Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-15, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. mai 2007síða 35

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

35 [ Nr. 92 - 15. mai 2007 ] Vónin er betri veður og hægri støði Fyrsti triðingurin av kappingini hevur verið eyðkendur av fleiri óvæntaðum úrslitum og rættuliga óstøðugum avrikum Fótbóltur Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Fyrsti triðingurin av 2007 kappingarárinum er lagdur afturum. Nýggi triðingurin og níggju umfør eru fingin frá hondini, og nú stendur, um tað ber til at orða tað soleiðis, gamla kappingin fyri framman. Eftir fyrsta triðingin er alt púra opið. Í toppinum eru tað fýra stig frá odda­ liðnum EB/Streymiu og aftur til HB á fjórða plássi. Í botninum eru tað seks stig frá AB á 9. og næst­ aftasta plássi og fram til B71 á fimti aftasta plássi. Toppurin sær soleiðis út, sum tað undan kappingar­ byrjan varð roknað við, meðan tað er óvæntað, at úrtøkan hjá klaksvíkingum skal hava verið so mikið soltin, sum hon hevur verið. Mest óvæntaðu úrslitini higarti hava uppflytararnir og meistararnir staðið fyri. B71 sigurin á HB í Gunda­ dali var staðfesting av, at sandoyingar ikki ætla sær at vera kanónføði, og at tað eydnaðist AB á heimavølli at røkka javnleiki móti HB á heimavølli var við orði­ num hjá HB liðfor­manni­ num áminning um, hvussu torført tað er at læra av egnum mistøkum. At venjarar verða sagdir úr starvi hevur undanfarnu árini verið størri og minni partur av fótbóltsárinum, og tað er meiri enn so kom­ ið fyri, at fleiri venjarar hava fingið sekkin, áðrenn kappingin hevur verið hálv­ runnin. Status á tí økinum er, nú ein triðingur av ári­ num er farin, at ein venjari – tann á Skála – er sagdur úr starvi. 10. umfar verður á skránni sunnudagin. Tá verður spælt soleiðis: AB-EB/Streym­ur, GÍ-HB, Skála-NSÍ, B71-KÍ og B36-VB/Sumba. Áðrenn tað verður komið so langt, skulu fleiri av feløgunum í Formula­deild­ ini longu hósdagin í eldin. Kristi Himmalferðardag eru fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmans­ steypið á skránni: HB-AB, VB/Sumba-TB, KÍ-Skála og EB/Streymur-ÍF. Summi feløg skulu so­ statt spæla Formula fótbólt sunnudagin við steypadysti frá hósdegnum í kroppi­ num, meðan onnur alla hesa vikuna hava lagt venjingarnar til rættis eftir sunnudags umfarinum. Óstøðugt Dagarnir eru langir og næt­ urnar stuttar. Hóast eyð­ kenda óstøðuga føroyska várveðrið hevur tað eydn­ ast at fáa alt tað í fót­ bóltinum frá hondini, sum hevur verið á skránni. Higartil hevur størsti saknurin verið góða og flótandi fótbóltsspælið. Alt ov ofta – eisini tá ið tað hevur verið væntað og roknað við góðum avrikum – hava dystirnir verið eyðkendir av lítlum neyv­ leika og nógvum mis­tøk­ um. Nú man lýkkan – í hvussu so er eitt sindur av henni – ikki vera so langt burtur. Níggju umfør eru avgreidd í Formuladeildini, og nógva dystarvenjingin, lýggjari veður og vónandi minni vindur eiga at bera við sær, at leikligu avrikini fara at batna. Spælararnir hava vant við fullari ferð í næstan fimm mánaðir, og tað eigur at fara at síggjast aftur. Um tað ikki skjótt fer at síggjast aftur í Formula deildini, so er tað vónin ella rættari sagt púra víst, at tá ið italsku heims­ meistararnir fara at vitja, verður talan um bólt­før­ leika, neyvleika og hugflog og støðugt avrik á hægsta støði. B71 er helst liðið, sum higar til hevur staðið fyri mest positiva íkastinum til Formula-deildina. Higar til hava teir í øllum førum gjørt allar