Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-16, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. mai 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 93 - 16. mai 2007 Kanningar í USA vísa, at kvinnur fáa mesta vinningin á parta­ brævamarknaðinum, tí tær eru betri sinnað­ ar at seta seg inn í marknaðin enn menn ÍLEGGING Leo Pouylsen leo@sosialurin.fo Fyri aðru ferð innan stutta tíð hevur stjórin fyri Dansk Aktionærforening, Claus W. Silfverberg, verið í Før­ oyum og hildi partabræva­ skúla. Fyrstu ferð hann var her, var í januar mánaði, tá hann helt fýra slíkar skúlar, og nú hevur hann aftur verið her í samstarvi við Eik Banka og hildi fýra partabrævaskúlar aftrat. 40 fólk hava verið í hvørjum flokki, so tað vil siga, at einir 320 føroyingar eru skúlaðir innan parta­ brævamarknaðin. ­ Tað er í grundini sera lætt at handla á partabræva­ marknaðinum. Tær nýtist ikki ta stóru vitanina. Eftir fimm minuttum kennir tú tað mest grundleggjandi, og fylgir tú tveimum høvuðs­ reglum, er tú væl á veg, sig­ ur Claus Silfverberg. Høvuðsreglurnar, ið dans­ ki stjórin vísir til, eru at spjeiða váðan yvir fleiri partabrøv og í øðrum lagi yvir tíð. ­ Tað, sum fyrst og fremst ræður um, er ikki at leggja øll síni egg í eina kurv. Tað ræður um at miða eftir í minsta lagi sjey ymsum partabrøvum, og at spjeiða íløgurnar yvir eitt tíðarskeið, sigur Claus Silfverberg. Upp á stutt sikt er tað psy­ kologiin, ið spælir inn. Tað vísir seg, at hóast tað full­ komna átti at verið at keypt partabrøv, tá kursurin er lág­ ur og selt, tá hann er høgur, so hendir tað seg ofta, at fólk gera tað júst øvugta. Kvinnurnar duga betri Serliga tá talan er um menn kann tað ganga galið. Eru menn hepnir á parta­ brævamarknaðinum eina ella tvær ferðir, halda teir seg beinanvegin vera heims­ meistarar. Har eru kvinnur­ nar nógv meiri umhugsnar. ­ Kvinnurnar seta seg munandi betur inn í tingini. Tað er sum tá tú skal binda eina troyggju ella gera ein góðan bita at eta. Eru kvin­ nurnar ikki royndar í hesum, vilja tær altíð hava eina upp­ skrift at halda seg til. Menn fara nógv meiri fram eftir fummum, sigur stjórin í Dansk Aktionærforening. Hann sigur, at kanningar í USA vísa, at har hava tey ymisk partabrævafeløg, har summi bert hava mannnlig­ ar, summi bert kvinnuligar og summi blandaðar limir. Tað vísir seg, at feløgini við bert kvinniligum limum fáa mesta vinningin. Hetta sigur hann vera, tí teir kvinnuligu íleggjararnir ikki eru so kenslubornir sum teir mannligu. Teir ger­ ast lættliga ov grammir, tá tað gongur væl, og ov bang­ nir, tá tað gongur illa. Føroyskt felag Dansk Aktionærforening er eitt brúkarafelag burturav, og fremsta uppgávan er at hjálpa limunum at fáa so gott avkast sum tilber. Hetta verður eitt nú gjørt við at samanbera ymsu íløgusam­ tøkini. Og nú verður so ein føroysk deild sett á stovn. Á­hugin millum íleggjarar í Føroyum er alsamt vaksan­ di, og nú stóru føroysku bankarnir verða skrásettir á virðisbrævamarknaðinum her í Keypmannahavn, vil tað náttúrliga skapa øktan áhuga. Limatalið er longu økt munandi, og frá januar til nú eru limirnir øktir úr 20 upp í 60. Seinastu fýra dag­ arnar er talið farið upp á 84 og Claus Silfverberg vænt­ ar, at tað fer upp um hundrað áðrenn summarfrítíðina. Tað er Jonhard Larsen, sum saman við øðrum skal standa fyri at fáa parta­ brævafelagið skipað í Før­ oyum. Claus W. Silfverberg, stjóri í Dansk Aktionærforening: Kvinnur bestu íleggjarar Kvinnurnar eru betri íleggjarar enn menninir, tí tær seta seg betur inn í tingini, sigur Claus W. Silfverberg Tá kvinnur gera íløgur, geva tær oftani meir av sær enn íløgurnar hjá monnunum modelmynd Kanna fyrstu tíðina Í døgunum frá 20. til 24. mai fara umleið 200 granskarar og vísindafólk úr øllum heiminum at luttaka á ráðstevnu í Havn, har tey fara at tosa um, hvønn týdning tann fyrsta tíðin hjá einum barni hevur fyri tess lív. Í hesum høpi verður hugsað um tíðina í móðurlívi og tey fyrstu barnaárini. Altjóða ráðstevnan verður í Norðurlandahúsinum í Havn, og tað er føroyski yvirlæknin og granskarin Pál Weihe, sum skipar fyri henni.