Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-16, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. mai 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 93 - 16. mai 2007 Nýhugsan við møgu­ leika fyri randar­hús­ um liggur í kort­un­ um í sambandi við nýggja stóra út­stykking í Nólsoy BORGARAFUNDUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað bleiv lagdur stórur dent­ ur á, at tað hevði skund at fáa ætlaðu útstykkingina avgreidda, so fólk kunnu seta spakan í sum skjótast. Málið hevur ligið leingi á láni, og tað munnu vera eini tjúgu ár í minsta lagi, síðani eitt kommunalt grund­­stykki var til keyps í Nólsoy. Bygdarráðið, sum sat undan samanleggingini, hevði annnars gjørt arbeið­ ið við útstykking av níggju grundstykkjum so gott sum liðugt, men eftir at saman­ leggingin varð veru­leiki, er málið staðgað meiri ella minni upp. Men nú hevur so um­sit­ ingin hjá Tórshavnar Komm­ unu gjørt nýtt uppskot um út­stykking, og varð hetta lagt fyri bygdarfólkið á borg­arafundinum, sum býráð­ið skipaði fyri úti í Nólsoy í gjárkvøldið. Talan er um tíggju van­ lig grundstykkir, sum eru millum 400 og 500 fer­ metrar. Vegur til út­stykk­ ingina er gjørdur, men enn vantar tó at seta upp gøtuljós, umframt kloak­er­ing og vatnleiðing, sum eisini skal leggjast í vegin. Hinvegin verður ikki mett serliga neyðugt við gongubreyt, tí hóast tað er vanligt og kravt til út­stykkingar aðrastaðni í komm­ununi, so er tað hó­ast alt Nólsoy, talan er um her. Rímiligari prísir Við í uppskotinum er eis­ ini gjørdur møguleiki fyri randarhúsum, og hetta er nýhugsan úti í Nólsoy. Gamaní eru nakrar gamlar samanbygdar lonir í bygd­ ini, men beinleiðis rað- ella randarhús er ikki roynt fyrr. Hetta verður tikið við sum ein møguleiki, tí enn er ikki nøkur kanning gjørd av, um áhugi yvirhøvur er fyri slíkum húsum. Men tey eru so tikin við í ætlanina, og innteknað í skitsuverkætlanina eru tíggju raðhús løgd á ogn hjá kommununi, umframt fýra onnur, sum eru tekn­að á jarðarteig, sum Før­oya Jarðarráð eigur. Hesi grund­ stykki eru 260 fermetrar hvørt. Upplýst var á fundinum, at vanligur prísur fyri grund­ stykkir í kommununi er 6.000 krónur fermeturin, men hetta verður ógvuliga trupult at krevja úti í Nólsoy, tí tað hevði merkt ein prís millum 200.000 og 300.000 krónur. Roknað verður við, at prísurin í staðin fer at liggja um helvtina av hes­um, ella áleið 150.000 krónur. Fundarfólkið legði annars stóran dent á, at tað var al­neyðugt, at skjótt verður borið at nú, tí bíða hevur verið alt ov leingi eftir møgu­leikanum at seta búgv í oynni. Víst var á fleiri døm­ ir, har ungfólk stutt sagt vóru farin aðrastaðni at seta búgv, tí tey tímdu ikki at bíða meiri. Annars var upplýst, at í minsta lagi tvey pør standa á bíðilista, og hesi vildu vita, um tey kundu vænta nakað í bræði, ella tey skuldu søkja aðrar leiðir. Tað var Michael Viderø, iði greiddi frá ætlanunum um útstykkingina og hann segði, at tað væntandi verður klárt hjá fólki at seta spakan í um ársskiftið. Stór útstykking klár í Nólsoy Soleiðis sær uppskotið til útstykking í Nólsoy út. Sum sæst á kortinum verður møguleiki eisini fyri randarhúsum. Viðmerkjast skal, at uppskotið ikki er endaliga samtykt afundi í januar