Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-16, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. mai 2007síða 20

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 tíðindi Nr. 93 - 16. mai 2007 Lena skal í heyst spæ­ la 19 konsertir í 10 ym­iskum­ londum­ sum­ upphiting fyri av­stralska tónleikarin Xav­ier Rudd. Tónleikur Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Lena og Niclas fara í heyst á ferð kring Evropa. 19 kon­ sertir í 19 ymiskum stórbý­ um, skulu kunna heimin um navnið Lena Andersen. Tað er avstralski sangarin og sangskrivarin, Xavier Rudd, ið hevur boðið Lenu við sum upphiting á kon­ sertferðini, ið skal gera Xavier Rudd til eitt kent navn í Evropa. Frammanundan er Rudd rættiliga vælumtóktur í heimlandinum. Serliga er hann kendur, fyri at vera góður á konsertum. Rudd spælir á hópin av ymiskum ljóðførum og verður vanliga bólkaður undir etniskan­ ella heimstónleik. Í løtuni ferðast Rudd sum upphiting fyri amerikanska rokk risan Dave Matthews Band. Konsertferðin saman við Rudd er komin í lag gjøgn­ um nýggja kanadiska umboðsfelagið hjá Lenu, ið eisini umboðar Rudd. Fyrr­ verandi umboðsmaðurin hjá Lenu, Richard Ogden, flytur nú til Brasilia og tek­ ur seg burtur úr ídnaðinum, og tí var tørvur á nýggjum umboðsfelag, og tá fall val­ ið á Thompson Management í Kanada. Hetta umboðsfel­ ag kendi til Lenu, og hevur áður víst áhuga í henni. Konsertferðin við Rudd kundi bent á, at hetta kann gerast eitt spennandi sam­ starv. Konsertferðin byrjar í Madrid, har tey fara á pall í spælistaðnum Caracol 4. september, síðan gongur leiðin til Barcelona, Zurich, München, Franfurt, Rom, Milano, Berlin, Hamborg, Colognem, Brússel, Amster­ dam, Paris, Brighton, Fall­ mouth Princess, Dublin, Edinburgh, Manchester, áðrenn tey enda í London 28. september. Ella við øðrum orðum 19 konsertir í 10 londum í 24 dagar. Lena spælir 24. mai í Atlantis, men annars standa ikki nakrar aðrar konsertir í Føroyum á skránni, men sambært Niclas Johannesen manni og gittarleikara hjá Lenu eru onkrar konsertir í Føroyum, ið verða almannakunngjørdar í næstum. Hetta eru bæði konsertir við bert Lenu og Niclas, men eisini við bólki. Nýggja fløgan Let Your Scars Dance skal jú mark­ naðarførast í Føroyum. Í løtuni arbeiðir umboðs­ felagið hjá Lenu við at fáa í lag útgávusáttmálar kring heimin fyri hesa fløguna. Men Niclas vísir á, at hetta ikki hevur skund. ­ Henda konsertferðin er fyrst og fremst fyri at gera vart við navnið hjá Lenu og fyri at skapa eitt sindur av áhuga, so nýggja fløgan nýt­ ist ikki at vera komin út í teimum londum, sum vit vit­ ja, sigur hann. Teitur hev­ur seinnu árini v­erið fastur gest­ ur á pallinum­ á G!­Fest­ iv­alinum­, og aftur í ár v­erður føroyski truba­ dururin at hoyra á Gøtusandi. Tíðindaskriv »Nýggja fløgan hjá Teiti, »Káta hornið«, osar av stem­ ningi, spæligleði og yvirsko­ ti, og er snøgt sagt besta før­ oyska fløgan, ið eg havi fingið latið upp í hendurnar at ummæla øll hesi árini sum fastur ummælari hjá Dimmalætting.« So greið vóru orðini hjá Una L. Han­ sen, tónleikaummælara hjá Dimmalætting, tá ið hann skuldi lýsa nýggju føroysku fløguna hjá Teiti, »Káta hornið«. 6 av 6 møguligum d'um fekk fløgan, og er tað eitt skotsmál, ið bara ein onnur útgáva hevur fingið undan Teiti, nevniliga »Longst sum best« savns­ fløgan hjá Tinganest. Tískil er tað við gleði, at G! triðja árið á rað kann bjóða gest­ unum absolutta toppkremið á føroyska tónleikapallinum live – í ár á føroyskum. G!