mikudagur 16. mai 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 93 - 16. mai 2007
19
Føroya besta arbeiðspláss
burdi verið tað mest attraktiva
arbeiðsplássið í Føroyum.
Má ikki drukna
Ein HR menning á
heilsuøkjunum er alneyðug,
heldur Jóhanna Andreasen. Men
tað er týdningarmikið, at hetta
verður gjørt á rættan hátt.
- Sjúkrahúsverkið hevur verið
gjøgnum nógvar sparirundir og
umleggingar. Og tá leiðslurnar
ongantíð vita, hvussu fíggjar
karmurin sær út næsta ár, er tað
kanska ikki so løgið, at tey ikki
tora at hugsa stórar tankar innan
starvsfólkamenning. Men nýggja
starvsfólkadeildin má fáa rúm at
arbeiða.
Eik hevur næstan 300
starvsfólk og tveir HR mennarar.
Sjúkrahúsverkið hevur umleið
800 starvsfólk, og sjúkrahúsálitið
mælir til, at nýggja
starvsfólkadeildin fær 2-3 fólk.
Sambært HR-mennaranum hjá
Eik hevur tað týdning, at minst
tvey fólk setast til starvs
fólkamenning burturav.
- Um deildin skal taka sær av
øllum starvsfólkaøkinum, má ans
ast ótrúliga væl eftir, at starvs
fólkamenningin ikki druknar í
umsiting.
Mobil starvsfólk
Sjúkrahúsálitið viðurkennir, at
starvsfólk í dag eru mobil, og at
skipanin tí má tryggja, at vitanin
hjá starvsfólkunum verður spjadd
út. Eisini leggur álitið dent á, at
ein týðandi partur av starvsfólka
menningini er at sleppa undan
fys iskari og psykiskari
niðurslíting av starvsfólkum, so
fólk ikki ríma.
Jóhanna Andreasen og Elin
Wang eru sjálvar dømi um mobil
starvsfólk. Heilsuverkið kappast
ikki bara við útlendsk sjúkrahús
um arbeiðsmegina, men eisini
við privatu vinnuna. Og við
ongum arbeiðsloysi í landinum,
er kappingin um tey góðu fólkini
hørð. Í Eik eru tildømis umleið
sjey starvsfólk, sum upprunaliga
arbeiddu á almanna- og heilsuøki
num.
Tað er ikki bara í Føroyum, at
heilsuverkið hevur starvsfólka
trupulleikar. Elin Wang nevnir
sum dømi eitt danskt sjúkrahús,
har hon arbeiddi.
– Tá eg hevði verið har í eitt ár,
var eg millum tey, sum høvdu ver
ið har longst. Tað manglaðu 15
sjúkrarøktarfrøðingar, og
skiftandi vikarar tóku sær av
hesum uppgávum. Eingin
trivnaður var, og ringt var at
varðveita serkunnleikan á
deildini.
Menning og branding
HR menning umfatar millum ann
að skeiðvirksemi, undirvísng,
coaching, at gera karrieruplanir
fyri hvørt einstakt starvsfólk, at
finna røttu starvsfólkini, at gera
profilar av starvsfólkunum, at
gera nøgdsemiskanningar o.s.fr.
Human Resource menning set
ur soleiðis starvfólkatrivnað í
hásæti. Og tá leiðslan setir fólk
at taka sær av
starvsfólkamenning burturav,
sendir hon eitt týdningarmikið
signal, sigur Jóhanna Andreasen.
Starvsfólkini merkja, at leiðslan
virðismetir tey, og ynskir at
menna og brúka tey á besta hátt.
Hetta skapar innanhýsis trivnað
og brandar eisini fyritøkuna ella
stovnin jaliga úteftir.
Og skal føroyska heilsuverkið
útvega og varðveita tey góðu fólk
ini í framtíðini, er tað, sambært
føroysku HR mennarunum, sum
Sosialurin hevur tosað við, neyð
ugt at bøta um bæði trivnað og
umdømi.
Tilmæli 16 í Sjúkrahúsálitinum
Felags starvsfólkafyrisiting fyri sjúkrahúsverkið verður
sett á stovn, sum, umframt at umsita lønar- og sáttmála
viðurskifti hjá starvsfólkunum, eisini skal arbeiða við at
seta skipanir og mannagongdir í verk. Hetta fyri at útvega,
gagnnýta, menna og varðveita røttu starvsfólkini í
samsvari við tey mál, ið sett eru fyri sjúkrahúsið ella
sjúkrahúsverkið í síni heild. Hesin parturin verður eisini
nevndur ‘Human Ressource Management’
FAKTA
tíðindi