nógv meira at spæla fyri, tí hjá okkum hevði tað alt at siga, at dysturin varð vunnin. Megnaðu vit ikki tað, so vóru vit ikki við. Og tað trýstið fekk okkum veruliga at vakna. Og er­­u tit nú aftur­­ par­­tur­­ av oddastr­­íð­ num? ­ Ikki heilt. Men mun­ urin minkaði eitt fitt pettið, og tað er eitt veld­ ugt pluss hjá okkum, segði hann. Tað tók HB eitt gott korter at gera av við EB/Streym. Tá stóð longu 2-0 á talvuni, og gestirnir megnaðu ongan tíð at stríða seg aftur í dystin Fótbóltur Jákup Mør­­k jakup@sosialur­­in.fo 16.47 stóð á talvuni, tá Jákup á Borg hevði sent næsta bóltin í meskarnar handan René Tórgarð í EB/­Streyma­ málinum. Meira enn nakað, so var hetta ein kraftig undirstrikan frá einum sera uppsettum HB­liði, sum ikki hevði ráð til nakað annað enn ein sigur, skuldu teir gera sær nakra sum helst vón um, at teir aftur í ár skulu hava ein leiklut í oddinum av føroyskum fótbólti. Byrjanin kundi kanska mint um næsta dystin millum liðini í fjør. Ta ferðina kom HB alt fyri eitt á odda 2­0, men tann dagin megnaði EB/­Streymur kortini at fáa javnleikin til høldar. Tað megnaðu teir ikki hesaferð, og í veruleikanum var tað eisini hampuliga langt ífrá. Eisini hóast tað kundi sæð øðrvísi út, um stútarin hjá Egili á Bø stutt eftir 1­0 málið hevði rakt stólpan. Gloymdu bakkarnar Fyrst og fremst, so var úrslitið ein staðfesting av, at HB á degnum átti so nógv betra liðið. Ein orsøk til ágangandi spælið var helst, at Milan Kulic hesa ferð varð settur á beinkin. Eingin ivi er um, at Kulic hevur evnini at vera ein tann besti spælskiparin í landinum. Men á einum HB­liði, har nógvar og kvik­ ar bóltflytingar altíð hava verið eyðkennið, gerst spæl hansara í nógvar mátar ein seinkandi liður. Og í øðrum lagi tóktust gestirnir ikki at hava lisið serliga væl uppá lektiuna móti HB. Í ár hava B71 og GÍ vunnið útidyst á HB. Í báðum førum hevur mest eyðsýndi felagsnevnarin verið, at liðini hava hildið bakkarnar heima, so Jákup á Borg og aðrir ikki fáa ov gott pláss at renna á. Men tann parturin kiksaði fullkomuliga hjá EB/­Streymi mánakvøldið. Besta dømið um hetta var kanska 2­0 málið. Símun Eliasen hevði flutt seg langt niðan á vøllin, og tí nýttist HB bert eina langa sending, áðrenn Jákup varð sendir avstað. Tað bøtti ikki um støðuna, at Egil á Bø púrasta seldi seg sjálvan, tá hann skuldi tackla, og so var HB­ liðskiparin púrasta leysur. Men talan var so sanniliga um nógv onnur dømi um vánaligt bakk­spæl. Gert Hansen varð ferð eftir ferð yvirspældur við 1­2 send­ ingum høgt uppi á mið­ vøllinum. Í hinum borðinum mátti Símun í fleiri førum kapprenna við Jákup á Borg og Mortan úr Hørg, og tað spælir sjáldan væl av. Størsti møguleikin varð misnýttur EB/­Streymur royndi at stríða seg aftur, og í løtum var nakað av ferð á dystinum. Móti endanum av hvørjum hálvleiki var Hans Pauli Samuelsen nær við, og einar tvær spentar støður vóru framman fyri HB­málið tíðliga í seinna hálvleiki. Sum heild megnaðu teir tó ov lítið. Ikki minst tí teir saknaðu Sorin Anghel. Í øll­ um førum spældu teir, sum var rumenin framvegis í álop­ inum, og tað gagnaði ikki avloysaranum á plássinum. Men fyri tað nógva runnu gestirnir seg troyttar í smá­ spælinum hjá HB, sum í sínum lagi hevði fleiri møguleikar at økja. Tá teir so gjørdu tað, var tað við eitt sindur av hjálp frá Ronnie Samuelsen, sum var óheppin at beina innlegg frá Tór­ Ingari Akselsen í egið net. Og so var leyst og liðugt. HB hevði onkran møguleika afturat. Ikki minst møgu­ leikin hjá Jákupi á Borg, sum væl og virðiliga man eiga pláss uppiborið í onkrari fótbóltskavalkadu. Í tí støðuni høvdu meistararnir tó ráð at brenna, og tí mátti eisini hesin møguleikin takast við einum smíli. HB hevði vunnið seg aftur í meistaradystin, og tað var fyrst og fremst tað, sum var týdningarmikið. Hjá EB/­Streymi var talan um ein frammaná, men so heldur ikki meira. Enn er liðið á odda í landskappingini, og kunnu teir halda tí støðuni eini 18 umfør afturat, so er eitt tap í Gundadali væl eisini at liva við. HB-EB/Streymur 3-0 (2-0): Oddaliðið hølvað av Serliga kostaði tað gestunum nógv, at teir góvu kantunum hjá HB alt ov gott pláss at dusa sær á. Her er Tór-Ingar Akselsen enn eina ferð komin fram at stuðla álopinum Mynd: Álvur Haralden EB/S HB HB-EB/Streymur 3-0 (2-0) 1-0: Rógvi Jacobsen, 2. 2-0: Jákup á Borg, 17. 3-0: sjálvmál, 77. Dómari: Dagfinn Olsen HB: Marcyn Dawid – Mortan úr Hørg, Hans á Lag, Rasmus Nolsøe, Tór-Ingar Akselsen – Jákup á Borg, Kári Nielsen, Rókur av Fløtum Jespersen (Emil N. Leifsson, 74.), Páll Mohr Joensen (Milan Kuljic, 60.) – Christian Høgni Jacobsen, Rógvi Jacobsen (Pætur Jørgensen, 82. Gult kort: Rógvi Jacobsen EB/Streymur: René Tórgarð – Gert Hansen, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Símun Eliasen – Rafal Kwiecinski (Teitur Joensen, 78.), Bárður Olsen, Ronnie Samuelsen (Brian Olsen, 78.), Hans Pauli, John Heri Dam (Leif Niclassen, 46.)– Hanus Eliasen Gult kort: Símun Eliasen FAKTA