Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-16, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. mai 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Nr. 93 - 16. mai 2007 Urban viðmælir G! Danska dagblaðið Urban vísir í gjárdagsins útgávu til teir 25 bestu festivalarnar í Evropa, ið verða hildnir uttan fyri Danmark. G!Festivalurin er á hesum lista. Ókeypis dagblaðið Urban er eitt av mest lisnu bløðunum í Danmark og hevur skrivað eitt sindur um Føroyar, eftir at blaðkvinnan Karina Edlund Jensen vitjaði í Føroyum í sambandi við AME-Føroyar herfyri. Blaðkvinnan var millum teir útlendsku gestirnar, ið var á útferðini sum G!Music og Virkishúsið í Klaksvík skipaðu fyri, og har hevur blaðkvinnan fingið gott eyga á lítla festivalin á Gøtusandi. Í greinini um bestu festivalarnar skrivar hon soleiðis: “Er du til naturoplevelser sammen med musikken, ligger G-festivalen på Færøerne smukt placeret på en strand med udsigt til klipper, havet og får på grønt græs. I år spiller danske Nephew og de melodiske romantikere i Guillemots blandt andre. (nud) Evnini rørsla, kostur, royking og rúsmis­ nýtsla vóru til um­røðu á stóru fólka­ heilsu­­­­ráðstevnuni miku­dagin Fólkaheilsa Rigmor Dam Rigmor@sosialurin.fo Mynd: Jens Kristian Vang Fólk úr øllum tættum í sam­ felagnum greiddu frá roynd­ um sínum við ítøkiligum verk­ ­­ætlanum innan fólka­heilsu, tá veitsluhøllin á Lands­­­sjúkra­ húsinum var karm­ur um stóra ráðstevnu í dag undir heiti­ num: fólka­heilsa - frá hug­ skotum til veruleika. Tað er Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum, sum skip­ aði fyri ráðstevnu, har hesir spurningarnir vórðu settir: Rørsla: Hvussu økja vit um likamsvirknið hjá føroy­ ingum sum heild? Kostur: Hvussu fáa vit før­oyingar at eta heilsu­góð­ an kost? Royking: Hvussu minka vit um roykingina? Rúsdrekka- og rús­evnis­ misnýtsla: Hvussu kann hetta minkast? Niður á jørðina Vit fingu orð á Hans Paula Strøm, landsstýrismann, í steðginum. Hann vísti á, at endamálið við ráðstevnuni er at koma við ítøkiligum hug­skotum um, hvussu fólka­heilsuætlanin, kann ger­ast til veruleika. – Fólkaheilsuætlanin er bara ein ætlan. Nú er upp­ gávan at fáa hana niður á jørðina, við at fáa hugskot til, hvussu vit fremja hana í verki. Bæði her og nú, men eisini í framtíðini, sigur lands­­stýrismaðurin. Hann sigur seg hava fing­ ið nógv góð og ítøkilig hug­ skot, sum eru verd at ar­­ beiða víðari við. Ráðstevnan var skipað við framløgum, bólkaarbeiði og hugleiðingum. Rørsla Viðvíkjandi rørslu, høvdu hesi framløgu: Martin Ja­­ kob­sen frá Bakkafrost greiddi frá um, hvat kann gerast fyri at fáa fólk at røra seg meira í arbeiðstíðini. Hanus Joensen, skúlastjóri í Kommunuskúlin, talaði um likamsvirkni í skúla­tíð­ ini – hvussu kunnu børn fáast at røra seg meira í skúla­­tíðini? Armgarð Stein­ hólm frá Landsverk tosaði um neyðug ítøkilig tiltøk til tess at betra um súkklu- og gongumøguleikar, og Sølvi R. Hansen, ítróttarserfrøð­ ingur hjá ÍSF, fortaldi um, hvussu vit fáa fólk at røra seg meira, og hvat ítróttar­ feløgini kunnu gera. Hans Pauli Strøm sigur við Sosialin, at hetta við ítrótti í skúlunum avgjørt átti at verið tikið upp. – Hanus Joensen, skúla­ stjóri, vísti á, at hugtakið ítrótt­­ur átti at verið endur­ skoðað, so rørsla verður tik­ in við í nógv fleiri øki í skúl­ anum. Ikki bara í ítróttar­ tím­unum, men í øllum við spæli, dansi og úti í náttúr­ uni. Hetta verður rópt uttan­ duranámsfrøði og er sera spenn­andi, sigur hann. Kostur Í sambandi við evni kost, var spurningurin: Hvussu fáa vit føroyingar at eta heilsu­góðan kost? Har legði Jóhanna á Tjaldrafløtti, rit­ høvundur, fyri, og hugleiddi um hvat kann gerast fyri at fáa fólk at eta heilsugóðan kost, serliga frukt og grøn­ meti. Finn Nielsen, leiðari fyri Føroya Keypsamstøka, tosaði um, hvat handlarnir kunnu gera, fyri at fáa fólk at eta heilsugóðan kost. Síð­ ani greiddi Mariann Paturs­ son, kostráðgevi, frá, hvussu eitt kosttoymi kann betra um kostvanarnar hjá føroyingum. Jenny Lyder­ sen frá Mentamálaráðnum greiddi frá um kostin hjá børn­um á stovnum og skúl­ um, og Rósa Samuelsen, borg­arstjóri, hugleiddi um, hvussu