Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-16, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. mai 2007síða 19

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 93 - 16. mai 2007 19 Føroya besta arbeiðspláss burdi verið tað mest attraktiva arbeiðsplássið í Føroy­um. Má ikki drukna Ein HR menning á heilsuøkjunum er alney­ðug, heldur Jóhanna Andreasen. Men tað er týdningarmikið, at hetta verður gjørt á rættan hátt. - Sjúkrahúsverkið hevur verið gjøgnum nógvar sparirundir og umleggingar. Og tá leiðslurnar ongantíð vita, hvussu fíggjar- karmurin sær út næsta ár, er tað kanska ikki so løgið, at tey­ ikki tora at hugsa stórar tankar innan starvsfólkamenning. Men nýggja starvsfólkadeildin má fáa rúm at arbeiða. Eik hevur næstan 300 starvsfólk og tveir HR mennarar. Sjúkrahúsverkið hevur umleið 800 starvsfólk, og sjúkrahúsálitið mælir til, at nýggja starvsfólkadeildin fær 2-3 fólk. Sambært HR-mennaranum hjá Eik hevur tað týdning, at minst tvey­ fólk setast til starvs- fólkamenning burturav. - Um deildin skal taka sær av øllum starvsfólkaøkinum, má ans- ast ótrúliga væl eftir, at starvs- fólkamenningin ikki druknar í umsiting. Mobil starvsfólk Sjúkrahúsálitið viðurkennir, at starvsfólk í dag eru mobil, og at skipanin tí má try­ggja, at vitanin hjá starvsfólkunum verður spjadd út. Eisini leggur álitið dent á, at ein týðandi partur av starvsfólka- menningini er at sleppa undan fy­siskari og psy­kiskari niðurslíting av starvsfólkum, so fólk ikki ríma. Jóhanna Andreasen og Elin Wang eru sjálvar dømi um mobil starvsfólk. Heilsuverkið kappast ikki bara við útlendsk sjúkrahús um arbeiðsmegina, men eisini við privatu vinnuna. Og við ongum arbeiðsloy­si í landinum, er kappingin um tey­ góðu fólkini hørð. Í Eik eru tildømis umleið sjey­ starvsfólk, sum upprunaliga arbeiddu á almanna- og heilsuøki- num. Tað er ikki bara í Føroy­um, at heilsuverkið hevur starvsfólka- trupulleikar. Elin Wang nevnir sum dømi eitt danskt sjúkrahús, har hon arbeiddi. – Tá eg hevði verið har í eitt ár, var eg millum tey­, sum høvdu ver- ið har longst. Tað manglaðu 15 sjúkrarøktarfrøðingar, og skiftandi vikarar tóku sær av hesum uppgávum. Eingin trivnaður var, og ringt var at varðveita serkunnleikan á deildini. Menning og branding HR menning umfatar millum ann- að skeiðvirksemi, undirvísng, coaching, at gera karrieruplanir fy­ri hvørt einstakt starvsfólk, at finna røttu starvsfólkini, at gera profilar av starvsfólkunum, at gera nøgdsemiskanningar o.s.fr. Human Resource menning set- ur soleiðis starvfólkatrivnað í hásæti. Og tá leiðslan setir fólk at taka sær av starvsfólkamenning burturav, sendir hon eitt týdningarmikið signal, sigur Jóhanna Andreasen. Starvsfólkini merkja, at leiðslan virðismetir tey­, og y­nskir at menna og brúka tey­ á besta hátt. Hetta skapar innanhýsis trivnað og brandar eisini fy­ritøkuna ella stovnin jaliga úteftir. Og skal føroy­ska heilsuverkið útvega og varðveita tey­ góðu fólk- ini í framtíðini, er tað, sambært føroy­sku HR mennarunum, sum Sosialurin hevur tosað við, ney­ð- ugt at bøta um bæði trivnað og umdømi. Tilmæli 16 í Sjúkrahúsálitinum Felags starvsfólkafyrisiting fyri sjúkrahúsverkið verður sett á stovn, sum, umframt at umsita lønar- og sáttmála- viðurskifti hjá starvsfólkunum, eisini skal arbeiða við at seta skipanir og mannagongdir í verk. Hetta fyri at útvega, gagnnýta, menna og varðveita røttu starvsfólkini í samsvari við tey mál, ið sett eru fyri sjúkrahúsið ella sjúkrahúsverkið í síni heild. Hesin parturin verður eisini nevndur ‘Human Ressource Management’ FAKTA tíðindi