Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-16, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. mai 2007síða 20

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 tíðindi Nr. 93 - 16. mai 2007 Lena skal í heyst spæ­ la 19 konsertir í 10 ym­isk­um londum sum upphiting fyri av­stral­ska tónleikarin Xavi­ er Rudd. Tónleikur Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Lena og Niclas fara í heyst á ferð kring Evropa. 19 kon­ sert­ir í 19 ymiskum stór­bý­ um, skulu kunna heimin um navn­ið Lena Andersen. Tað er avstralski sangarin og sang­skriv­ar­in, Xavier Rudd, ið hevur boðið Lenu við sum upphiting á kon­ sert­ferð­ini, ið skal gera Xavier Rudd til eitt kent navn í Ev­ro­pa. Frammanundan er Rudd rættiliga vælumtóktur í heimlandinum. Serliga er hann kendur, fyri at vera góð­ur á konsertum. Rudd spæl­ir á hópin av ymiskum ljóð­før­um og verður vanliga bólk­að­ur undir etniskan- el­la heimstónleik. Í løtuni ferðast Rudd sum upp­hit­ing fyri amerikanska rokk risan Dave Matthews Band. Konsertferðin saman við Rudd er komin í lag gjøgn­ um nýggja kanadiska um­boðs­fel­ag­ið hjá Lenu, ið ei­si­ni umboðar Rudd. Fyrr­ ver­an­di umboðsmaðurin hjá Lenu, Richard Ogden, flyt­ur nú til Brasilia og tek­ ur seg burtur úr ídnaðinum, og tí var tørvur á nýggjum um­boðs­felag, og tá fall val­ ið á Thompson Management í Kanada. Hetta um­boðs­fel­ ag kendi til Lenu, og hevur áð­ur víst áhuga í henni. Kon­sert­ferð­in við Rudd kun­di bent á, at hetta kann ger­ast eitt spennandi sam­ starv. Konsertferðin byrjar í Mad­­rid, har tey fara á pall í spæl­i­stað­num Caracol 4. sep­tem­ber, síðan gongur leið­in til Barcelona, Zurich, Münc­hen, Franfurt, Rom, Mi­la­no, Berlin, Hamborg, Co­log­nem, Brússel, Am­ster­ dam, Paris, Brighton, Fall­ mouth Princess, Dublin, Edin­burgh, Manchester, áðr­enn tey enda í London 28. sep­tem­ber. Ella við øðrum orð­um 19 konsertir í 10 lond­um í 24 dagar. Lena spælir 24. mai í At­lan­tis, men annars standa ik­ki nakrar aðrar konsertir í Før­­oy­um á skránni, men sam­bært Niclas Johannesen man­ni og gittarleikara hjá Lenu eru onkrar konsertir í Føroyum, ið verða almannakunngjørdar í næstum. Hetta eru bæði kon­sert­ir við bert Lenu og Nic­las, men eisini við bólki. Nýgg­ja fløgan Let Your Scars Dance skal jú mark­ nað­ar­førast í Føroyum. Í løtuni arbeiðir umb­oðs­ fe­lag­ið hjá Lenu við at fáa í lag útgávusáttmálar kring heim­in fyri hesa fløguna. Men Niclas vísir á, at hetta ikki hevur skund. - Henda konsertferðin er fyrst og fremst fyri at gera vart við navnið hjá Lenu og fyri at skapa eitt sindur av á­hu­ga, so nýggja fløgan nýt­ ist ikki at vera komin út í teim­um londum, sum vit vit­ ja, sigur hann. Teitur hevur seinnu ár­ini verið fastur gest­ ur á pallinum á G!­Fest­ i­v­al­inum, og aftur í ár verð­ur føroyski tru­ba­ dur­urin at hoyra á Gø­tu­san­di. Tíðindaskriv »Nýggja fløgan hjá Teiti, »Ká­ta hornið«, osar av stem­ n­in­gi, spæligleði og yvir­sko­ ti, og er snøgt sagt besta før­ oy­ska fløgan, ið eg havi fing­ið latið upp í hendurnar at ummæla øll hesi árini sum fastur ummælari hjá Dim­ma­lætt­­ing.« So greið vó­ru orðini hjá Una L. Han­ sen, tónleikaummælara hjá Dim­ma­lætt­ing, tá ið hann skul­di lýsa nýggju føroysku fløg­una hjá Teiti, »Káta horn­ið«. 6 av 6 møguligum d'um fekk fløgan, og er tað eitt skotsmál, ið bara ein onn­ur útgáva hevur fingið und­an Teiti, nevniliga »Longst sum best« savns­ fløg­an hjá Tinganest. Tískil er tað við gleði, at G! triðja ár­ið á rað kann bjóða gest­ un­um absolutta toppkremið á føroyska tónleikapallinum li­ve – í ár á føroyskum. G!