Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-16, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. mai 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 93 - 16. mai 2007 Kanningar í USA vísa, at kvinnur fáa mesta vinningin á parta­ bræva­­mark­naðinum, tí tær eru betri sinn­að­ ar at seta seg inn í mark­nað­in enn menn ÍLEGGING Leo Pouylsen leo@sosialurin.fo Fyri aðru ferð innan stutta tíð hevur stjórin fyri Dansk Ak­tion­ær­forening, Claus W. Silfverberg, verið í Før­ oy­um og hildi par­ta­bræva­ skúla. Fyrstu ferð hann var her, var í januar mánaði, tá hann helt fýra slíkar skúlar, og nú hevur hann aftur verið her í samstarvi við Eik Banka og hil­di fýra partabrævaskúlar aftr­at. 40 fólk hava verið í hvør­j­um flokki, so tað vil si­ga, at einir 320 føroyingar eru skúlaðir innan parta­ bræva­mark­naðin. - Tað er í grundini sera lætt at handla á par­ta­bræva­ mark­nað­inum. Tær nýtist ik­ki ta stóru vitanina. Eftir fimm minuttum kennir tú tað mest grundleggjandi, og fylgir tú tveimum høvuðs­ regl­um, er tú væl á veg, sig­ ur Claus Silfverberg. Høvuðsreglurnar, ið dans­ k­­i stjórin vísir til, eru at spjeiða váðan yvir fleiri parta­brøv og í øðrum lagi yv­ir tíð. - Tað, sum fyrst og fremst ræð­ur um, er ikki at leggja øll síni egg í eina kurv. Tað ræð­ur um at miða eftir í mins­ta lagi sjey ymsum parta­brøv­um, og at spjeiða í­løg­ur­nar yvir eitt tíðarskeið, sig­ur Claus Silfverberg. Upp á stutt sikt er tað psy­ ko­logi­in, ið spælir inn. Tað vís­ir seg, at hóast tað full­ kom­na átti at verið at keypt parta­brøv, tá kursurin er lág­ ur og selt, tá hann er høgur, so hendir tað seg ofta, at fólk gera tað júst øvugta. Kvinnurnar duga betri Serliga tá talan er um menn kann tað ganga galið. Eru menn hepnir á parta­ bræva­mark­naðinum eina el­la tvær ferðir, halda teir seg beinanvegin vera heims­ meis­tar­ar. Har eru kvin­nur­ nar nógv meiri umhugsnar. - Kvinnurnar seta seg mun­an­di betur inn í tingini. Tað er sum tá tú skal binda ei­na troyggju ella gera ein góð­an bita at eta. Eru kvin­ nur­nar ikki royndar í hesum, vil­ja tær altíð hava eina upp­ skrift at halda seg til. Menn fa­ra nógv meiri fram eftir fumm­um, sigur stjórin í Dansk Aktionærforening. Hann sigur, at kanningar í USA vísa, at har hava tey ymisk partabrævafeløg, har sum­mi bert hava mannn­lig­ ar, summi bert kvinnuligar og summi blandaðar limir. Tað vísir seg, at feløgini við bert kvinniligum limum fáa mes­ta vinningin. Hetta sigur hann vera, tí teir kvinnuligu íleggjararnir ik­ki eru so kenslubornir sum teir mannligu. Teir ger­ ast lættliga ov grammir, tá tað gongur væl, og ov bang­ nir, tá tað gongur illa. Føroyskt felag Dansk Aktionærforening er eitt brúkarafelag burturav, og fremsta uppgávan er at hjál­pa limunum at fáa so gott avkast sum tilber. Hetta verð­ur eitt nú gjørt við at saman­bera ymsu íløgu­sam­ tøk­ini. Og nú verður so ein føroysk deild sett á stovn. Á­hug­in millum íleggjarar í Før­oy­um er alsamt vaks­an­ d­i, og nú stóru føroysku bank­ar­nir verða skrásettir á virð­is­bræva­marknaðinum her í Keypmannahavn, vil tað náttúrliga skapa øktan á­hu­ga. Limatalið er longu økt mun­an­di, og frá januar til nú eru limirnir øktir úr 20 upp í 60. Seinastu fýra dag­ ar­nar er talið farið upp á 84 og Claus Silfverberg vænt­ ar, at tað fer upp um hundrað áð­r­enn summarfrítíðina. Tað er Jonhard Larsen, sum saman við øðrum skal stan­da fyri at fáa parta­ bræva­felagið skipað í Før­ oy­um. Claus W. Silfverberg, stjóri í Dansk Aktionærforening: Kvinnur bestu íleggjarar Kvinnurnar eru betri íleggjarar enn menninir, tí tær seta seg betur inn í tingini, sigur Claus W. Silfverberg Tá kvinnur gera íløgur, geva tær oftani meir av sær enn íløgurnar hjá monnunum modelmynd Kanna fyrstu tíðina Í døgunum frá 20. til 24. mai fara umleið 200 granskarar og vísindafólk úr øllum heiminum at luttaka á ráðstevnu í Havn, har tey fara at tosa um, hvønn týdning tann fyrsta tíðin hjá einum barni hevur fyri tess lív. Í hesum høpi verður hugsað um tíðina í móðurlívi og tey fyrstu barnaárini. Altjóða ráðstevnan verður í Norðurlandahúsinum í Havn, og tað er føroyski yvirlæknin og granskarin Pál Weihe, sum skipar fyri henni.