mikudagur 16. mai 2007síða 2
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 93 - 16. mai 2007
tíðindi
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
Jacob Vestergaard vil
hava greið boð frá bý-
og bygdaráðunum í
Suðuroy, men enn
bíðar hann eftir
Tvøroyrar Býráði
VakstraraVtala
fyri suðuroy
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Tað fyrsta, vit mugu hava
fulla greiði á, er um suður-
oyingar standa saman. Men
tað hava vit enn ikki fingið
staðfest, tí Tvøroyrar Býráð
hevur framvegis ikki svar-
að.
Tað eru nú tvey ár síðani,
at hugskotið varð fostrað
um at gera eina vakstrar-
avtalu fyri Suðuroynna fyri
at venda negativu gongdini
við minkandi fólkatali.
Men hóast so long tíð er
gingin, er kanska ógreiðari
enn nakrantíð, um nakað
fer at spyrjast burturúr.
Tey allarflestu er samd
um, at Suðuroy hevur stór-
ar, bygnaðarligar trupulleik-
ar at dragast við. Tað eru alt
ov fá størv til fólk við
útbúgving og tí er neyðugt
at skapa fáa nakrar vakstrar-
vinnur á føtur, fyri at skapa
nýggj størv.
Tað vóru Jógvan Mørkøre,
samfelagsfrøðingur
og
Magni Laksafoss, búskap-
arfrøðingur, ið skuldi stíla
fyri arbeiðnum at gera
vakstraravtaluna. Men síð-
ani er Magni Laksafoss
blivin landsstýrismaður.
Og í Sosialinum í gjár
vóru teir samdir um, at nú
lá bólturin hjá landsstýris-
manninum í innlendismál-
um.
Men tað er Jacob Vester-
gaard ikki samdur í.
Hann sigur, at uppruna-
liga hevði hann ikki skilt
tað soleiðis, at tað framman-
undan var neyðugt at seta
ein grunn á stovn við 50
milliónum í til at fíggja tey
vinnuligu tiltøk, sum skuldu
setast í verk eftir vakstrar-
avtaluni.
Tí hevði skilt tað soleiðis,
at forkanningin skuldi ger-
ast og síðani skuldi støða
takast til, um tilmælini
skuldi setast í verk.
Tí tvíheldur hann um, at
málið tók eina nýggja vend
tá ið hann á einum fundi í
heyst fekk hann at vita, at
tað var neyðugt at hava 50
milliónir tøkar í einum
grunni beinanvegin.
-
Upprunaliga
skuldi
landið og kommunurnar í
Suðuroy fíggja hvør sína
helvt. Men tað mettu komm-
unurnar seg ikki hava ráð
til og tað endaði við, at
borgarstjórarnir
skrivaðu
eitt viljunarskriv.
Jacob Vestergaard sigur
at hann skilti viljunarskrivið
so, at borgarstjórarnir vátt-
aðu, at teir vildu arbeiða
víðari við málinum og nú
varð leisturin tann, at landið
skuldi betala 40 milliónir
og kommunurnar skuldu
betala 10 milliónir.
- Tað var eitt nýtt uppskot,
men umsitingin í innlendis-
málaráðnum metir, at tað er
neyðugt, at bý- og bygda-
ráðini frammanunan binda
seg til at taka undir við
ætlanini og eru sinnaðar at
betala sín part av teimum
10 milliónunum.
- Eg meti ikki, at tað ber
til at fara víðari við mál-
inum, fyrrenn vit fáa vissu
fyri, at allar kommunurnar í
Suðuroy eru samdar um
tað
Allar kommunurnar hava
svarað, uttan Tvøroyri og
har liggur málið í løtuni,
sigur landsstýrismaðurin.
Hann sigur, at borgarstjór-
arnir kunnu ikki binda
kommunurnar og tí er tað
ein fortreyt, at bý- og bygda-
ráðini taka undir við ætlan-
ini. Fyrrenn tað hendir, ber
ikki til at fara víðari í við-
gerðini.
- Eg havi kunnað lands-
stýrið um málið og havi
boðað frá, at eg vendi aftur,
tá ið kommunurnar hava
váttað at tær taka undir við
ætlanini.
- Vil størsta kommunan í
Suðuroy ikki vera við, dugi
eg ikki at síggja, at ætlanin
kann setast í verk.
Hann tvíheldur um, at
skal landsstýrið arbeiða víð-
ari við málinum, krevst, at
tey hava eitt ítøkiligt at við-
gera. Tí leggur hann ikki
málið fyri landsstýrið sum
eitt ítøkiligt mál, fyrrenn
allar kommunurnar hava
váttað, at tær taka undir við
málinum.
Hann heldur eisini at mál-
ið er broytt, tí upprunaliga
lá í kortunum, at landið
skuldi betala 25 milliónir,
men nú er talan um 40
milliónir.
Jacob Vestergaard leggur
afturat, at tá ið Løgtingið
umrøddi
spurningin
frá
Hergeir Nielsen um málið,
vóru greið tekin um, at
undirtøka er ikki fyri at seta
pening av til endamálið,
fyrrenn tað er greitt, hvat
peningurin skal brúkast til.
- Tí er tað ein spurningur
um vit koma víðari við
ætlanini, soleiðis sum hon
nú fyriliggur, leggur hann
afturat.
Borgarstjórin skilir
ikki, hví Tvøroyrar
býráð skal sita eftir
við svartaperi
VakstraraVtala
fyri suðuroy
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Tað er ikki rætt at gera
Tvøroyrar Býráð til at
syndabukk
fyri
at
tað
gongur so strilti at seta
vakstraravtaluna fyri Suð-
uroy í verk.
Tað heldur Kristin Mic-
helsen, borgarstjóri.
