Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-16, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. mai 2007síða 2

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 93 - 16. mai 2007 tíðindi SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 Jacob Vestergaard vil hava greið boð frá bý- og bygdaráðunum í Suðuroy, men enn bíðar hann eftir Tvøroyrar Býráði Vakstraravtala fyri Suðuroy Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Tað fyrsta, vit mugu hava fulla greiði á, er um suð­ur­ oyingar standa saman. Men tað hava vit enn ikki fingið staðfest, tí Tvøroyrar Býráð hevur framvegis ikki svar­ að. Tað eru nú tvey ár síðani, at hugskotið varð fostrað um at gera eina vakstrar­ avtalu fyri Suðuroynna fyri at venda negativu gongdini við minkandi fólkatali. Men hóast so long tíð er gingin, er kanska ógreiðari enn nakrantíð, um nakað fer at spyrjast burturúr. Tey allarflestu er samd um, at Suðuroy hevur stór­ ar, bygn­aðarligar trupul­leik­ ar at dragast við. Tað eru alt ov fá størv til fólk við út­búgv­ing og tí er neyðugt at skapa fáa nakrar vakstr­ar­ vinnur á føtur, fyri at skapa nýggj størv. Tað vóru Jógvan Mørkøre, samfelags­­frøð­­ing­ur og Magni Laksafoss, bús­kap­ arfrøðingur, ið skuldi stíla fyri arbeiðnum at gera vakstr­aravtaluna. Men síð­ ani er Magni Laksafoss blivin landsstýrismaður. Og í Sosialinum í gjár vóru teir samdir um, at nú lá bólturin hjá landsstýris­ mann­inum í innlendis­mál­ um. Men tað er Jacob Vester­ gaard ikki samdur í. Hann sigur, at uppruna­ liga hevði hann ikki skilt tað so­leiðis, at tað framm­an­ undan var neyðugt at seta ein grunn á stovn við 50 milliónum í til at fíggja tey vinnuligu tiltøk, sum skuldu setast í verk eftir vakstrar­ avtaluni. Tí hevði skilt tað soleiðis, at forkanningin skuldi ger­ ast og síðani skuldi støða takast til, um tilmælini skuldi setast í verk. Tí tvíheldur hann um, at málið tók eina nýggja vend tá ið hann á einum fundi í heyst fekk hann at vita, at tað var neyðugt at hava 50 milliónir tøkar í einum grunni beinanvegin. - Upprunaliga skuldi landið og kommunurnar í Suðuroy fíggja hvør sína helvt. Men tað mettu komm­ unurnar seg ikki hava ráð til og tað endaði við, at borgar­stjórarnir skrivaðu eitt viljunarskriv. Jacob Vestergaard sigur at hann skilti viljunarskrivið so, at borgarstjórarnir vátt­ aðu, at teir vildu arbeiða víðari við málinum og nú varð leisturin tann, at landið skuldi betala 40 milliónir og kommunurnar skuldu betala 10 milliónir. - Tað var eitt nýtt uppskot, men umsitingin í inn­lendis­ málaráðnum metir, at tað er neyðugt, at bý- og bygda­ ráð­ini frammanunan binda seg til at taka undir við ætlanini og eru sinnaðar at betala sín part av teimum 10 milliónunum. - Eg meti ikki, at tað ber til at fara víðari við mál­ inum, fyrrenn vit fáa vissu fyri, at allar kommunurnar í Suðuroy eru samdar um tað Allar kommunurnar hava svarað, uttan Tvøroyri og har liggur málið í løtuni, sigur landsstýrismaðurin. Hann sigur, at borgar­stjór­ arnir kunnu ikki binda komm­unurnar og tí er tað ein fortreyt, at bý- og bygda­ ráðini taka undir við ætlan­ ini. Fyrrenn tað hendir, ber ikki til at fara víðari í við­ gerðini. - Eg havi kunnað lands­ stýrið um málið og havi boðað frá, at eg vendi aftur, tá ið kommunurnar hava vátt­að at tær taka undir við ætlanini. - Vil størsta kommunan í Suðuroy ikki vera við, dugi eg ikki at síggja, at ætlanin kann setast í verk. Hann tvíheldur um, at skal landsstýrið arbeiða víð­ ari við málinum, krevst, at tey hava eitt ítøkiligt at við­ gera. Tí leggur hann ikki mál­ið fyri landsstýrið sum eitt ítøkiligt mál, fyrrenn all­ar kommunurnar hava vátt­að, at tær taka undir við málinum. Hann heldur eisini at mál­ ið er broytt, tí upprunaliga lá í kortunum, at landið skuldi betala 25 milliónir, men nú er talan um 40 milliónir. Jacob Vestergaard leggur afturat, at tá ið Løgtingið umrøddi spurningin frá Hergeir Nielsen um málið, vóru greið tekin um, at undirtøka er ikki fyri at seta pening av til endamálið, fyrrenn tað er greitt, hvat peningurin skal brúkast til. - Tí er tað ein spurningur um vit koma víðari við ætlanini, soleiðis sum hon nú fyriliggur, leggur hann afturat. Borgarstjórin skilir ikki, hví Tvøroyrar býráð skal sita eftir við svartaperi Vakstraravtala fyri Suðuroy Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Tað er ikki rætt at gera Tvøroyrar Býráð til at synda­bukk fyri at