mikudagur 16. mai 2007síða 12
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 93 - 16. mai 2007
Eftir hóttanir ella gitingar um verkfall ella arbeiðssteðg
hangandi yvir sær í eina tíð raknaði alt Føroya fólk
upp týsmorgunin til tey góðu tíðindini um, at einki
verkfall fór at vera á hesum sinni. Og ikki heldur
komandi trý árini. Tað eydnaðist nevniliga pørtunum
á arbeiðsmarknaðinum at røkka eini semju, sum er
søgulig eisini, tí hon er fyri heili trý ár.
Tað gingu annars leysatíðindi um, at partarnir stóðu
sera langt frá hvørjum øðrum, og at vit helst fóru at
fáa eitt drúgvt verkfall. Hetta var eisini orsøkin til, at
mong keyptu inn undir seg, bensin ikki minst og síðani
epli. Lagt varð upp til enn eitt lemjandi verkfall, har
ikki minst høvuðsvinnan, fiskiflotin og flakavirkini
fóru at stegða upp.
Tað skuldi tó vísa seg, at semingsmenninir, Terji Sig
urðsson og Símun Absalonsen megnaðu sína álitis
uppgávu til fulnar, til eitt UG-pluss. Hetta vóru øll
samd um, eftir at avtala varð undirskrivað, men eitt
eru skilagóðir og semjusøkjandi semingsmenn, annað
eru partarnir, sum skulu til at góðtaka eina semju.
Og hertil er at siga, at teir vístu sama skynsemi við
at ganga inn fyri tí semingsuppskoti, ið varð lagt
fram. So hetta er tað vit kunnu kalla eina vinnarasak,
har allir partar vórðu sigursharrar: arbeiðarafeløgini,
arbeiðsgevararnir og seminsgsmenninir. Eitt stórt
tillukku við tí, nú samfelagshjólini kunnu koyra ótarn
að víðari komandi trý árini.
Við nýggja sáttmálanum hava limir hjá arbeiðarafel
øgunum fingið fleiri túsund krónur í lønarhækkan
sigur Samtak í skrivi. Tann mesta lønarhækkanin er til
tey, sum hava starvast í 7 ár og sum sostatt fáa 3,25%
omaná grundlønina í viðbót. Í krónum merkir tað,
at tímalønin hjá fólki við 7 ára starvstíð hækkar í ár
góðar 10.000 kr., meðan hækkingin í 2008 er um 5000
kr. í bæði 2008 og 5000 kr í 2009. Árslønin hjá fólki
við fullum starvsaldri verður tískil í 2009 234.665
kr - hetta er við frítíðarløn. Hjá teimum sum ongan
starvsaldur hækkar ársinntøkan fyrsta árið góðar 7000
kr til 214.478 kr. Í 2009 verður grundlønin 224.204
kr ella umleið 17.000 kr meir enn í dag. Eftirlønin hjá
arbeiðarafeløgunum veksur 3% yvir 3 ár og verður
9,1% í 2009. Landsstýrið arbeiðir við eini loysn sum
leggur upp til at arbeiðsmarknaðareftirlønin verður
15% innanfyri eitt 10 ára skeið. Arbeiðarafeløgini
hava sett sær sum mál at røkka hesum setningi tey
næstu árini.
Vit kunnu bert staðfesta, at friður verður á arbeiðs
marknaðinum mong ár fram, og er hetta eitt sera gott
signal eisini at senda umheiminum, sum vit samstarva
og hava samhandil við. Hetta var kanska besta gávan
til Føroya fólk, nú vit annars gera okkum út til eitt
vónandi heitt summar.
Sosialurin
UG–pluss til semingsmenn
og samráðingarpartar
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi
– meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan
verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum
innsendum greinum – annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki
at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum
ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar
– greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn,
verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa
tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.
SAMBAND
eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1330
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Høgni Mikkelsen býráðslim
ur hevur allarhelst ikki lisið
brævið, sum eg hevði í Sosi
alinum t. 19/4.Tá spurdi eg,
hvør skuldi brúka stásligu
ítrottarhøllina í Kollafirði,
tí ungdómurin fær ikki
loyvi at byggja her.
Kann Høgni, ella onkur
annar í býráðnum svara
mær, hví ongin kommunal
útstykking er her norðuri?
Sum eg eisini skrivaði tá,
so eru bert seks grundstykkir
givin tey seks árini vit hava
verið í Havnar kommunu,
øll úti í Kollafirði. Her inni
í Firði, Oyrareingjum og
Signabø eru nógv øki at
byggja á. Okkum nýtist ikki
at fara upp í fjøllini og
byggja, men man hevur var
hugan av, at Havnar Komm
una ætlar at avtofta hesi
nevndu økini.
Eg havi onki ímóti einari
bingjuhavn, men eg, og
fleiri við mær, eru ímóti at
kroysta hana niður á Oyrar
eingjum, tí tá verður ikki
liviligt her. Allar staðir í
Norðanlondum leggja tey
eina tílíka havn uttan fyri
bygt øki, tí hetta er larmandi
virksemi.
Trivnaður kann ikki ger
ast upp í krónum og oyrum,
so einfalt er tað!
Á Oyrareingjum 14/5
Vit vóru fleiri, ið vónaðu at
“familjumyndin” av lands
stýrissamgonguni, ið varð
skipað eftir valið í 2004,
fór at verða tann síðsta
myndin av eini stjórn í Før
oyum har annað kynið vant
aði á myndini, men gakk,
so var ikki. Í gjár var sam
gongan formliga umskipað
við tað, at vit fingu ein
nýggjan landsstýrismann í
fíggjarmálum, og aftur hesa
ferð vantaði onkur á mynd
ini. Hetta skal ikki skiljast
sum ein ábreiðsla móti
Magna Laksafoss, honum
verður ynskt góða eydnu
við starvinum.
Tað sum er skuffandi, er
at langt sýnist millum orð
og gerðir hjá politisku flokk
unum. Ljóskastarin hevur í
longri tíð verið vendur móti
kynsbýtinum í politisku
skipanini, nógv góð orð
hava verið søgd frá politisk
ari síðu til fyrimuns fyri ein
um javnari býti, og nú var
møguleikin har. Til hevði
borið at sett eina kvinnu í
landsstýrið uttan at brotið
nakra sum helst demokrat
iska reglu í okkara samfelag,
tí landsstýrisfólk nýtast als
ikki at vera fólkavald. Hetta
hevði verið ein sterk fráboð
an í verki, til eitt komandi
val frá samgonguni, um at
teir vilja fegnir hava at být
ið millum kynini verður
frægari eftir valið komandi,
enn tað er í dag.
Vónandi var omanfyri
nevnda hending ein fótfeilur
í einari skjótari vending og
ikki eitt tekin upp á vantandi
ynski um javnari kynsbýti í
okkara politisku skipan.
heima.olivant.fo
Á myndini vantar…
Er trivnaður bert fyri tey, ið búgva í Suðurstreymi?
Anna
Arabo
býráðslimur
Eyðgunn
Samuelsen