Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-16, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. mai 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 93 - 16. mai 2007 tíðindi Føroyska heilsuverkið manglar starvsfólk, og eftirspurningurin fer ikki at minka tey komandi árini. Fyri at útvega, gagnnýta, og varðveita røttu starvsfólkini skal nýggj Human Resource deild setast á stovn í Heilsuverkinum. Hetta er eitt av tilmælinum í sjúkrahúsálitinum, og sambært serkønum fólki er hetta alneyðugt Sjúkrahúsálit Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Human Resource Menning er eitt nýtt hugtak í føroysku vinnuni og er næstan ókent í almennu fyri­sit­ ingini. Ein av føroysku slóð­brót­ aru­num á hesum øki er Eik Banki, sum í Februar 2006 setti á stovn eina HR deild, sum í dag hevur tvey fólk. Einasta almenna arbeiðs­ pláss, ið hevur sett HR- mennara, er Tórshavnar kommuna. Sosialurin hevur tosað við Jó­hannu Andreasen úr Eik og Elin Wang úr Tórshavnar Kommunu um nýggja tilmæli um HR deild í Heilsuverkinum. Jóhanna og Elin eru báðar sjúkrarøktarfrøðingar og hava arbeiðsroyndir í heilsu­verki­num. Tær leggja báðar dent á, at starvs­fólkamenning skal stuðla undir eina orðaða visión hjá fyri­ tøk­uni. - Fyrst mugu virðini og visiónin orðast, út frá hesum kann eitt yvir­lit gerast yvir, hvørji starvsfólk brúk er fyri. Og nústaðni tá kunnu vit leggja menningarætlanir, skeið­ir og annað til rættis, sigur Jó­­hanna Andreasen. Elin Wang lýsir tað við eini mynd. – Ikki at hava eina yvirskipaða ætlan er sum at skjóta eina rúgvu av pílum avstað og so aftaná fara og seta málskivuna upp. Á heilsu­ øki­num er peningur settur av til skeið, men spurningurin er, um hann verður brúktur nóg effek­ tivt. Jóhanna heldur, at sjúkra­hús­ verkið manglar skipað viðurskifti á hesum økinum. - Tað er ongin yvirskipað ætlan. Fólk fara á hissini skeið her og der. Men ongin felags visión er, ongin orðað ætlan, ongin sum sting­ur út í kortið og sigur, hygg, hetta hava vit brúk fyri, og hetta kanst tú brúkast til. Tað er tí sera jaligt, at ein HR deild er partur av nýggja sjúkrahús­álitinum, halda tær báðar. Tá fólk støðast Fólk eru ymisk, og tað er eisini ymiskt, hvat fær eitt starvsfólk at trívast. Men nakrir felags faktorar eru. Kanningar vísa, at starvsfólk, sum trívast, kenna, at tey hava ávirk­an á stovnin, tey fáa feedback og viðurkenning, og leiðslan er opin og álitisvekjandi. - Bispebjerg Hospital hevur kann­­að, hvat starvsfólkini meta hev­­ur størst týdning fyri trivnaðin. Nið­urstøðan var: fakligar avbjóð­ingar, gott kollegialt umhvørvi, ný­­mótans leiðsla og persónlig ávirk­an. Lønin var, sigur Jóhanna Andreasen, so løgið tað ljóðar, ikki á listanum. Fólk søkja ikki bara eftir peng­ um í dag. Fólk søkja avbjóðingar, spenning og sjálvrealisering. Og tí eigur sjúkrahúsverkið ikki at vera bangið fyri at taka kappingina upp við til dømis privatar fyri­tøk­ur. Arbeiðsøkið er so vitanartungt, og menningin so stór á økinum, at heilsuverkið Heilsuverkið skuldi verið Um málið er størri dygd og fleiri nøgdir sjúklingar, er starvsfólkaleiðsla og starvsfólkamenning ein fyritreyt, heldur Jóhanna Andreasen, høgru megin, HR-mennari í Eik og fyrrverandi starvsfólk í heilsuverkinum. Her avmyndað saman Elini Wang, HR-mennara hjá Tórshavnar Kommunu Mynd: Jens Kristian Vang