Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-15, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. mai 2007síða 36

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 92 - 15. mai 2007 tíðindi Stutt sagt Tilnevnt eftirmann Taliban-rørslan í Afgh­an­ istan viðgekk um viku­ skiftið, at ein av hennara fremstu leiðarum, mullah Dadullah, var deyður, men rørslan gjørdi vart við, at deyði hansara fer ikki stórvegis ávirkan á virk­ semið hjá rørsluni. Sam­ stundis bleiv fráboðað, at ein bróðir mullah Dadul­ lah hevur játtað at taka við. Hann eitur Bakht Mo­hammed. Talsmaðurin hjá ovasta leiðaranum í Tali­ban, Mohammed Om­ar, segði í gjár, at fleiri túsund heilagir stríðsmenn hava játtað at stríðast fyri tí nýggja leiðaranum. Fá fáa hjálp Fleiri hundraðtúsund fólk eru flýdd undan hørð­um bardøgum í somal­iska høvuðsstaðnum Mogad­ ishu og hava tørv á mati og aðrari hjálp. ST og fleiri hjálparfelagsskapir hava sent fólk og útgerð til Somalia, men ST sigur, at bara ein triðingur av teim­ um neyðstøddu fáa nakra hjálp. Trupulleikin er, at teir stríðandi part­ar­nir vilja ikki loyva hjálp­arfólkunum at koma teim­um neyðstøddu til hjálpar, og í so máta er støðan í Somalia verri enn í sudanska landspartinum Darfur, sigur ST. Bar­dag­ ar­nir í Mogadishu eru teir harðastu seinastu 16 árini, og hildið verður, at teir hava kostað umleið 1.300 mannalív. Herurin skal brúkast Síðani seinna heimsbardaga hevur japanska grundlógin forð­að fyri, at landið kann senda hermenn uttan­ lands, men nú er líkt til, at hetta verður broytt. Í gjár samtykti yvirhúsið í tjóðartinginum at broyta grundlógina, so japanskir hermenn kunnu taka lut í altjóða tiltøkum so sum friðarvarðveitandi arbeiði. Fyrr hevur undirhúsið tikið somu støðu, og ætlanin er nú at leggja spurningin fyri japanska fólkið á einari fólkaatkvøðu. SAMBAND árni joensen fartekst@mail.dk -Viðurskiftini millum okkum og Russland eru nakað kaldlig, men ikki sum kalt kríggj Condoleezza Rice útlond Benedikt pávi, sum er á vitjan í Brasil, hevur fingið øði í teir brasilsku indiánararnar. Teir brasilsku indiánararnir eru illir um, at pávin á einum fundi við suðuramerikanskar kirkjuleiðarar hevur sagt, at upprunafólkið í Suður­ amerika tók sjálvboðið við kristnari trúgv. Eingin noyddi tey at taka við trúnni, segði Benedikt pávi. - Innast inni longdist teim­ um eftir kristindóminum, og tey tóku væl ímóti teimum kristnu trúboðarunum, segði pávin á fundinum við kirkjuleiðararnar. Hendan tulkingin av søg­ uni er fallin temum brasilsku indiánarunum fyri bróstið. Í einari kunngerð siga teir, at orð pávans eru merkt av há­ sinni og vantandi virð­ ing. Fleiri milliónir indiánarar lótu lív, tá evropeararnir løgdu Suðuramerika undir seg í 16. øld, og tann kat­ólska kirkjan styðjaði hjálanda­ politikkin. Indiánararnir ilskast inn á pávan Portugisiska løg­regl­ an hevur tikið ein breta, sum er settur í samband við Made­ leine McCann, sum bleiv burturflutt fyri 12 døgum síðani - Hann er ósekur. Tað eru fjølmiðlarnir, sum hava tengt hann at burtuflytingini og spunnið eina søgu, sigur Sally Eveleigh við Sky News. Hon er systkinabarn mann­ in, sum portugisiska løg­reglan handtók í gjár. Maðurin, sum er breti, hevur búð í Praisa Da Luz í Portugal, har hann hevur egin hús. Tey eru bara einar 130 metrar frá staðnum, har tann fýra ára Madeleine McCann bleiv burturflutt tann 3. mai. Løgreglan rannsakaði øll húsini, eftir at bretin var tikin, og svimjihylurin uttan­ fyri bleiv tømdur, sigur Sky News. Tað var ein bretskur tíð­ inda­maður, sum mælti portu­­g­­isisku løgregluni til at kanna viðurskiftini hjá bret­ anum. Tíðindamaðurin, sum arbeiðir hjá blaðnum Sunday Mirror, hevði tosað við bret­ an, og hann helt mannin brúka eitt heldur sjáldsamt orða­lag, tá teir tosaðu um ta burt­urfluttu gentuna. Tí mælti hann løgregluni til at tosa við mannin. Á Sky News eru tey eitt sind­ ur ør­kymlað av, at mað­urin er tikin, tí sjónvarpsstøðin hevur brúkt hann sum tulk í Portugal, síðani Madeleine McCann hvarv. Harafturat hevur portugisiska løgreglan ofta brúkt hann sum tulk í sambandi við sama mál. Nú er hann sjálvur settur í samband við burtur­flyt­ ingina. Breti tikin í sambandi við burturflyting Um alt Bretlland hanga plakatir av Madeleine McCann. Hendan hongur í skotska býnum Glaggow