-viðhaldsmaður Teitur, ið er í holt við at pak­ ka niður í London, nú hann flytir til Stokkhólm at búg­ va, viðgongur gjarna, at hann er G!­viðhaldsmaður. ­ G! er ein fantastiskur festivalur, og tað er ein stór fragd fyri meg at kunna fylgja við í, hvussu festival­ urin mennist ár eftir ár. Eg gleði meg altíð at koma á G! og fáa ein temunn og pannukøkur frá gøtufólki. Tað er ordiliga feitt, at tey eru so við upp á tað, og mill­ um annað lata tónleikararnar hús teirra at búgv í. Tað skapar ein serligan stemn­ ing, ið tú ikki upplivir aðra­ staðni. Tað er nakað serfør­ oyskt yvir tí. Kanska er stør­ sta aktivið hjá G!, at festi­ valurin liggur í Syðrugøtu, ið er so ómetaliga hugnalig og vøkur bygd, sigur Teitur úr London. Teitur hevur upplivað flest allar útgávunar av G!, síðan festivalurin sá dagsins ljós í 2002. Tey fyrstu árini var hann vanligur gestur, meðan hann framførdi í 2005 og 2006. ­ Fyrsta árið, ið G! festi­ valurin varð fyriskipaður, stimaðu vit inn í Kalbaks­ bátinum hjá okkum, fyri at hoyra MC Hár. Tá vit høvdu lagt bátin, undraðu vit okk­ um eitt sindur yvir, at eingin stóð og kravdi inn, so vit sluppu ókeypis á festival, greiðir Teitur læandi frá. Tað kemur tó eitt, ná, var tað tí, frá honum, tá ið hann frættir, at tunga innkrevjing­ ar byrðan hetta árið lá á ungu herðunum hjá brøðru­ num Jákupsson úr Gestum, Ólavi og Tórfinni. Teir eru jú ikki beinleiðis úr tí tilfari, inkasso­fólk eru gjørd av. Kendur uttanlands Teitur merkir eisini, at G! er við at blíva eitt navn, ið útlendingar kennast við. Hann møtir eisini javnan fólki á sínum konsertferðum, ið hava spæla á G! og minn­ ast aftur á upplivilsið við stórari gleði, eitt nú Lisa Ekdahl og limirnir í Kash­ mir og Nephew. ­ G! festivalurin skilir seg út í mun til teir stóru tón­ leikafestivalarnar, ið ofta hava lyndi til at líkjast. G! er ein lítil nissjufestivalur, ið vinnur upp á góða saman­ haldið millum tónleikarar­ nar og tætta tilknýtið til lok­ ala umhvørvið. Man letur í stóran mun tónleikararnar passa seg sjálvar, og til­ gongdin tiltalar nógv fólk innan bransjuna, ið kann vera rættiliga bæði hektisk og yvirflatisk, heldur Teitur, sum gleðir seg nógv at slep­ pa at framføra á føroyskum á Føroya feitasta festivali. Vit heilsa aftur, at vit gleða okkum sanniliga eisini! Tórshavnar kommuna boðar frá, at tey nú fara at rudda gamlar bátar úr Álakeri. Eigarar av bátunum hava freist til 1. juli at gera vart við seg Gamlir bátar, sum standa í Álakeri, verða fyrsta dagin fyribeindir uttan aðra ávaring, um eigarin ikki sjálvur syrgir fyri annaðhvørt at gera teir í stand ella koyra teir burtur. Hesum boðar Tórshavnar havn frá í lýsing um dagarnar. Tað standa og liggja fleiri bátar, sum eru meira ella minni vrak, á umvælingarplássunum í Álakeri. Summir hava staðið harraleysir í áravís, og av tí, at eingi frámerki eru, sum vísa, hvør eigur bátarnar, fer leiðslan fyri Tórshavnar havn nú at gera bart og rudda plássið. Boðað verður frá, at bátar, hvørs eigarviðurskifti ikki eru greið og fráboðað Tórshavnar havn í seinasta lagi 1. juli í ár, uttan aðra ávaring verða fyribeindir. Álaker skal ruddast Teitur gleðir seg til tem­unn og pannukøkur í Gøtu Lena Andersen á konsertferð kring Ev­ropa