mikudagur 16. mai 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Nr. 93 - 16. mai 2007
Urban viðmælir G!
Danska dagblaðið Urban vísir í gjárdagsins útgávu til teir 25 bestu festivalarnar í
Evropa, ið verða hildnir uttan fyri Danmark. G!Festivalurin er á hesum lista.
Ókeypis dagblaðið Urban er eitt av mest lisnu bløðunum í Danmark og hevur
skrivað eitt sindur um Føroyar, eftir at blaðkvinnan Karina Edlund Jensen vitjaði í
Føroyum í sambandi við AME-Føroyar herfyri. Blaðkvinnan var millum teir
útlendsku gestirnar, ið var á útferðini sum G!Music og Virkishúsið í Klaksvík
skipaðu fyri, og har hevur blaðkvinnan fingið gott eyga á lítla festivalin á Gøtusandi.
Í greinini um bestu festivalarnar skrivar hon soleiðis: “Er du til naturoplevelser
sammen med musikken, ligger G-festivalen på Færøerne smukt placeret på en
strand med udsigt til klipper, havet og får på grønt græs. I år spiller danske Nephew
og de melodiske romantikere i Guillemots blandt andre. (nud)
Evnini rørsla, kostur,
royking og rúsmis
nýtsla vóru til
umrøðu á stóru fólka
heilsuráðstevnuni
mikudagin
Fólkaheilsa
Rigmor Dam
Rigmor@sosialurin.fo
Mynd: Jens Kristian Vang
Fólk úr øllum tættum í sam-
felagnum greiddu frá roynd-
um sínum við ítøkiligum verk-
ætlanum innan fólkaheilsu, tá
veitsluhøllin á Landssjúkra-
húsinum var karmur um stóra
ráðstevnu í dag undir heiti-
num: fólkaheilsa - frá hug-
skotum til veruleika.
Tað er Hans Pauli Strøm,
landsstýrismaður í almanna-
og heilsumálum, sum skip-
aði fyri ráðstevnu, har hesir
spurningarnir vórðu settir:
Rørsla: Hvussu økja vit
um likamsvirknið hjá føroy-
ingum sum heild?
Kostur: Hvussu fáa vit
føroyingar at eta heilsugóð-
an kost?
Royking: Hvussu minka
vit um roykingina?
Rúsdrekka- og rúsevnis-
misnýtsla: Hvussu kann
hetta minkast?
Niður á jørðina
Vit fingu orð á Hans Paula
Strøm, landsstýrismann, í
steðginum. Hann vísti á, at
endamálið við ráðstevnuni
er at koma við ítøkiligum
hugskotum
um,
hvussu
fólkaheilsuætlanin,
kann
gerast til veruleika.
– Fólkaheilsuætlanin er
bara ein ætlan. Nú er upp-
gávan at fáa hana niður á
jørðina, við at fáa hugskot
til, hvussu vit fremja hana í
verki. Bæði her og nú, men
eisini í framtíðini, sigur
landsstýrismaðurin.
Hann sigur seg hava fing-
ið nógv góð og ítøkilig hug-
skot, sum eru verd at ar-
beiða víðari við.
Ráðstevnan var skipað
við framløgum, bólkaarbeiði
og hugleiðingum.
Rørsla
Viðvíkjandi rørslu, høvdu
hesi framløgu: Martin Ja-
kobsen
frá
Bakkafrost
greiddi frá um, hvat kann
gerast fyri at fáa fólk at røra
seg meira í arbeiðstíðini.
Hanus Joensen, skúlastjóri
í Kommunuskúlin, talaði
um likamsvirkni í skúlatíð-
ini – hvussu kunnu børn
fáast at røra seg meira í
skúlatíðini? Armgarð Stein-
hólm frá Landsverk tosaði
um neyðug ítøkilig tiltøk til
tess at betra um súkklu- og
gongumøguleikar, og Sølvi
R. Hansen, ítróttarserfrøð-
ingur hjá ÍSF, fortaldi um,
hvussu vit fáa fólk at røra
seg meira, og hvat ítróttar-
feløgini kunnu gera.
Hans Pauli Strøm sigur
við Sosialin, at hetta við
ítrótti í skúlunum avgjørt
átti at verið tikið upp.
– Hanus Joensen, skúla-
stjóri, vísti á, at hugtakið
ítróttur átti at verið endur-
skoðað, so rørsla verður tik-
in við í nógv fleiri øki í skúl-
anum. Ikki bara í ítróttar-
tímunum, men í øllum við
spæli, dansi og úti í náttúr-
uni. Hetta verður rópt uttan-
duranámsfrøði og er sera
spennandi, sigur hann.
Kostur
Í sambandi við evni kost,
var spurningurin: Hvussu
fáa vit føroyingar at eta
heilsugóðan kost? Har legði
Jóhanna á Tjaldrafløtti, rit-
høvundur, fyri, og hugleiddi
um hvat kann gerast fyri at
fáa fólk at eta heilsugóðan
kost, serliga frukt og grøn-
meti. Finn Nielsen, leiðari
fyri Føroya Keypsamstøka,
tosaði um, hvat handlarnir
kunnu gera, fyri at fáa fólk
at eta heilsugóðan kost. Síð-
ani greiddi Mariann Paturs-
son,
kostráðgevi,
frá,
hvussu eitt kosttoymi kann
betra um kostvanarnar hjá
føroyingum. Jenny Lyder-
sen frá Mentamálaráðnum
greiddi frá um kostin hjá
børnum á stovnum og skúl-
um, og Rósa Samuelsen,
borgarstjóri, hugleiddi um,
hvussu kostískoytisskipanin
kann halda fram?
