mikudagur 16. mai 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 93 - 16. mai 2007
Nýhugsan við møgu
leika fyri randarhús
um liggur í kortun
um í sambandi við
nýggja stóra
útstykking í Nólsoy
BORGARAFUNDUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað bleiv lagdur stórur dent
ur á, at tað hevði skund at
fáa ætlaðu útstykkingina
avgreidda, so fólk kunnu
seta spakan í sum skjótast.
Málið hevur ligið leingi
á láni, og tað munnu vera
eini tjúgu ár í minsta lagi,
síðani eitt kommunalt
grundstykki var til keyps í
Nólsoy. Bygdarráðið, sum
sat undan samanleggingini,
hevði annnars gjørt arbeið
ið við útstykking av níggju
grundstykkjum so gott sum
liðugt, men eftir at saman
leggingin varð veruleiki,
er málið staðgað meiri ella
minni upp.
Men nú hevur so umsit
ingin hjá Tórshavnar Komm
unu gjørt nýtt uppskot um
útstykking, og varð hetta
lagt fyri bygdarfólkið á
borgarafundinum, sum
býráðið skipaði fyri úti í
Nólsoy í gjárkvøldið.
Talan er um tíggju van
lig grundstykkir, sum eru
millum 400 og 500 fer
metrar. Vegur til útstykk
ingina er gjørdur, men enn
vantar tó at seta upp gøtuljós,
umframt kloakering og
vatnleiðing, sum eisini skal
leggjast í vegin. Hinvegin
verður ikki mett serliga
neyðugt við gongubreyt, tí
hóast tað er vanligt og kravt
til útstykkingar aðrastaðni í
kommununi, so er tað hóast
alt Nólsoy, talan er um her.
Rímiligari prísir
Við í uppskotinum er eis
ini gjørdur møguleiki fyri
randarhúsum, og hetta
er nýhugsan úti í Nólsoy.
Gamaní eru nakrar gamlar
samanbygdar lonir í bygd
ini, men beinleiðis rað ella
randarhús er ikki roynt
fyrr.
Hetta verður tikið við
sum ein møguleiki, tí enn
er ikki nøkur kanning gjørd
av, um áhugi yvirhøvur er
fyri slíkum húsum.
Men tey eru so tikin við
í ætlanina, og innteknað
í skitsuverkætlanina eru
tíggju raðhús løgd á ogn
hjá kommununi, umframt
fýra onnur, sum eru teknað
á jarðarteig, sum Føroya
Jarðarráð eigur. Hesi grund
stykki eru 260 fermetrar
hvørt.
Upplýst var á fundinum,
at vanligur prísur fyri grund
stykkir í kommununi er
6.000 krónur fermeturin,
men hetta verður ógvuliga
trupult at krevja úti í Nólsoy,
tí tað hevði merkt ein prís
millum 200.000 og 300.000
krónur. Roknað verður við,
at prísurin í staðin fer at
liggja um helvtina av hesum,
ella áleið 150.000 krónur.
Fundarfólkið legði annars
stóran dent á, at tað var
alneyðugt, at skjótt verður
borið at nú, tí bíða hevur
verið alt ov leingi eftir
møguleikanum at seta búgv
í oynni. Víst var á fleiri døm
ir, har ungfólk stutt sagt
vóru farin aðrastaðni at
seta búgv, tí tey tímdu ikki
at bíða meiri.
Annars var upplýst, at í
minsta lagi tvey pør standa
á bíðilista, og hesi vildu
vita, um tey kundu vænta
nakað í bræði, ella tey
skuldu søkja aðrar leiðir.
Tað var Michael Viderø,
iði greiddi frá ætlanunum
um útstykkingina og hann
segði, at tað væntandi
verður klárt hjá fólki at seta
spakan í um ársskiftið.
Stór útstykking
klár í Nólsoy
Soleiðis sær uppskotið til útstykking í Nólsoy út. Sum sæst á kortinum verður møguleiki eisini
fyri randarhúsum. Viðmerkjast skal, at uppskotið ikki er endaliga samtykt
afundi
í januar komandi, meðan
skipið helst kann setast í
sigling í 2009.