Hann sigur, at fundur
hevur verið ímillum allar
kommunurnar í Suðuroy og
landsstýrismannin í inn-
lendismálum, har borgar-
stjórarnir skrivaðu undir
eitt viljunarskriv, har teir
váttaðu at kommunurnar í
Suðuroy skuldi betala til-
samans 10 milliónir í ein
grunn at fíggja ætlanina.
Samstundis skuldi landið
fíggja 40 milliónir.
- Tað var ein heilt greið
avtala við landsstýrismann-
in, at hann síðani skuldi
leggja málið fyri lands-
stýrið.
Tí skilir Kristin Michelsen
ikki, hví tað nú skal vera
eitt krav, at bý- og bygda-
ráðini skulu samtykkja mál-
ið eisini.
- Tað var ein greið avtala
við Jacob Vestergaard, at
hann skuldi fáa undirtøku í
landsstýrinum fyri at fíggja
tær 40 milliónirnar, sum
tosað varð um á áðurnevnda
fundi við kommunurnar.
Men nú vil Jacob Vester-
gaard hava, at bý- og bygda-
ráðini skulu gera eina form-
liga samtykt fyri at vátta, at
tær, hvør í sínum lagi, eru
sinnaðar at fíggja sín part
av teimum 10 milliónunum.
Hví samtykkir Tvøroyrar
Býráð bara ikki málið og
sendir tvær reglur norður til
Landsstýrið um at málið er
samtykt, so er tann snáving-
arsteinurin beindur av vegn-
um?
- Ja, kemur tað at standa
á tí, taka vit tað upp í Tvør-
oyrar Býráð til viðgerðar.
Annars er tað ov bíligt at
hongja Tvøroyrar Komm-
unu út, tí tá ið málið varð
viðgjørt á Løgtingi, vóru
nógvir tingmenn úr fleiri
flokkum ímóti at seta vakstr-
aravtaluna í verk, soleiðis,
sum hon er stungin út í
kortið, eisini frá suðuroyar-
tingmonnum.
Annars
sigur
Kristin
Michelsen, at nógv ivast í,
um grundarlag er longur
fyri
vakstraravtaluni,
tí
Vágs Býráð er ikki sinnað
at leggja oynna saman í
eina kommunu.
Jógvan
Mørkøre
og
Magni
Laksafoss
hava
ongantíð sett sum treyt fyri
vakstraravtaluni, at komm-
unur skulu leggja saman?
- Nei, men tað er ein
spurningur, sum býráðslimir
hava reist og tí er tað ein
spurningur, sum má við-
gerast í hesum sambandi,
sigur Kristin Michelsen.
Spurningurin um komm-
unusamanlegging í hesum
sambandi varð reistur á sein-
asta býráðsfundi á Tvør-
oyri.
Tað eru nú meiri enn tvey
ár síðani, at kommunurn-
ar í Suðuroy heittu á Jóg-
van Mørkøre og Magna
Laksafoss um at gera
eina vakstraravtalu fyri
Suðuroy.
Fyrst játtaðu kommun-
urnar í Suðuroy og lands-
kassin hvør sínar 250.000
krónur til at kanna eftir,
hvørjar vinnugreinar, tað
var mest hóskandi at
ment í Suðuroy og til at
gera avtaluna fyri.
Av tí, at talan skuldi
vera um eina beinleiðis
avtalu, vildu serfrøðing-
arnir báðir frammanund-
an hava váttan fyri, at ein
grunnur varð settur á
stovn, sum kundi vera við
til at fíggja tey vinnuligu
tiltøk, sum skulu setast í
verk.
Tað var mett at vera
hóskandi at seta 50 milli-
ónir av til at seta avtaluna
í verk. Og tað lá í kortun-
um, at kommunurnar og
landið skuldi betala hvør
sínar 25 milliónir
Men tað hildu kommun-
urnar í Suðuroy ikki, at
tær høvdu ráð til.
Á fundi í oktober, varð
tosað um at broyta býtið,
so at kommunurnar í Suð-
uroy skuldu leggja 10
milliónir á borðið tey
næstu fimm árini og land-
ið 40 milliónir.
Fyri at staðfesta hetta,
skrivaðu allir borgarstjór-
arnir í Suðuroy undir eitt
viljunarskriv, har teir vátt-
aðu
at
kommunurnar
vóru sinnaðar at betala
sín part.
Viljunarskrivið
varð
handað landsstýrismann-
inum í innlendismálum
og avtalan varð, at hann
skuldi leggja málið fyri
landsstýrið og samgong-
una, søgdu Jógvan Mørk-
øre og Magni Laksafoss í
Sosialinum í gjár.
Men so kom stígur í
málið, tí síðani hevur
landsstýrismaðurin
ført
fram, at tað er neyðugt, at
øll bý- og bygdaráðini í
Suðuroy samtykkja at
betala sín part av teimum
10 milliónunum fyri at
staðfesta tað, sum borgar-
stjórarnir vilja.
Og tað hava øll bý- og
bygdaráðini gjørt, uttan
Tvøroyrar Býráð. Og har
liggur málið í løtuni.
Gongdin higartil
Vil hava greið boð frá suðuroyingum
- Tað ber ikki til at fara víðari við málinum, fyrrenn vit fáa
staðfest, at allar kommunurnar í Suðuroy standa saman
um ætlanina. Og tað hava vit ikki fingið váttað enn, tí allar
kommunurnar hava ikki svarað, sigur Jacob Vestergaard
Órættvíst at gera
Tvøroyri til syndabukk
- Tað var ein greið avtala, at Jacob Vestergaard skuldi leggja
málið fyri landsstýrið og tí skili eg ikki, at hann nú krevur at
kommunurnar skulu viðgera málið. Men er tað treytin, taka vit
málið upp, sigur Kristin Michelsen