spádómar um niðurflyting til skammar Øll stig telja líka nógv Kappingarreglurnar fyri hondbólt verða nú broyttar. Størsta broytingin er, at stigini ikki verða hálverað eftir grund­spælið Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo 26. mai verður aðalfund­ ur hjá Hondbólts­sam­ bandi­num. Sum fyri­reik­ ing til hetta hevði HSF limafund við feløgini um vikuskiftið, og her vórðu tvær ógvuliga prinsipi­ ellar avgerðir tiknar. Fyrst og fremst, so verður leisturin fyri At­ lantic Airways-kapp­ing­ ina og Sunset-kappingina nú eins. Og í báðum førum verður tað so, at stigatalið ikki verður hálv­ erað eftir grund­spælið. – Tað hava vit valt, tí tað tvingar liðini at vera í gongd størri part av árinum. Telur tann fyrsti dysturin eins nógv sum tann seinasti, so hava liðini ikki ráð at bíða, til kappingin er hálvrunnin, sigur Kristian Johansen, formaður í HSF. Sum dømi um hetta kundi mansliðið hjá Kyn­ dli verið nevnt. Ymsar orsøkir gjørdu, at liðið kom sera seint ígongd í fjør. Og eftir grundspælið vóru teir meira botn- enn oddalið. Fullmannaðir og í fullari venjing settu teir tó ferð á í endaspælinum, og so eydnaðist sjálvandi eisini at vinna finaluna. Finaludyst verður talan tó framvegis um. Bæði tí finalurnar hava eydnast sera væl higartil, men eisini fyri at forða fyri, at kappingin í prinsippinum kann verða avgjørd longu í februar, um tað eina og aleina er stigatalvan, sum er avgerandi. Og við seks liðum í fremstu deildunum verð­ ur talan eisini um upp- og niðurflyting. Er vinnarin av 1. deild eitt lið, sum hevur møguleikan at flyta upp, verður talan um beinleiðis uppflyting. Hartil kann 2’arin spæla um møguleikan fyri uppflyting. Tað merkir, at í prinsippinum kann talan gerast um tveir uppflytarar hjá kvinnum, har vaksnu røðirnar hava átta aktiv feløg. Og at enda varð eisini sligið fast, at samtyktu broyt­ingarnar galda næstu trý árini. Hetta fyri at skapa stabilitet um eina kapping, har broyting­ar­ nar seinnu árini hava verið fleiri, enn gott er. H71 og Kyndil vóru í fjør góð dømi um, hvussu kappingin varð ávirkað av, at stigini vórðu hálverað eftir grundspælið Venjaraskifti í Premier League Ikki er óvanligt at nøkur venjaraskifti verða framd, tá ið eitt kappingarár er komið at enda. Í Premier League stóðu tvey feløg uttan venjara longu dagin eftir síðsta leikumfar. Stuart Pearce varð koyrdur í Manchester City, sum avleiðing av einum skuffandi kappingarári. Hin venjarin var heldur óvæntað venjarin hjá Wigan, Paul Jewell. Hóast hann bert er 42 ára gamal, heldur hann seg ikki vera likamliga føran fyri at røkja starvið, og valdi tískil at siga upp. Jewell hevur verið venjari í Wigan síðan 2001, og hevur ført liðið heilt frá triðbestu deildini upp í Premier League. Nýggi venjarin í Wigan er longu funnin. Hann eitur Christ Hutchings, og hevur seinastu árini verið hjálparvenjari hjá liðnum. Manchester City stendur framvegis uttan venjara, men nýggjur venjari verður væntandi kunngjørdur ein av komandi døgunum. Madsen aftur í Brøndby Danska Brøndby IF hevur als ikki havt nakað gott kappingarár í ár, har teir liggja á einum 6. plássi í Superliguni. Leiðslan í felagnum hevur leingi hugsað um møguligan styrk til felagið, og fáa vend í gongdina. Fyrsti styrkurin er nú keyptur, og er talan um ein gamlan kenning í felagnum. Tað er Peter Madsen, sum áður hevur verið partur av Brøndby-hópinum, men valdi at venda til Týsklands í 2003. Seinasta felag hansara var FC Køln, har Brøndby nú hevur keypt tann langhærdi áleyparan.