tað gongur so strilti at seta vakstr­aravtaluna fyri Suð­ uroy í verk. Tað heldur Kristin Mic­ hel­sen, borgarstjóri. Hann sigur, at fundur hevur verið ímillum allar kommunurnar í Suðuroy og landsstýrismannin í inn­ lendismálum, har borgar­ stjór­arnir skrivaðu undir eitt viljunarskriv, har teir váttaðu at kommunurnar í Suð­uroy skuldi betala til­ samans 10 milliónir í ein grunn at fíggja ætlanina. Samstundis skuldi landið fíggja 40 milliónir. - Tað var ein heilt greið avtala við lands­stýris­mann­ in, at hann síðani skuldi leggja málið fyri lands­ stýrið. Tí skilir Kristin Michelsen ikki, hví tað nú skal vera eitt krav, at bý- og bygda­ ráðini skulu samtykkja mál­ ið eisini. - Tað var ein greið avtala við Jacob Vestergaard, at hann skuldi fáa undirtøku í landsstýrinum fyri at fíggja tær 40 milliónirnar, sum tosað varð um á áðurnevnda fundi við kommunurnar. Men nú vil Jacob Vester­ gaard hava, at bý- og bygda­ ráðini skulu gera eina form­ liga samtykt fyri at vátta, at tær, hvør í sínum lagi, eru sinnaðar at fíggja sín part av teimum 10 milliónun­um. Hví samtykkir Tvøroyrar Býráð bara ikki málið og sendir tvær reglur norður til Landsstýrið um at málið er samtykt, so er tann snáv­ing­ arsteinurin beindur av vegn­ um? - Ja, kemur tað at standa á tí, taka vit tað upp í Tvør­ oyrar Býráð til viðgerðar. Annars er tað ov bíligt at hongja Tvøroyrar Komm­ unu út, tí tá ið málið varð viðgjørt á Løgtingi, vóru nógvir tingmenn úr fleiri flokkum ímóti at seta vakstr­ aravtaluna í verk, soleiðis, sum hon er stungin út í kortið, eisini frá suður­oyar­ tingmonnum. Annars sigur Kristin Michel­sen, at nógv ivast í, um grundarlag er longur fyri vakstraravtaluni, tí Vágs Býráð er ikki sinnað at leggja oynna saman í eina kommunu. Jógvan Mørkøre og Magni Laksafoss hava ongan­tíð sett sum treyt fyri vakstraravtaluni, at komm­ unur skulu leggja saman? - Nei, men tað er ein spurn­ingur, sum býráðslimir hava reist og tí er tað ein spurningur, sum má við­ gerast í hesum sambandi, sigur Kristin Michelsen. Spurningurin um komm­ unusamanlegging í hesum sambandi varð reistur á sein­ asta býráðsfundi á Tvør­ oyri. Tað eru nú meiri enn tvey ár síðani, at kommunurn­ ar í Suðuroy heittu á Jóg­ van Mørkøre og Magna Laksa­foss um at gera eina vakstraravtalu fyri Suð­uroy. Fyrst játtaðu komm­un­ urnar í Suðuroy og lands­ kassin hvør sínar 250.000 krónur til at kanna eftir, hvørjar vinnugreinar, tað var mest hóskandi at ment í Suðuroy og til at gera avtaluna fyri. Av tí, at talan skuldi vera um eina beinleiðis avtalu, vildu ser­frøð­ing­ arn­ir báðir frammanund­ an hava váttan fyri, at ein grunnur varð settur á stovn, sum kundi vera við til at fíggja tey vinnuligu tiltøk, sum skulu setast í verk. Tað var mett at vera hóskandi at seta 50 milli­ ónir av til at seta avtaluna í verk. Og tað lá í kort­un­ um, at kommunurnar og landið skuldi betala hvør sínar 25 milliónir Men tað hildu komm­un­ urnar í Suðuroy ikki, at tær høvdu ráð til. Á fundi í oktober, varð tosað um at broyta býtið, so at kommunurnar í Suð­ uroy skuldu leggja 10 milliónir á borðið tey næstu fimm árini og land­ ið 40 milliónir. Fyri at staðfesta hetta, skriv­aðu allir borgar­stjór­ arnir í Suðuroy undir eitt viljunarskriv, har teir vátt­ aðu at kommunurnar vóru sinnaðar at betala sín part. Viljunarskrivið varð hand­að landsstýris­mann­ in­um í innlendismálum og avtalan varð, at hann skuldi leggja málið fyri landsstýrið og sam­gong­ una, søgdu Jógvan Mørk­ øre og Magni Laksafoss í Sosialinum í gjár. Men so kom stígur í málið, tí síðani hevur lands­stýrismaðurin ført fram, at tað er neyðugt, at øll bý- og bygdaráðini í Suðuroy samtykkja at betala sín part av teimum 10 milliónunum fyri at staðfesta tað, sum borgar­ stjórarnir vilja. Og tað hava øll bý- og bygdaráðini gjørt, uttan Tvøroyrar Býráð. Og har liggur málið í løtuni. Gongdin higartil Vil hava greið boð frá suðuroyingum - Tað ber ikki til at fara víðari við málinum, fyrrenn vit fáa staðfest, at allar kommunurnar í Suðuroy standa saman um ætlanina. Og tað hava vit ikki fingið váttað enn, tí allar kommunurnar hava ikki svarað, sigur Jacob Vestergaard Órættvíst at gera Tvøroyri til syndabukk - Tað var ein greið avtala, at Jacob Vestergaard skuldi leggja málið fyri landsstýrið og tí skili eg ikki, at hann nú krevur at kommunurnar skulu viðgera málið. Men er tað treytin, taka vit málið upp, sigur Kristin Michelsen