-viðhaldsmaður Teitur, ið er í holt við at pak­ ka niður í London, nú hann flyt­ir til Stokkhólm at búg­ va, viðgongur gjarna, at hann er G!-viðhaldsmaður. - G! er ein fantastiskur fes­ti­val­ur, og tað er ein stór fragd fyri meg at kunna fylg­ja við í, hvussu fest­i­val­ ur­in mennist ár eftir ár. Eg gleði meg altíð at koma á G! og fáa ein temunn og pan­nu­køk­ur frá gøtufólki. Tað er ordiliga feitt, at tey eru so við upp á tað, og mill­ um annað lata tónleikararnar hús teirra at búgv í. Tað skap­ar ein serligan stem­n­ ing, ið tú ikki upplivir aðra­ stað­ni. Tað er nakað ser­før­ oyskt yvir tí. Kanska er stør­ s­ta aktivið hjá G!, at fest­i­ val­ur­in liggur í Syðrugøtu, ið er so ómetaliga hugnalig og vøkur bygd, sigur Teitur úr London. Teitur hevur upplivað flest allar útgávunar av G!, síð­an festivalurin sá dagsins ljós í 2002. Tey fyrstu árini var hann vanligur gestur, með­an hann framførdi í 2005 og 2006. - Fyrsta árið, ið G! fes­ti­ val­ur­in varð fyriskipaður, stim­aðu vit inn í Kal­baks­ bát­in­um hjá okkum, fyri at hoy­ra MC Hár. Tá vit høvdu lagt bátin, undraðu vit okk­ um eitt sindur yvir, at eingin stóð og kravdi inn, so vit slup­pu ókeypis á festival, greið­ir Teitur læandi frá. Tað kemur tó eitt, ná, var tað tí, frá honum, tá ið hann frætt­ir, at tunga inn­krev­j­ing­ ar byrðan hetta árið lá á un­gu herðunum hjá brøð­ru­ num Jákupsson úr Gestum, Óla­vi og Tórfinni. Teir eru jú ikki beinleiðis úr tí tilfari, in­kas­so-fólk eru gjørd av. Kendur uttanlands Teitur merkir eisini, at G! er við at blíva eitt navn, ið út­lend­ing­ar kennast við. Hann møtir eisini javnan fól­ki­ á sínum konsertferðum, ið hava spæla á G! og minn­ ast aftur á upplivilsið við stór­ari gleði, eitt nú Lisa Ek­dahl og limirnir í Kash­ mir og Nephew. - G! festivalurin skilir seg út í mun til teir stóru tón­ leika­festi­valarnar, ið ofta ha­va lyndi til at líkjast. G! er ein lítil nissjufestivalur, ið vinnur upp á góða sam­an­ hald­ið millum tón­leik­a­r­ar­ nar og tætta tilknýtið til lok­ a­la umhvørvið. Man letur í stór­an mun tónleikararnar pas­sa seg sjálvar, og til­ gongd­in tiltalar nógv fólk inn­an bransjuna, ið kann ve­ra rættiliga bæði hektisk og yvirflatisk, heldur Teitur, sum gleðir seg nógv at slep­ pa at framføra á føroyskum á Føroya feitasta festivali. Vit heilsa aftur, at vit gleða okk­um sanniliga eisini! Tórshavnar kommuna boðar frá, at tey nú fara at rudda gamlar bátar úr Álakeri. Eigarar av bátunum hava freist til 1. juli at gera vart við seg Gamlir bátar, sum standa í Álakeri, verða fyrsta dagin fyribeindir uttan aðra ávaring, um eigarin ikki sjálvur syrgir fyri annaðhvørt at gera teir í stand ella koyra teir burtur. Hesum boðar Tórshavnar havn frá í lýsing um dagarnar. Tað standa og liggja fleiri bátar, sum eru meira ella minni vrak, á umvælingarplássunum í Álakeri. Summir hava staðið harraleysir í áravís, og av tí, at eingi frámerki eru, sum vísa, hvør eigur bátarnar, fer leiðslan fyri Tórshavnar havn nú at gera bart og rudda plássið. Boðað verður frá, at bátar, hvørs eigarviðurskifti ikki eru greið og fráboðað Tórshavnar havn í seinasta lagi 1. juli í ár, uttan aðra ávaring verða fyribeindir. Álaker skal ruddast Teitur gleðir seg til temunn og pannu­køkur í Gøtu Lena Andersen á konsertferð kring Evropa