Sjúkraflutningurin
Eitt mál, ið arbeitt hevur ver
ið við í eina tíð nú, er tilhald
fyri eldri. Kommunan ognaði
sær í fjør vár eini sethús,
sum við ávísum ábøtum og
umbygging verður hildið
væl egnað til endamálið.
Eisini skal heimahjálpin
hava skrivstovu í húsunum
umframt goymslu, og hartil
skulu kommunulæknarnir eis
ini hava hølið í húsunum.
Og júst kommunulækn
arnir saman við sjúkra
flutninginum fingu nógva
umrøðu. Skipanin sigur,
at
kommunulæknarnir
upp á skift skulu vitja í
Nólsoy aðruhvørja viku,
men hetta hevur víst seg at
virka serdeilis illa, tí fleiri
kommunulæknar yvirhalda
ikki hesa avtaluna. Hetta er
tó nakað, sum kommunu
læknafelagið hevur lovað at
fingið í rættlag.
Somuleiðis var tosað um
sjúkraflutningin. Avtalan við
bátarnar hjá Skipasmiðjuni
varð søgd upp í 2005, og
síðani skuldi tyrlan taka
sær av øllum sjúkraflutningi
uttan fyri dagtímarnar. Nú er
gamla avtalan tó fingin í lag
aftur, og tað er ein tryggleiki,
tí ikki altíð eru flúgvilíkindi
hjá tyrluni.
Ung í arbeiði
Skúlin fekk eisini nakað av
umrøðu og víst var á, at við
nýggja barnagarðinum, sum
verður mettur at vera eitt
stórt prýði fyri bygdina, er
skúlin vónleyst avoldaður og
treingir til stórar ábøtur.
Víst var serliga á, at ser
stovurnar eru ikki nútímans
eins og fimleikahøllin ikki
kann nýtast til nakað sum
helst, tí hon er alt ov lítil.
Svimjihylurin fekk eisini
umrøðu, og víst var á, at
um tað ikki eydnaðist at fáa
hann innilokaðan sum skjót
ast, er stórur vandi fyri, at
tað, sum higartil er gjørt,
fer fyri skjeyti. Róð hevur
eisini verið upp undir, at
kommunan yvirtekur verk
ætlanina, so hylurin kann
fáast liðugur.
Ætlanin er eisini at gera
nógv burtur úr tiltakinum
ung í arbeiði. Hetta er tiltak
ætlað at aktivera ungdómar
frá 14 ár og uppeftir. Tvær
milliónir eru settar av í ár,
og ætlanin er at aktivera enn
fleiri enn tey 200, sum tóku
lut í fjør. Í Nólsoy verður
hugsað um at gera ábøtur á
gøtuna út á Borðuna sum ein
møguleiki.
Tosað var eisini um onnur
ting, eitt nú girðing um fót
bóltsvøllin, møguleiki fyri
tyrlupalli, leysgangandi
hundum – og endaði Ronald
Poulsen við at greiða frá
ætlanunum um nýggja
kloakkskipan í Nólsoy.
Blómur á bókasavni
Í hesum døgum sýnir Føroya Landsbókasavn tekningar av
føroyskum blómum, sum listamaðurin Bárður Jákupsson
hevur teknað. Hetta eru tekningarnar, sum eru í Litfloruni,
sum Fróðskaparfelagið gav út í 1981. Felagið hevur nú
latið Landsbókasavninum tekningarnar í varðveitslu, og í
tí sambandi heldur Anna Maria Fossá almennan fyrilestur
á savninum hóskvøldið 24. mai kl. 20 um evnið „Føroyskar
blómur 2015“.
Fiskimenn í øðini
Teir, sum sigla við ídnaðarskipunum í Esbjerg, eru í øðini,
nú ESnevndin hevur givið skipunum boð um at gevast við at
royna eftir nebbasild. Veiðibannið kom í gildi síðstu nátt, og
frágreiðingin hjá nevndini er, at sambært fiskifrøðingunum
er stovnurin stak illa fyri. Tað skilja fiskimenninir ikki. Teir
vísa á, at í seinastuni hava skip fingið upp í eini 500 tons um
samdøgrið, og tað boðar ikki júst frá, at eingin nebbasild er
til, siga fiskimenninir.
Randi Frederiksberg hevur
staðið fyri samskipanini av
ferðavinnuætlanunum í
Nólsoy