Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-16, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. mai 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 93 - 16. mai 2007 Arbeitt hevur verið miðvíst í nakrar mánaðir til tess at gera Nólsoy til eina ferðavinnuoyggj burturav BORGARAFUNDUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Á fundinum í Nólsoy í gjár­kvøldið legði Randi Frederiksberg fyri við at greiða frá arbeiðinum at skapa karmar fyri einari blóm­andi ferðavinnu í oynni. Randi metti, at eini 50-60 fólk tilsamans høvdu tikið lut í arbeiðinum so ella so, og at eini seks-átta fólk reglu­ liga høvdu havt fundir aðru hvørja viku til tess at fáa alt klárt til summarið. Talan er um eina verkætlan, ið umfatar trý hús, faldarar, heimasíðu, føroyakvøld og annað. Talan verður í fyrsta lagi um eina kunningarstovu, sum verður gjørd í einum goml­um pakkhúsi, sum er um­vælt. Har verður dag­ ligur leiðari settur at taka sær av øllum tí vanliga kunn­ingararbeiðinum. Í Kjallaranum verður so innrætt­að eitt Ovasavn, har bát­urin Diana Victoria verð­ ur at síggja umframt aðrir lutir, sum Ove fekk í sam­ bandi við bragdi at rógva til Danmarkar. Hartil verður gamli hand­ il­in hjá Edvard Hansen, so­nevnda Pakkhúsið, nýtt til sølustað fyri føroyska lutir, sum bygdarfólkið hevur til­ virkað. Selja upplivingar Arbeitt hevur eisini verið við at gera serlig pakkatilboð til skúlar og barnagarðar. Í hesum sambandi er eis­ ini ætlanin er inndraga Av­haldashúsið og kanska eisini barnagarðin, so til ber at skifta blæur og tílíkt. Hetta skulu vera pakkar, ið umfata leikur, matpakkar og annað. Eisini eru nakrir gongu­ túrar lagdir til rættis, eitt nú út á Borðuna, suður í Dalar við vitjan Uppi í Skipi á vegn­um og túr eystur á Flagg­ stongina. Framman undan eru drunnhvítatúrarnir hjá Jens Kjeld Jensen bæði kendir og vælumtóktir. Til tess at kunna um møgu­leikarnar hevur fyri­ skipingarbólkurin lagt til rættis faldarar, sum verða at fáa á heilum fimm yms­ um málum, umframt at ein heimasíða verður við upp­ lýsandi tilfari. Eisini hava hugskot verið frammi um at skipa fyri føroyakvøldum og »dans på bryggan«. Roknað verður við, at nýggja kunningarstovan í Nólsoy kann verða klár at taka móti gestum tá hesin mánaðin fer at halla. Randi Frederiksberg, samskipari: Ferðavinnan framtíðin Fleiri enn hálvt­hundr­ að nólsoyingar vóru møttir upp á borg­ara­ fundi, sum Tórs­ havnar Kommuna skipaði fyri í gjár­kvøldið BORGARAFUNDUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Skráin var drúgv, tá Heðin Mortensen á odda fyri parti av umsitingini bjóðaði nóls­­ oy­ingum til kunnandi fund í bygdarhúsinum í gjár­ kvøldið. Býararkitekturin, havna­ meist­arin, býarstjórin og leiðarin á sosialu deild vóru millum embætisfólkið, og teir greiddu frá hvør í sínum lagi um sítt serliga øki. Ikki færi enn 13 punkt vóru á skránni, og tað tók tríggjar tímar at koma ígjøgnum tey øll. Har er so tað at siga, at fleiri »stórmál« vóru millum punktini, eitt nú nýggj Rita, sjúkraflutningur, tilhald og svimjihylurin. Ein arbeiðsbólkur hevur fingist við málið um nýggja ferju til Nólsoyar, og greiddi Jákup av Skarði frá tí, ið higartil er hent í málinum. Á fundinum vóru fleiri ynsk­ir sett fram í sambandi við nýggja Ritu, eitt nú at møguleiki bleiv fyri at fáa størr i bilar til Nólsoyar, til dømis við tilfari og olju. Eisini var eitt sindur røtt um, hvussu tað kundi ávirka bygdina, um persónbilar fóru at koyra í nólsoyar geilum. Upplýst var annars, at verk­ ætlanin skal verða liðug Tórshavnar Býráð á kunningarferð: Nólsoyingar á borgara Væl av fólki hevði leitað sær í Royndarhúsið at hoyra, hvørjar ætlanir Tórshavnar Kommuna hevur fyri Nólsoy. Mynd: Leo Poulsen Endurskoða skipan Eitt av málunum, sum landsstýrissamgongan setti sær fyri frá fyrsta degi av, var at endurskoða barsilsskipanina, og nú skal tað gerast. Sum er hava mammur rætt til lønt farloyvi í 24 vikur aftan á barnsburð og páparnir tvær vikur. Teir kunnu tó taka tær seinastu tíggju vikurnar av farloyvinum hjá mammuni. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, sigur við Útvarpið, at foreldrur eiga at hava rætt til lønt farloyvi í upp til eitt ár. Misjavnt fiskarí Trolararnir, sum royna eftir svartkjafti, hava havt heldur misjavnt fiskarí í seinastuni. Finnur Fríði landaði smá 2.300 tons sunnunáttina, og teir fingu 350 tons í tí fyrsta hálinum, tá teir komu aftur á fiskileið á Munkagrunninum. Men hjá onkrum vóru bara um 50 tons í. Atlantic Navigator byrjaði hendan túrin vestur úr Mykinesi, men har var einki at fáa, skrivar Norðlýsið. Atlantic Navigator hevði í gjár 100 tons av surimi inni.