mikudagur 16. mai 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 93 - 16. mai 2007
tíðindi
Føroyska heilsuverkið
manglar starvsfólk, og
eftirspurningurin fer ikki
at minka tey komandi
árini. Fyri at útvega,
gagnnýta, og varðveita
røttu starvsfólkini skal
nýggj Human Resource
deild setast á stovn í
Heilsuverkinum. Hetta er
eitt av tilmælinum í
sjúkrahúsálitinum, og
sambært serkønum fólki
er hetta alneyðugt
SjúkrahúSálit
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Human Resource Menning er eitt
nýtt hugtak í føroysku vinnuni og
er næstan ókent í almennu fyrisit
ingini. Ein av føroysku slóðbrót
arunum á hesum øki er Eik
Banki, sum í Februar 2006 setti á
stovn eina HR deild, sum í dag
hevur tvey fólk. Einasta almenna
arbeiðspláss, ið hevur sett HR
mennara, er Tórshavnar
kommuna.
Sosialurin hevur tosað við
Jóhannu Andreasen úr Eik og
Elin Wang úr Tórshavnar
Kommunu um nýggja tilmæli um
HR deild í Heilsuverkinum.
Jóhanna og Elin eru báðar
sjúkrarøktarfrøðingar og hava
arbeiðsroyndir í heilsuverkinum.
Tær leggja báðar dent á, at
starvsfólkamenning skal stuðla
undir eina orðaða visión hjá fyri
tøkuni.
Fyrst mugu virðini og
visiónin orðast, út frá hesum
kann eitt yvirlit gerast yvir,
hvørji starvsfólk brúk er fyri. Og
nústaðni tá kunnu vit leggja
menningarætlanir, skeiðir og
annað til rættis, sigur Jóhanna
Andreasen.
Elin Wang lýsir tað við eini
mynd.
– Ikki at hava eina yvirskipaða
ætlan er sum at skjóta eina rúgvu
av pílum avstað og so aftaná fara
og seta málskivuna upp. Á heilsu
økinum er peningur settur av til
skeið, men spurningurin er, um
hann verður brúktur nóg effek
tivt.
Jóhanna heldur, at sjúkrahús
verkið manglar skipað viðurskifti
á hesum økinum.
Tað er ongin yvirskipað
ætlan. Fólk fara á hissini skeið
her og der. Men ongin felags
visión er, ongin orðað ætlan,
ongin sum stingur út í kortið og
sigur, hygg, hetta hava vit brúk
fyri, og hetta kanst tú brúkast til.
Tað er tí sera jaligt, at ein HR
deild er partur av nýggja
sjúkrahúsálitinum, halda tær
báðar.
Tá fólk støðast
Fólk eru ymisk, og tað er eisini
ymiskt, hvat fær eitt starvsfólk at
trívast. Men nakrir felags
faktorar eru. Kanningar vísa, at
starvsfólk, sum trívast, kenna, at
tey hava ávirkan á stovnin, tey
fáa feedback og viðurkenning, og
leiðslan er opin og álitisvekjandi.
Bispebjerg Hospital hevur
kannað, hvat starvsfólkini meta
hevur størst týdning fyri
trivnaðin. Niðurstøðan var:
fakligar avbjóðingar, gott
kollegialt umhvørvi, nýmótans
leiðsla og persónlig ávirkan.
Lønin var, sigur Jóhanna
Andreasen, so løgið tað ljóðar,
ikki á listanum.
Fólk søkja ikki bara eftir peng
um í dag. Fólk søkja avbjóðingar,
spenning og sjálvrealisering. Og
tí eigur sjúkrahúsverkið ikki at
vera bangið fyri at taka
kappingina upp við til dømis
privatar fyritøkur. Arbeiðsøkið er
so vitanartungt, og menningin so
stór á økinum, at heilsuverkið
Heilsuverkið skuldi verið
Um málið er størri dygd og fleiri nøgdir sjúklingar,
er starvsfólkaleiðsla og starvsfólkamenning ein
fyritreyt, heldur Jóhanna Andreasen, høgru megin,
HR-mennari í Eik og fyrrverandi starvsfólk í
heilsuverkinum. Her avmyndað saman Elini Wang,
HR-mennara hjá Tórshavnar Kommunu
Mynd: Jens Kristian Vang