– Eg beit serliga merki í
eitt, sum Jóhonnu á Tjaldra-
fløtti bar fram, har hon
skeyt upp, at seta á stovn
eitt ráð, sum kann geva kost-
tilráðingar til fólk, sum
gera mat til føroyingar.
Hetta er avgjørt eitt, sum eg
kundi hugsað mær at arbeitt
víðari við, sigur landsstýris-
maðurin við Sosialin. Eisini
nevnir hann Mariann Paturs-
son, kostráðgeva, sum vísti
á, at kosttoymið átti at verið
knýtt at rørslu eisini, sum
so kundi ráðgivið eitt nú
skipskokkum.
- Eg haldi eisini, at tað
var áhugavert at hoyra Finn
Nielsen frá Keypsamtøkuni,
sum vísti á, at innrættingin
í handlinum hevur ávirkan,
millum annað við at seta
sunnar matvørur við kassan
í staðin fyri søtmeti, sigur
Hans Pauli Strøm.
Eitt annað, sum hann
hevði bitið merki í, var at
Rósa Samuelsen harmaðist
um, at kost- og fruktskipanin
var dottin niðurfyri.
– At skipanin datt niður-
fyri, tá Løgtingið gjørdi av
at leggja hana út til komm-
unurnar at umsita, vísir
bara, at hetta er eitt, sum vit
noyðast at taka upp aftur
politiskt, tí eingin ivi er um,
at skipanin eydnaðist væl,
har hon var roynd, sigur
landsstýrismaðurin.
Royking
Tá roykingin var til umrøðu
var spurt, hvussu vit minka
um roykingina. Heðin Mort-
ensen, borgarstjóri, greiddi
frá um, hvussu roykipoli-
tikkurin í Tórshavnar komm-
unu riggar. Dávur Winther,
frá Klaksvíkar kommunu,
fortaldi, hvussu royndirnar
av roykitiltøkunum í skúlu-
num í Klaksvík hevur rigg-
að, og Johannes Jensen,
stjóri í Hotel Føroyar segði
frá um roykleysar matstovur,
har hann svaraði spurning-
inum um tað skal vera sjálv-
boðið ella við lóg, og
hvussu royndirnar hjá Hotel
Føroyum eru?
Til endans greiddi Lynn
Reveal frá Fyribyrgingar-
ráðnum frá um tubbakslóg-
irnar í grannalondunum.
– Viðvíkjandi roykingini,
haldi eg, at Jóhannes Jen-
sen, hevði eitt gott poeng,
tá hann segði, at tað hevði
verið ein stórur lætti, um
gistingarhúsini høvdu eina
lóg, sum bannaði royking,
at halda seg til. Tá skulu
fyritøkurnar ikki sjálvar
seta seg til dómarar og
skerja persónliga frælsið
hjá kundunum, sigur lands-
stýrismaðurin.
Eisini nevndi hann átøk-
ini hjá skúlunum í Klaks-
vík, har Dávur Winther,
greiddi frá um roykiherferð-
ina, har kommunan savnar
allar góðar kreftir til ein
temadag eina ferð um ári.
Talið av roykjarum er mun-
andi minkað, síðani her-
ferðin varð sett í verk í
2004.
Rúsevni og -drekka
Fjórða og seinasta evnið,
sum var umrøtt á ráðstevn-
uni, var rúsdrekka- og rús-
evnismisnýtsla.
Har talaði Kjartan Joen-
sen frá Tollvaldinum um,
hvat tollvaldið kann gera
fyri at minka um rúsevnis-
misnýtsluna. Lars Rand Jen-
sen, formaður fyri SSP
nevndini undir Det Krimi-
nalpræventive Råd, segði
frá um fólkaheilsu og fyri-
byrging av vandaatferð, og
Tjóðhild Paturson frá Før-
oya Ungdómsráð greiddi
frá um, hvat ungdómurin
heldur skal til, fyri at fáa
ung at halda seg frá rúsevn-
um, og fyri at byrjanaraldurin
fyri nýtslu av rúsdrekka
verður útsettur.
Til endans greiddi Stein-
bjørn O. Jacobsen, borgar-
stjóri í Klaksvík, frá um,
hvat skal til, fyri at skipa
mennandi frítíðartilboð fyri
ung í kommununum.
Viðvíkjandi rúsevnum og
misnýtslu, sigur landsstýris-
maðurin, at hann serliga
beit merki í frásøgnina hjá
Tjóðhild Paturson frá Før-
oya Ungdómsráð, tá hon
vísti á, at tað er týðuligt, at
ung, sum eru virkin innan
frítíðarítriv av ymsum slag
eru í nógv minni vanda fyri
at gerast misnýtarar.
– Eisini vísti hon á, at tað
hevur ómetaliga stóran týdn-
ing, hvussu vit kommunikera
við tey ungu, so tað ikki
virkar sum ein prædika,
men at ung tala til ung, sig-
ur landsstýrismaðurin.
Ætlanin er, at niðurstøð-
urnar av ráðstevnuni, fram-
løgunum og bólkaarbeiði-
num, skulu savnast saman í
eina virkisætlan.
– Men vit skulu ikki bíða
við at fara til verka, tí nógv
av hugskotunum kunnu set-
ast í verk beinanvegin, sigur
Hans Pauli Strøm.
Fólkaheilsa í verki
Blaðkvinnan á Urban
Karina Edlund Jensen
valdi ein sera góðan
dag at vitja Gøtusand,
og viðmælir orsakað av
natúrini festivalin, sum
ein av teimum bestu í
Evropa (mynd: nud)
Veitslusalurin á Landssjúkrahúsinum var fullsettur á fólkaheilsuráðstevnuni mikudagin
tíðindi