Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-16, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. mai 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 93 - 16. mai 2007 Tá ein ikki er nøgdur við umstøðurnar, og heldur ikki fær broytt tær, so er líka frægt at gevast, sigur Hákun Djurhuus, um orsøkina til uppsøgnina sum stjóri á Føroya Shell. Uppsøgnin kom sera óvart á bæði starvsfólk og nevndina í felagnum leiðslustarv Rólant Waag Dam Kári Mikkelsen Uppsøgnin hjá stjóranum á Føroya Shell, Hákun Djurhuus, kom óvart á flest øll, men høvuðspersónurin sjálvur hevur hugsað um hetta í longri tíð. – Fyri meg er hetta einki nýtt, og seinastu tríggjar- fýra mánaðirnir hava verið eitt undarligt tíðarskeið, har havi eg umhugsað støðu mína av álvara, sigur Hákun Djurhuus. Hann sigur, at tað serliga er framtíðarkósina, sum felagið hevur, sum hann ikki kann góðtaka. Tá hann verður spurdur nærri til, hvat ítøkiliga tað er, hann ikki kann góðtaka, svarar Hákun Djurhuus, at tað fær hann ikki sagt nakað um. – Men tá man ikki er nøgdur við umstøðurnar, og heldur ikki fær broytt tær, so er líka frægt at gevast, sigur Hákun Djurhuus og leggur aftrat, at hann nú hevur verið í fyritøkuni í 10 ár, og tað eisini er eitt slag av vegamóti. Uppsøgnin óvæntað Tummas Hansen, fíggjarstjóri í Shell Danmark, er annar føroyingurin – saman við Hákuni Djur­ huus sjálvum – ið situr í fýra­manna-nevndini hjá Føroya Shell. Hann váttar, at tað kom sera óvæntað á nevndina í Føroya Shell, at stjórin seinastu 10 árini valdi at siga upp. – Tað var ikki ókent fyri okkum í nevndini, at Hákun Djurhuus ikki var samdur í altjóða handilsstrategiini hjá móðurfelagnum, men vit høvdu ikki roknað við, at hann fór at siga seg úr starvi, sigur Tummas Hansen. Hann varð kunnaður um avgerðina hjá Hákuni Djurhuus í telduposti í mánakvøldið. Egin avgerð Seinnu árini eru hendar nógvar broytingar í stóra, altjóða oljufelagnum, og hetta hava dótturfeløgini merkt í dagliga rakstinum. Tummas Hansen leggur dent á, at tað ikki er eftir trýsti frá nevndini, at Hákun Djurhuus leggur frá sær, men at avgerðin eina og aleina er hansara egna. – Tað er rætt, at avgerðin er mín egna. Men tá rammurnar og umstøðurnar gjørdu, at tað ikki var stuttligt longur, er líka frægt at lata vera, staðfestir Hákun Djurhuus. Fráfarandi stjórin roknar við at sita í stjórasessinum í Føroya Shell næstu tríggjar mánaðirnar, soleiðis at ein nýggjur stjóri kann finnast. Hákun Djurhuus sigur seg ikki vita, hvør hesin kann vera, men vísir á, at hetta er ein nevndarspurningur. Hákun Djurhuus sigur, at fyri hann er tað umráðandi at skiljast við Shell á rættan hátt. Nevndin arbeiðir í løtuni við at finna rætta avloysaran til fráfarandi stjóran. Stjórin í Shell ósamdur í kósini hjá fyritøkuni Ein nýggjur bakara­ handil lat í morgun upp í miðbýnum í Havn. Tað er heilsølu bakaríið í Sørvági, Heimabakaríið, sum letur upp deild í Sverrisgøtu HANDIL Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Í morgun kl. 7.15 lat nýtt bakarí upp í miðbýnum í Havn. Tað er Heimabakaríið í Sørvági, sum letur upp nýggja bakarahandilin í høvuðs­stað­ num. Heima­bak­aríið hevur havt bakarahandil í Sandavági, men hevur annars bara virkað sum heilsølu bakarí síðani tey byrjaðu í 2001. Í morgun fingu tey so sína fyrsta bakarahandil, og mið­ býurin í Havn hevur fingið ein avloysara til Frants Restorff í summar. Heimabakaríið heldur til í Sverrisgøtu 7 og fer at hava opið hvønn dag í vikuni. Nýggjur bakarahandil í miðbýnum Soleiðis sær tað út inni á Heimabakarínum, sum lat upp í morgun í miðbýnum í Havn Mynd: Jens Kr. Vang Ósemja um altjóða handilsstrategiina hjá altjóða fyritøkuni, Shell, hevur fingið stjóran í Føroya Shell seinastu 10 árini, Hákun Djurhuus, at siga seg úr starvi Savnsmynd Kanna fyrstu tíðina Í døgunum frá 20. til 24. mai fara umleið 200 granskarar og vísindafólk úr øllum heiminum at luttaka á ráðstevnu í Havn, har tey fara at tosa um, hvønn týdning tann fyrsta tíðin hjá einum barni hevur fyri tess lív. Í hesum høpi verður hugsað um tíðina í móðurlívi og tey fyrstu barnaárini. Altjóða ráðstevnan verður í Norðurlandahúsinum í Havn, og tað er føroyski yvirlæknin og granskarin Pál Weihe, sum skipar fyri henni. Pia Arke deyð Grønlendska listakvinnan Pia Arke er deyð. Hon var einans 48 ára gomul. Pia Arke var ættað úr Eysturgrønlandi, og í 2003 gav hon út bókina „Scorebysundhistorier“, sum við teksti og myndum lýsir umstøðunar hjá fólki í Eysturgrønlandi í 1920-árunum. Pia Arke brúkti listina til at lýsa umstøðurnar hjá grønlendska fólkinum í hjálandatíðini. Hon hevði framsýningar í fleiri londum, og hon var eisini lærari í myndlist eitt tíðarskeið.