komandi, meðan skipið helst kann setast í sigling í 2009. Sjúkraflutningurin Eitt mál, ið arbeitt hevur ver­ ið við í eina tíð nú, er tilhald fyri eldri. Kommunan ognaði sær í fjør vár eini sethús, sum við ávísum ábøtum og umbygging verður hildið væl egnað til endamálið. Eisini skal heimahjálpin hava skrivstovu í húsunum umframt goymslu, og hartil skulu kommunulæknarnir eis­ ini hava hølið í húsunum. Og júst kommunu­lækn­ arnir saman við sjúkra­ flutn­inginum fingu nógva umrøðu. Skipanin sigur, at kommunulæknarnir upp á skift skulu vitja í Nólsoy aðruhvørja viku, men hetta hevur víst seg at virka serdeilis illa, tí fleiri kommunulæknar yvir­halda ikki hesa avtaluna. Hetta er tó nakað, sum komm­unu­ læknafelagið hevur lovað at fingið í rættlag. Somuleiðis var tosað um sjúkraflutningin. Avtalan við bátarnar hjá Skipasmiðjuni varð søgd upp í 2005, og síðani skuldi tyrlan taka sær av øllum sjúkraflutningi uttan fyri dagtímarnar. Nú er gamla avtalan tó fingin í lag aftur, og tað er ein tryggleiki, tí ikki altíð eru flúgvilíkindi hjá tyrluni. Ung í arbeiði Skúlin fekk eisini nakað av umrøðu og víst var á, at við nýggja barnagarðinum, sum verður mettur at vera eitt stórt prýði fyri bygdina, er skúlin vónleyst avoldaður og treingir til stórar ábøtur. Víst var serliga á, at ser­ stovurnar eru ikki nútímans eins og fimleikahøllin ikki kann nýtast til nakað sum helst, tí hon er alt ov lítil. Svimjihylurin fekk eisini umrøðu, og víst var á, at um tað ikki eydnaðist at fáa hann innilokaðan sum skjót­ ast, er stórur vandi fyri, at tað, sum higartil er gjørt, fer fyri skjeyti. Róð hevur eisini verið upp undir, at kommunan yvirtekur verk­ ætlanina, so hylurin kann fáast liðugur. Ætlanin er eisini at gera nógv burtur úr tiltakinum ung í arbeiði. Hetta er tiltak ætlað at aktivera ungdómar frá 14 ár og uppeftir. Tvær milliónir eru settar av í ár, og ætlanin er at aktivera enn fleiri enn tey 200, sum tóku lut í fjør. Í Nólsoy verður hugsað um at gera ábøtur á gøtuna út á Borðuna sum ein møguleiki. Tosað var eisini um onnur ting, eitt nú girðing um fót­ bóltsvøllin, møguleiki fyri tyrlu­palli, leysgangandi hund­um – og endaði Ronald Poulsen við at greiða frá ætl­anunum um nýggja kloakkskipan í Nólsoy. Blómur á bókasavni Í hesum døgum sýnir Føroya Landsbókasavn tekningar av føroyskum blómum, sum listamaðurin Bárður Jákupsson hevur teknað. Hetta eru tekningarnar, sum eru í Litfloruni, sum Fróðskaparfelagið gav út í 1981. Felagið hevur nú latið Landsbókasavninum tekningarnar í varðveitslu, og í tí sambandi heldur Anna Maria Fossá almennan fyrilestur á savninum hóskvøldið 24. mai kl. 20 um evnið „Føroyskar blómur 2015“. Fiskimenn í øðini Teir, sum sigla við ídnaðarskipunum í Esbjerg, eru í øðini, nú ES-nevndin hevur givið skipunum boð um at gevast við at royna eftir nebbasild. Veiðibannið kom í gildi síðstu nátt, og frágreiðingin hjá nevndini er, at sambært fiskifrøðingunum er stovnurin stak illa fyri. Tað skilja fiskimenninir ikki. Teir vísa á, at í seinastuni hava skip fingið upp í eini 500 tons um samdøgrið, og tað boðar ikki júst frá, at eingin nebbasild er til, siga fiskimenninir. Randi Frederiksberg hevur staðið fyri samskipanini av ferðavinnuætlanunum í Nólsoy