kostískoytisskipanin kann halda fram? – Eg beit serliga merki í eitt, sum Jóhonnu á Tjaldra­ fløtti bar fram, har hon skeyt upp, at seta á stovn eitt ráð, sum kann geva kost­ tilráðingar til fólk, sum gera mat til føroyingar. Hetta er avgjørt eitt, sum eg kundi hugsað mær at arbeitt víðari við, sigur lands­stýris­ maðurin við Sosialin. Eisini nevnir hann Mariann Pat­urs­ son, kostráðgeva, sum vísti á, at kosttoymið átti at verið knýtt at rørslu eisini, sum so kundi ráðgivið eitt nú skipskokkum. - Eg haldi eisini, at tað var áhugavert at hoyra Finn Nielsen frá Keypsamtøkuni, sum vísti á, at innrættingin í handlinum hevur ávirkan, millum annað við at seta sunnar matvørur við kassan í staðin fyri søtmeti, sigur Hans Pauli Strøm. Eitt annað, sum hann hevði bitið merki í, var at Rósa Samuelsen harmaðist um, at kost- og fruktskipanin var dottin niðurfyri. – At skipanin datt niður­ fyri, tá Løgtingið gjørdi av at leggja hana út til komm­ unurnar at umsita, vísir bara, at hetta er eitt, sum vit noyðast at taka upp aftur politiskt, tí eingin ivi er um, at skipanin eydnaðist væl, har hon var roynd, sigur lands­stýrismaðurin. Royking Tá roykingin var til umrøðu var spurt, hvussu vit minka um roykingina. Heðin Mort­ ensen, borgarstjóri, greiddi frá um, hvussu royki­poli­ tikk­urin í Tórshavnar komm­ unu riggar. Dávur Winther, frá Klaksvíkar kommunu, fortaldi, hvussu royndirnar av roykitiltøkunum í skúlu­ num í Klaksvík hevur rigg­ að, og Johannes Jensen, stjóri í Hotel Føroyar segði frá um roykleysar matstovur, har hann svaraði spurning­ inum um tað skal vera sjálv­ boðið ella við lóg, og hvussu royndirnar hjá Hotel Føroyum eru? Til endans greiddi Lynn Reveal frá Fyribyrgingar­ ráð­num frá um tubbaks­lóg­ irnar í grannalondunum. – Viðvíkjandi roykingini, haldi eg, at Jóhannes Jen­ sen, hevði eitt gott poeng, tá hann segði, at tað hevði verið ein stórur lætti, um gist­ingarhúsini høvdu eina lóg, sum bannaði royking, at halda seg til. Tá skulu fyritøkurnar ikki sjálvar seta seg til dómarar og skerja persónliga frælsið hjá kund­unum, sigur lands­ stýris­maðurin. Eisini nevndi hann átøk­ ini hjá skúlunum í Klaks­ vík, har Dávur Winther, greiddi frá um roykiher­ferð­ ina, har kommunan savnar allar góðar kreftir til ein temadag eina ferð um ári. Talið av roykjarum er mun­ andi minkað, síðani her­ ferðin varð sett í verk í 2004. Rúsevni og -drekka Fjórða og seinasta evnið, sum var umrøtt á ráðstevn­ uni, var rúsdrekka- og rús­ evnismisnýtsla. Har talaði Kjartan Joen­ sen frá Tollvaldinum um, hvat tollvaldið kann gera fyri at minka um rúsevnis­ mis­nýtsluna. Lars Rand Jen­ sen, formaður fyri SSP nevnd­ini undir Det Krimi­ nalpræventive Råd, segði frá um fólkaheilsu og fyri­ byrging av vandaatferð, og Tjóðhild Paturson frá Før­ oya Ungdómsráð greiddi frá um, hvat ungdómurin heldur skal til, fyri at fáa ung at halda seg frá rúsevn­ um, og fyri at byrjanaraldurin fyri nýtslu av rúsdrekka verður útsettur. Til endans greiddi Stein­ bjørn O. Jacobsen, borgar­ stjóri í Klaksvík, frá um, hvat skal til, fyri at skipa mennandi frítíðartilboð fyri ung í kommununum. Viðvíkjandi rúsevnum og misnýtslu, sigur landsstýris­ maðurin, at hann serliga beit merki í frásøgnina hjá Tjóðhild Paturson frá Før­ oya Ungdómsráð, tá hon vísti á, at tað er týðuligt, at ung, sum eru virkin innan frítíðarítriv av ymsum slag eru í nógv minni vanda fyri at gerast misnýtarar. – Eisini vísti hon á, at tað hevur ómetaliga stóran týdn­ ing, hvussu vit kommunikera við tey ungu, so tað ikki virk­ar sum ein prædika, men at ung tala til ung, sig­ ur landsstýrismaðurin. Ætlanin er, at niðurstøð­ urnar av ráðstevnuni, fram­ løgunum og bólkaarbeiði­ num, skulu savnast saman í eina virkisætlan. – Men vit skulu ikki bíða við at fara til verka, tí nógv av hugskotunum kunnu set­ ast í verk beinanvegin, sigur Hans Pauli Strøm. Fólkaheilsa í verki Blaðkvinnan á Urban Karina Edlund Jensen valdi ein sera góðan dag at vitja Gøtusand, og viðmælir orsakað av natúrini festivalin, sum ein av teimum bestu í Evropa (mynd: nud) Veitslusalurin á Landssjúkrahúsinum var fullsettur á fólkaheilsuráðstevnuni mikudagin tíðindi